Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2009 Føðingardagur Orð og myndir: Jan Müller Leygardagurin 20. desem­ ber var ikki sum einhvør annar leygardagur í tí Harrans ári 2008. Fyri øll tey, sum hava halgað reið­ mentanini alt sítt frítíðarlív, var hesin dagurin nakað heilt serligt. Aksel Hansen, sum saman við øðrum góð­ um monnum, legði lunnar undir hesa serstøku mentan við at stovna Føroya Ríð­ ingarfelag 25. februar í 1943, kundi henda kalda men vakra vetrardag halda sín 85 ára føðingardag – ikki á hestbaki men tó sam­ an við fleiri enn fimti reið­ fólkum úti í tí føroyska rossamekkainum, egna fjósi sínum úti í Havnardali. Aksel Hansen, ellisforsetin í føroyska rossaumhvørvi­ num, fekk nógv góð skoðs­ mál hesa løtuna: hann var ein teirra, sum legði grundar­ steinin undir hesa serstøku mentan, hann er The grand old Man millum reiðfólk, og hann hevur verið fantas­ tiskur og givið øllum teim­ um ungu, ið hava brúkt tíð og orku til hetta góða frí­ tíðarítriv, íblástur. Eitt stórt rossafylgi við Svenning Reinert og Merki­ num á odda helt leiðina út í Havnardal, har ein fryntlig­ ur og góðsligur Aksel sjálv­ ur tók ímóti. Har var boðið til gløgg í fjósinum, nøkur góð orð fullu, og hurrárópini rungaðu millum básarnar. Eftir tað var farið niðan í felagshølini til ein betri bita. Tað er torført við orðum at lýsa slíka minniliga løtu, har kvinnur og menn, ung sum tilkomin seta hvørjum øðrum stevnu slíkan vetrar­ dag undan jólum at heiðra The grand old Man í før­ oyskum rossahøpi, tí lata vit heldur myndirnar tala. Reiðmenn heiðraðu The Reiðmenn heilsa føðingardagsbarninum Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Hans Vilhelm Nielsen handar føðingardagsbarninum blómutyssi Fimti reiðfólk við Svenning Reinert á odda løgdu leiðina út í Havnardal at heiðra ein av stovnarunum av Føroya Ríðingarfelag, Aksel Hansen Farvæl til Vista og góðandag til Windows 7 Stýriskipanin skal avloysa Windows Vista. Tað greiddi ovasti stjórin í Microsoft, Steve Ballmer frá, tá hann á eini elektronikmessu í Las Vegas fortaldi, at longu í morgin verður ein royndarversjón av nýggju stýrisskipanini Windows 7 send í umferð kring allan heimin. – Vit eru stutt frá at levera ta besti útgávuna av Windows nakrantíð, sigur hann. Hann lovar, at tann nýggja stýrisskipanin verður einføld, trúlig og skjót. – Fríggjadagin vil beta­útgávan verða tøk kring allan heimin, soleiðs at brúkarar kunnu koma online og royndarkoyra Windows 7 heimanífrá, greiðir hann frá. Nógvir brúkarar hava verið sera ónøgdir við, hvussu Wimdows Vista koyrdi á teirra teldu, og stýrisskipanin, sum enn er sera nýggj, er ongantíð blivin tað stóra hittið frá Microsoft.