týsdagur 18. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 179 • týsdagur • 18. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Niðurstøðan í
Jóhannis Joensen
málinum setir fleiri
spurnartekin, enn
hon gevur svør. Leik-
arin er fríkendur í
ákæruni, men hevur
kortini fingið fýra
daga leikbann
MÁLSVIÐGERÐ
Jákup Mørk
Týskvøldið í farnu viku
gjørdi kappingarnevndin
hjá FSF av, at Jóhannis
Joensen hjá HB skuldi
dømast fýra daga leikbann
fyri reyða kortið, sum hann
fekk í landskappingardyst-
inum móti NSÍ.
Í hósdagsútgávu okkara
skrivaðu vit tá, at í HB
høvdu tey ikki ætlanir um
at gera meira við hetta mál-
ið, og soleiðis skuldi verið
líkt til, at málið var enda-
liga avgreitt.
Ákæra og dómur
líkjast ikki
Í kjalarvørinum á málinum
hava tó fleiri spurningar
stungið seg upp, og fleiri
teirra benda eisini á, at
málsviðgerðin í málinum
ikki hevur verið heilt so-
leiðis, sum hon plagar at
vera í líknandi málum.
Tað,
sum
kappingar-
nevndin skuldi taka støðu
til, sambært teimum upp-
lýsingum, sum Sosialurin
hevur móttikið, er at dóm-
arin í frágreðing sínari hev-
ur skrivað, at leikarin hevur
skallað seg, og at hann
tískil fekk reyða kortið.
Hetta er sjálvandi eitt álvar-
samt brot á fótbóltslógir-
nar, og fordømi fyri slíkar
gera bendu á, at talan helst
hevði verið um einar átta
dystir uttan fyri síðulinj-
urnar, um leikarin varð
funnin sekur.
Úrskurðurin hjá kapping-
arnevndini gjørdist tó ein
heilt annar. Jóhannis Joen-
sen varð nevnliga dømdur
leikbann í fýra dagar fyri
atburðin, sum hann sýndi,
eftir at hann hevði fingið
reyða kortið. Tað vil siga, at
samsvar als ikki er ímillum
ákæruna, sum varð reist, og
dómin, sum varð feldur.
Hetta bendir ikki á tað
borðið, at kappingarnevnd-
in hevur tikið støði í frá-
greiðingini frá dómaranum,
og í øllum førum er leikarin
ikki dømdur eftir ákæruni í
hesum.
Spurningurin er so, um
hetta er nakað, sum før-
oyskir dómarar kunnu liva
við. At atlit ikki verður tik-
ið til teirra støðu í slíkum
málum. Vit royndu sunnu-
dagin at fáa eina viðmerk-
ing frá Niklas á Líðarenda,
ið var dómari í dystinum
millum HB og NSÍ, men
hann sigur seg onga við-
merking hava til málið í løt-
uni.
Skuldi verið einfalt
Um so er, at kappingar-
nevndin ikki hevur mett, at
leikarin er skyldugur í
ákæruni, átti málið sum so
ikki at verið nakar trupul-
leiki. Hevur leikarin ikki
framt brotið, sum hann er
ákærdur fyri, skuldi talan
ikki verið um aðra revsing
enn leikbann í ein leikdag,
soleiðis sum kappingar-
reglurnar áseta.
At leikarin so kortini
verður revsaður við fýra
døgum, sigur so mikið sum,
at kappingarnevndin undir
viðgerð síni helst hevur
tikið atlit til aðra próvførslu
– eitt nú sjónbandaupptøku
- enn tær skrivligu frágreið-
ingar, sum partarnir hava
sent inn í málinum.
Er tað so, at Jóhannis,
verður fríkendur fyri á-
køruna, grundað á video-
upptøkur, svarar hetta sum
so spurninginum um, hvør
próvførsla er nýtt, men
hetta setir so aftur tveir
nýggjar spurningar.
Áður hevur kappingar-
nevndin nevnliga gjørt av,
at teimum ikki nýtist sjón-
bandaupptøkur av hending-
um, sum nevndin skal taka
støðu til, men við hesum
hevur nevndin so broytt
støðu hesum viðvíkjandi.
Er hetta nakað nýtt í
málsviðgerðini hjá FSF, so
er tað ikki minni nýskap-
andi, at kappingarnevndin
nú eisini tekur sær heimild
til at viðgera hendingar,
sum nevndin ikki er biðin
um at taka støðu til. Hetta
kann helst samanberast við,
at ákæra verður reist um
neyðtøku, men at dómarin
so ger av, at hin ákærdi skal
dømast fyri innbrot.
Ikki tí. Kappingarreglur-
nar geva FSF heimild til at
taka mál upp av sínum ein-
tingum.
Í §38, stk. 3, í kappingar-
reglunum stendur, at FSF
sjálvt kann taka mál upp til
viðgerðar. Í somu grein
stendur tó eisini, at hetta
bert kann gerast undir ser-
ligum umstøðum, tá eitt
felag hevur framt brot á
kappingarreglunar, og at
felagið tá skal hava boð um
hetta, áðrenn viðgerðin fer
fram.
Ivasamt er tó, um hendan
reglan kann nýtast hesum
málinum. Fyrst og fremst tí
tað ikki er felagið, HB, sum
hevur framt nakað misbrot í
málinum. Harafturat kem-
ur,
at
atburðurin
hjá
Jóhannisi Joensen eftir út-
vísingina neyvan hevur ver-
ið av somikið serligum
slag, at hetta hevur rættvís-
gjørt nýtslu av hesum lóg-
artekstinum, og sum vit
hava skilt, hevur eingin
kunning verið ímillum FSF
og HB í tíðarbilinum frá at
HB hevur latið sína próv-
førslu inn, fram til ta løtu,
at dómur er feldur í mál-
inum.
Onga viðmerking
Sunnukvøldið fingu vit orð
á formannin í kappingar-
nevndini, Børge B. Hansen,
men hann sigur seg onga
viðmerking hava til málið.
Heldur ikki var nakað svar
at fáa, tá vit spurdu hann,
um Jóhannis Joensen ikki
er ákærdur fyri eitt og
dømdur fyri nakað annað.
Í HB hava tey enn ikki
tikið endaliga støðu í mál-
inum. Steinfinnur Mittel-
stein, stjóri í P/F Havnar
Fótbóltur, sigur, at tosað
hevur aftur og fram um
málið, men hann roknar tó
ikki við, at farið verður
víðari við hesum.
Kann enn kærast
Samanumtikið tykist tað
soleiðis, at júst hetta málið
inniheldur meira enn bert
eina støðutakan um, hvørt
leikari er skyldugur í einum
broti ella ikki.
Í øllum førum tykist talan
vera um ein nýggjan fram-
ferðarhátt í arbeiðinum hjá
kappingarnevndini. Nevnd-
in hevur við hesum tikið
sær sjálvum víðari rásarúm
enn vanligt, og spurning-
urin er so, hvønn týdning
hetta kann fáa fyri málsvið-
gerðina hjá nevndini fram-
yvir.
Sum nevnt omanfyri, so
tykist HB ikki hava ætlanir
um at kæra úrskurðin hjá
kappingarnevndini
til
dómsnevndina. Niklas á
Líðarenda, sum var dóm-
arin, ið skrivaði frágreið-
ingina, sigur seg onga við-
merking hava til málið.
Heldur ikki tá spurt varð,
um hann ætlar sær víðari
við hesum. Um so er,
verður helst meira at frætta
í næstum, tí freistin fyri at
kæra málið víðari var úti á
midnátt mánakvøldið.
Ilt at fylgja
málsviðgerðini?
Skála hevur
fatur í 1. deild
11
10
Nr. 179 - 18. september 2001
– Ein verklagslóg
skal nú endaliga
orðast og so verður
hon løgd fyri tingið
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Tað verður kanska longu
í næstu, ella í aðru viku,
at Løgtingið fer at taka
málið um nýggju suður-
oyarferjuna til viðgerð-
ar.
Landsstýrið er í hes-
um døgum í ferð við at
orða eina verklagslóg
(anleggslóg), sum skal
leggjast fyri tingið.
Landstýrið hevur havt
verklagslógina fyri á
fundi og hon skal nú
endaliga orðast.
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður
í
vinnumálum, sigur, at
samgongan er framvegis
samd um at byggja
skipið,
sum
Strand-
ferðslan hevur mælt til
at byggja, tvs, eina ferju,
sum tekur 200 bilar, er
135 metrar long og
siglur 21 míl.
Løgtingið hevur fyrr
samtykt at byggja eina
suðuroyarferju, men tað
var ein minni ferja enn
hendan. Og av tí at
hendan er dýrari, verður
tað eisini neyðugt at fáa
heimild frá tinginum at
brúka tað neyðugu upp-
hæddina til skipið.
Tað er hetta, sum er
endamálið er við verk-
lagslógini, sum nú verð-
ur løgd fram.
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður, sigur,
at eftir viðgerðini í
Landsstýrinum í farnu
viku, varð lógin send
flokkunum til ummælis.
Men harafturat er ætl-
anin at allar almennar
útbyggingar
hereftir
skulu niðurfellast í verk-
lagslógir.
Tí er lógin viðvíkjandi
suðuroyarskipinum eis-
ini latin Løgmansskriv-
stovuni. Løgmansskriv-
stovan og Vinnumála-
stýrið skulu so í felag
finna eina fastan form
fyri, hvussu slíkar verk-
lagslógir skulu orðast.
– Ætlanin er at finna
eina fasta orðing, so at
vit fáa ein samanhang í,
sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað eru
so
nógvar
almennar
útbyggingar,
sum
strekkja seg yvir fleiri
fíggjarár.
Tí heldur hann eisini,
at tað er rætt at hava eitt
ítøkiligt lógargrundarlag
at halda seg til, so at tað
ikki er tað til eina og
hvørja
tíð
galdandi
politiska rákið frá ári til
ár, sum ger av, hvussu
nógv verður gjørt tað
árið.
– Fara vit í holt við
eina verkætlan, so fara
vit í holt við hana og
gera hana lidna, sigur
hann.
Hetta snýr seg eisini
um at hava trygd fyri, at
tá farið verður undir
eina útbygging, so
verður hon gjørd liðug.
Ikki minst hevur hetta
týdning, tá ið almenn
arbeiðið skulu bjóðast út
og tað verður meiri og
meiri av tí.
Bjarni
Djurholm
væntar, at málið verður
liðugt viðgjørd í kom-
andu viku. So verður
hon aftur løgd fyri
Landsstýrið, sum enda-
liga góðkennir lógina,
áðrenn hon verður løgd
fyri tingið.
Men landsstýrismað-
urin vísir á, at hetta er
ikki tí at slingur er kom-
in í.
– Hetta málið er av-
greitt og tað er avgjørt,
hvussu skipið skal vera,
sigur Bjarni Djurholm.
Nýggja suðuroyar-
ferjan fyri tingið
í næstu framtíð
– Landsstýrið fer nú
at viðgerða, um tað
skal geva Tórshavnar
Kommunu stuðul til
at byggja havnarlagið
út.
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Landsstýrið fer nú at taka
støðu til, antin Tórshavnar
Kommuna skal fáa stuðul
til at byggja havnarlagið út
fyri.
Nú bæåi nýggj Norrøna
og nýggja suðuroyarferja
kemur, verður neyðugt at
byggja samferðsluhavnina
á Bursatanga út fyri yvir 60
milliónir.
Skal havnin bara byggj-
ast út til nýggja suður-
oyarskipið, fer tað at kosta
góðar 30 milliónir.
Tórshavnar Býráð heldur
ikki, at tað skal betala hesar
útbyggingarnar einsamøll.
Harafturat heldur hon, at
tann parturin, sum komm-
unan skal betala, ikki skal
takast
av
útbyggingar-
kvotuni hjá kommununi
upp á 70 milliónir.
Tórshavnar Býráð vísir á,
at á Tvøroyri ætlar Lands-
stýrið at byggja nýggja
samferðsluhavn til nýggju
suðuroyarferjuna og tað
heldur Býráðið eisini, at
landið skal gera í Havn.
Harafturat eru útbygging-
arnar til Norrønu fyri alt
landið og tí heldur Býráðið
ikki, at tað er rímiligt, at tað
verður tikið av útbygg-
ingarkvotuni.
Til viðgerðar
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sigur, at málið er nú til
viðgerðar. Hann hevur sent
málið
til
Landsverk-
frøðingin, sum nú skal gera
eina meting.
Fyrrenn hon er komin,
vil Bjarni Djurholm onki
siga.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur heldur onki
greitt svar nú.
Hann vísir tó á, at hann er
settur at arbeiða fyri før-
oyska búskapinum sum
heild og tað ætlar hann sær
at gera.
Hann vísir eisini á, at vit
skulu vera serliga varin við
at byggja út í høvuðs-
staðnum, tí her er bús-
kapurin heitast framman-
undan.
Hinvegin vísir hann á, at
so gott sum allir inn- og
útflutningur í Føroyum
gongur um Havnina og tað
setir sera stór krøv til
útbyggingar.
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, sigur,
at enn er tað ikki ov
seint at fáa javnaðar-
flokkin at taka undir
við langtíðar
útbyggingarætlanini
ALMENNAR
ÚTBYGGINGAR
Áki Bertholdsen
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, ætlar framvegis at fáa
so nógvar flokkar sum
gjørligt at taka undir við
langtíðar útbyggingarætl-
anini,
sum
samgongan
arbeiðir við.
Tá er tað mest javnaðar-
flokkin hann hugsar um.
–
Sambandsflokkurin
hevur langt síðani boða frá,
at hann er ikki sinnaður at
vera við í arbeiðnum hjá
samgonguni at gera eina
langtíðar útbyggingarætlan.
Og
Karsten
Hansen
heldur avgjørt ikki, at tað er
ov seint at fáa javnaðar-
flokkin við, hóast tann eini
javnaðartingmaðurin, Hans
Pauli Strøm nú ein dagin
segði í Sosialinum, at hann
kundi spara sær ómakin.
Hetta segði løgtingsmað-
urin, tí hann helt, at nú var
nakað seint hjá landsstýris-
manninum at gera vart við
seg.
Hann vísti á, at nú fer
fíggjarlógin til viðgerðar
og enn hevur javnaðar-
flokkurin
onki
útspæl
fingið frá landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum.
Og hann gjørdi eisini
greitt, at javnaðarflokkurin
ætlaði sær ikki treytaleyst
at verða stuðulsflokkur hjá
samgonguni í hesum máli
og at flokkurin fór ikki at
taka undir við eini út-
byggingarætlan, sum flokk-
urin ikki hevði havt høvi til
at ávirka.
Ikki ov seint
Karsten Hansen er ikki so
svartskygdur um útlitini til
at fáa eina breiða semju
sum Hans Pauli Strøm er.
Hann sigur, at hann fer
aftur at venda sær til
javnaðarflokkin og hann
heldur ikki, at tað er so
langt ímillum partarnar.
– Vit hava tosað saman
og vit hava givið teimum
okkara útspæl fyrr í ár, eins
og vit hava fingið eitt út-
spæl frá teimum.
– Eftir hesum at døma, er
tað ikki so langt ímillum
okkum.
Karsten Hansen vísir
eisini á, at tað, sum stendur
á fíggjarlógini, sum nú fer
til prentingar, eru bara
útbyggingarnar komandi ár
og harafturat skal fíggjar-
lógin ikki samtykkjast,
fyrrenn til jólar.
Men alt, sum er útyvir
tað, er framvegis opið.
Karsten Hansen heldur,
at tað er positivt, at javn-
aðarflokkurin vil vera við
og hann sigur at tað er púra
greitt, at hann aftur fer at
venda sær til javnaðar-
flokkin.
Landsstýrismaðurin
harmast um, at andstøðan
ikki hevur verið meiri uppi
í higartil, men tað hevur
sínar orsøkir.
Orsøkin er, at tað hevur
verið strilti at fáa samgong-
una sjálva at semjast um
eina slíka ætlan. Orsøkin er
sostatt ikki, at ætlanin
hevur verið at halda sam-
gonguna uttanfyri.
– Tað er eyðsæð, at
nógvur
lokalpolitikkur
kemur upp í eina slíka
tilrættislegging. Og fyrrenn
semja var í samgonguni,
bar ikki til at fara til
andstøðuna, sigur Karsten
Hansen.
- Hesar dagarnar verður síðsta hondin løgd á eina
verklagslóg um nýggju suðuroyarferjuna. Lógin skal
leggjast fyri tingið, sum so skal játta, at neyðugi
peningurin verður brúktu
Ongin avgerð um
útbygging í Havn
Næstan allur inn- og útflutningur í Føroyum gongur um havnina og tað setir stór krøv til
útbygging. men enn er óvist um landskassin vil betala ein part
Ætlar framvegis at fáa semju
Karsten Hansen harmast um, at javnaðarflokkurin ikki hevur
verið meiri uppi í arbeiðnum, men tað hevur sínar orsøkir. Og
orsøkin er ikki, at ætlanin hevur verið at halda hann uttanfyri
C
M
Y
K
10