Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2009 11 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Johanna Elisabeth Nielsen, Nólsoy, vanliga nevnd Betty, ættað av Oyrareingjum, andaðist týsdagin á Lágargarði, 93 ára gomul. Kistan fer av Lágargarði hós­ dagin klokkan 15 til Rituna. Jarðarferðin verður úr Nólsoyar kirkju fríggjadagin kl 13. Ritan siglir av Bursa­ tanga kl 12. Tey, ið vilja minnast Betty, kunnu lata eina peningagávu til Lágargarð, konto í peningastovnunum. Kistan við Håkon Joensen, Stokksoyri, Klaksvík, fer úr kapell­ inum hóskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni fríggjadagin kl. 13. Jógvan Hendrik Sam­ ulsen, Tvøroyri, and­ aðist 5. januar, 66 ára gamal. Hans Hammer Krossá, ættaður av Eiði, búsit­ andi í Danmark, andað­ ist á Hvidovre Hospitali tann 5. januar, 78 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Hósdagin 8. januar rundar ein vælkendur uppsala­ drongur tey seksti. Petur Hans Poulsen er føddur í Klaksvík í 1949 og er sostatt millum teir elstu í tí litríka árganginum, sum klaksvíkingar rópa ”fortyn­ iner”. Í hesum liði eru nøvn sum Ólavur Presley, Agnar á Dul, Eliesar hjá Bernhard Brim, Sørin hjá Hans, Trygvi hjá Jens í Árnafirði, John P. Danielsen, Óli á Dalinum o.s.fr. Petur Hans er sonur Onnu Sofíu (fødd Klakkstein) dóttir Malenu og Jógvan bónda í Innistovu í Klaks­ vík, og hegnismannin Poul Jóhan Poulsen úr stovugarð­ inum á Uppsølum. Petur Hans er yngstur í einum barnaflokki uppá átta systk­ in: Hans, Jóna, Andras, Jógvan, Kristin, Ragna, Súna og Petur Hans. Í 1966 tók Petur Hans realprógv í Klaksvíkar Skúla. Longu árið eftir fór hann at starvast á post­ húsinum í Klaksvík, og har er hann framvegis eftir meira enn 40 ár í trúgvari tænastu. Evnini eru fjølbroytt. Pet­ ur Hans spældi á dreingja­ liðnum hjá KÍ og seinni spældi hann hondbólt við Stjørnuni. Men best man hann vera kendur sum telv­ ari og guittarspælari. Hann spældi við ymiskum orkestr­ um sum t.d. Sóljan, Birds, og telist millum frægu guittarsnillingarnar. Í Klaksvíkar Talvfelag hevur Petur Hans verið ein sonn eldsál. Áhugin fyri telvingini varð kveiktur í skótaliði Nólsoyar Pálls, har Petur Hans luttók í síni fyrstu kapping. Seinni gekk leiðin í Klaksvíkar Talvfelag, sum Michael Matras endurstovnaði seinnapartin í sekstiárunum. Samanborið við Havnina og Vestmanna var Klaksvík eitt u­land í talvhøpi. Talv­ samband Føroya varð sett á stovn í 1970 og sama heyst varð skipað fyri fyrstu lið­ kapping millum feløgini. Men Klaksvíkar Talvfelag luttók ikki í hesi kapping, av tí at felagið metti sína styrki munandi lægri enn í øðrum feløgum. Á heysti 1971 meldaði felagið seg til liðkapping á fyrsta sinni. Fyrsta mót­ støðulið var Havnin og tað eydnaðist Petur Hans at vinna sítt talv. Hann skrivaði sostatt talvsøgu henda dag­ in (10. okt. 1971) við at vinna felagnum fyrsta stig­ ið. Klaksvíkar Talvfelag gjørdi sær ikki fyri skomm­ um hendan veturin, hóast talan ikki bleiv um heiðurs­ merkir hetta árið. Á páskum 1972 luttók felagið í so­ nevndu Wood­kappingini á fyrsta sinni. Her gjørdi Petur Hans bart og hevði eina framúr kapping. Fáar vikur seinni byrjaði aldarinnar talvdystur í Reykjavík ímillum amerik­ aran Bobby Fischer og russ­ aran Boris Spassky. Petur Hans fylgdi sera væl við HM­dystinum í Íslandi. Honum dámdi sera væl talv­ stílin hjá Bobby Fischer. Tá posturin skuldi berast út á Skáltavegnum var stundum drúgvur steðgur í nr. 14, tí har stóðu talvfólk á stovuborðinum og seinasta talvið úr Reykjavík varð endavent á Skáltavegi 14, ímeðan onkur granni undr­ aðist hvar Dimman bleiv av. Petur Hans fór seinni undir frálæru í telving í talv­ felagnum – serliga fyri yngri kreftir. Menningin í Klaksvíkar Talvfelag var eisini stór tey næstu árini, og felagið hev­ ur ígjøgnum árini vunnið fleiri FM­heiti, bæði fyri einstaklingar og lið. Tá før­ oyska talvlandsliðið luttók á talv OL í Manila á Filips­ oyggjunum var Petur Hans liðformaður. Fyri ári síðani avgjørdi Klaksvíkar Talvfelag at út­ nevna Petur Hans til heið­ urslim. Hetta hevur hann søtliga uppiborið. Hann hevur verið for­ maður felagsins í meira enn 30 ár og røkir framvegis oddasessin. Føðingardagsbarnið er eyðmjúkur av lyndi og dámar neyvan, at nógv hóvastsak verður gjørt burturúr. Men vit senda bestu kvøður á føðingardeg­ num til Petur Hans og somu­ leiðis Signy, ið hevur verið ein hollur stuðul bæði hjá Petur Hans og Klaksvíkar Talvfelag. Talvvinir úr KTF Petur Hans Poulsen 60 ár Rætting Í blaðnum týsdagin høvdu vit eina mynd av einum fimleikaliði í Realskúlanum í Havn í 1928. Í hesum sambandi var eitt navn komið skeivt fyri. Gentan, sum situr sum nummar fimm frá vinstru, eitur ikki Karin Maria Vang, men Kathrina Maria Dam. Á myndini eru eisini fleiri, sum vit ikki kenna navnið á. Um onkur kennir onkran av teimum ókendu, ella hevur okkurt at viðmerkja til myndina, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánjalsdóttir á telefon: 226024. Dagurin 8. januar. Erhardus ella Erhardt. Írskur munkur, sum doyði um ár 700. Ella kanska er talan um ein týskan biskup, sum fyri undurgerðir sínar verður skírdur halgimenni. Týskt navn, samansett av æra og harður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)