hósdagur 8. januar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2009
Í morgun varð triði
og seinasti parturin
av stóru kanningini
um, hví føroyingar
ikki koma aftur til
Føroya úr Danmark,
lagdur fram. Ítøkilig
uppskot um, hvussu
hetta kann gerast, eru
nú løgd fram
KANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Drúgva
og
umfatandi
kanningin um, hví føroy
ingar ikki koma heim aftur
úr Danmark, er nú at enda
komin.
Tað var Sjúrður Skaale,
sum tók stig til kanningina,
tá hann sat á Fólkatingi fyri
Høgna Hoydal, og av tí at
tað
var
Norðuratlants
bólkurin á Fólkatingi, sum
stóð aftan fyri, var kann
ingin skjótt gjørd til eitt
politiskt mál. Men tað
hevur Sjúrður Skaale alla
tíðina víst aftur. Tað eru nú
góð tvey ár síðani, at
kanningin byrjaði.
Og júst tí, at kanningin
fekk politiskar undirtónar,
førdi tað til atfinningar, at
Tórshavnar Kommuna hev
ur verið høvuðsstuðulin.
Men uttan mun til hetta
má roknast við, at alt polit
iska spektrið fær ágóðan av
úrslitinum av kanningini.
Fyrsti partur av kann
ingini var meiri ella minni
reint statistiskur, meðan
annar partur snúði seg um
býti
millum
útisetarnar,
bæði kyn og aldur. Triði
partur snúði seg meiri um
at fara í dýpdina og gera
longri samrøður við før
oyingar í Danmark. Finna
útav, hvat skal til, fyri at teir
flyta heim aftur.
Fýra bólkar
Føroysku útisetarnir eru
býttir upp í fýra bólkar, Tey
Siðbundnu, Tey Grundfestu,
Tey Framsøknu og Tey
Heimkæru.
Bólkarnir verða definer
aðir soleiðis, at Tey Grund
festu eru tey, sum eru grund
fest í Danmark og ikki fáast
heim aftur uttan mun til
hvat. Tey Heimkæru eru tey,
sum koma heim aftur, hava
tey tann minsta møguleika
fyri tí. Tey Siðbundnu eru
tey, sum eru sosialt illa fyri,
hava onga ella óvanlig
útbúgving. Tey Framsøknu
eru
tey,
sum
hava
ambitiónir.
Suni Poulsen vísti á, at
tað er seliga hesin seinasti
bólkurin, sum besti møgu
leikin er at fáa heim aftur.
Hann hevði sett upp virði
móti hvørjum øðrum at
verða verandi í Danmark
ella at flyta heim aftur til
Føroya.
Tað, sum serliga dregur
fólk aftur til Føroya er eitt
nú
tættari
familju
og
vinalagsbond, hetta at koma
hvørjum øðrum við. Rólig
ari lívslag, »nái eg tað ikki í
dag, so nái eg tað nokk í
morgin«mentaliteturin.
Lagaligari forhold til ar
beiðsviðurskifti, hetta ikki
at ganga so høgt upp í at
halda tíðaravtalur. Nærri
náttúruni.
Betri
upp
vakstrarkor hjá børnum.
Umhugsa javnan
møguleikan
Tað, sum talar fyri at verða
verandi í Danmark, er
millum annað betri starvs
og eftirútbúgvingarmøgu
leikar. Størri frælsi at velja
lívsstíl, ert meiri anonymur
og einstaklingar kenna ikki
sama trýst at finna sær
maka. Fleiri og fjølbroyttari
mentanartilboð, bæði tiltøk
í Danmark og í sambandi
við ferðir uttanlands. Góð
kor hjá børnum at læra,
frálíkir skúlar og nógv og
fjølbroytt frítíðartilboð.
Spurningurin er so, nær
føroyingar umhugsa at flyta
heim aftur. Um tað finst eitt
vindeyga, har føroyingar í
Føroyingar kunna fáast heimaftur
Kunning í Miðlahúsinum
Í kvøld klokkan 20 fer Suni Poulsen at hava framløgu
í Miðlahúsinum av triðja parti av kanningini við
heitinum »Eg vil so fegin hava, at børnini læra
føroyskt«. Framløgan er almenn og høvið verður at
seta spurningar.
Tað er Tórshavnar Kommuna, sum er høvuðsstuðul aftan fyri kanningina, og tí var framløgan náttúrliga hildin í býráðshúsinum
Sjúrður Skaale, sum sat á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal, tók stig til kanningina, sum byrjaði fyri
góðum tveimum árum síðani
Føroyar fremsta trygdarskjól móti fíggjarkreppuni
»Við ongum enda á verandi niðurgongd í eygsjón, verða lond kroyst eftir hæli, og teirra leiðslur tosa um fíggjarligar
bjargingarpakkar. Innast inni byrja fólk at ivast, hvørt tað yvirhøvur eru nøkur støð eftir, ið kunnu veita teimum eitt
trygdarskjól. Góðu tíðindini eru at, ja, tað eru tað. Vit hava neyvt útvalt seks støð, ið lutfalsliga eru uttanfyri vanda
økið. Meðan restin av heiminum gongur gjøgnum ein aldudal, bjóða hesi seks støðini ein glampa av vón«. Soleiðis
skrivar heimasíðan hjá einum av fremstu vinnurásum í India, CNBCTV18 í innleiðingini til útvalið av støðum í
heiminum, ið kunnu vera trygdarskjól móti fíggjarkreppuni. Serliga áhugavert er tað, at Føroyar liggja nummar eitt á
listanum. Hóast hetta tykist sum eitt herðaklapp til okkum føroyingar, eigur hetta at verða tikið við fyrivarni, og verður
hugt eftir listanum, sæst hví. Á listanum eru frá eitt til seks: Føroyar, Washington D.C., USA, Larsemann Fjøllini,
Antarktis, Øll ikkiStarbucksbrúkandi lond, Nagorno Karabakh (millum Aserbadjan og Armenia) og Butan