Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 5 - 8. januar 2009 Longu í 1835 var skó­ makarin Søren Olsen farin at hava skeinkistovu í hes­ um húsunum. Brúk var fyri einum vertshúsi í Havn, tí nógvir fiskimenn – skotar, bretar, hollendingar og hetlendingar – komu uppá land hesa tíðina. Tá ið Søren doyði í 1845 helt kona hansara fram við at hava vertshús. Dóttir teirra Olevina arvaði so Verts­ húsið. Og nú kemur Hans Andrias, seinni róptur Dia á Vertshúsinum uppí leikin. Hann var føddur í Hoyvík í 1836, og var pápabeiggi Hans Andreas Djurhuus, yrkjaran. Í 1872 keypti hann saman við Trappu­ brøðrunum Fox, sum gjørdist rættuliga byrjanin til okkara sluppfiskiskap. Hann sigldi eisini við. Seinni fór hann at handla í Knútsstovu við matvørum, togverki og øðrum. Eisini seymaði hann segl. Vin­ skapur tók seg upp millum Olevinu á Vertshúsinum og Hans Andrias, og endin var, at Hans Andrias hevði bæði Knútsstovuhandilin og Vertshúsið um hendur. Undir Hans Andriasar hepnu hond vaks Vertshúsið fram til at vera miðdepul í Havn, ein krossvegur, har mangar gøtur umskaraðust. Her gistu føroyskir politikar­ ar og vinnulívsmenn, skot­ skir lordar, hollendskir greivar, flytifuglar úr Íslandi og danskir verkfrøðingar. Her frættust tíðindi, her stóð kjak um mentunnarligar og politiskar spurningar. Taka vit Áarstovu og Knúts­ stovu uppí, so kunnu vit siga, at hetta umhvørvið sum heild var eitt móti, har bygd og býur, heimur og útheimur runnu saman og ríkaðu hvørt annað. Mið­ depilin í hesum umhvørvi var Dia. Hann var skemt­ ingarsamur, fryntligur og tikin úr leikum at fortelja skrøggsøgur. Tann tiltikn­ asta av av teimum var um, tá hann “í sínum ung­ dómsdøgum hevði ferðast .. inn til Kinakystina við barkum og fullriggarum so stórum, at hann við egnum eygum hevði sæð skegg­ leysar unglingar uppá 18 ár fara til vers og sum hvít­ skeggjutar oldingar uppá 80 ár koma oman eftir vantinum frá tí velduga rigninginum, har vertshús og dansihøllir vóru, og hvar harmonikaljóð kappaðist við orkanirnar, tá teir rundaðu “Hornið” á sinni". Tá ið Dia stóð í krambúðini og fortaldi hersøgur av hesum slag, vóru glómur í teimum meira góðtrúnu bygdamonnunum. Eina ferð kom ein nóls­ oyingur út úr handlinum hjá Dia. Hann visti ikki, hvat tað var, Dia á Verts­ húsinum hevði selt sær, men okkurt slag av bakkilsi mundi tað vera. Tað vísti seg, at tað vóru bananir. Hanus Kamban, sum er kelda til hendan partin av hesi frásøgn, heldur, at hetta umhvørvið hevur merkt samleikan hjá teim­ um, sum slitu sínar barna­ skógvar í Havn um hetta mundi. Her var roykur av klippfiski og tjøru, og her var samanrenningin millum tað heimliga og tað kosmo­ politiska. Her var tann søgu­ liga kjølfestan, tí líka av Tinganesi og niðan á Húsa­ brúgv var Føroya søga rist í hvønn klett og hvørja fjøl. Og endiliga var har út­ longsulin, hetta eyðkenni hjá øllum havnarbýum, borin av blaktrandi seglum og tevinum av tjørubræddum borðum. Petur Alberg greiðir frá Framhaldið av hesi grein er frásøgn dagfest 18.10.1923, sum finst í skjalasavninum hjá Petur Alberg. Petur var granni til Verts­ húsið, og hann greiður liv­ andi frá hesum umhvørvi: Núverandi ”Hotel Djur­ huus” táverandi ”Hotel A. Djurhuus”, populert kallað ”Vertshúsið”, er fast saman­ knýtt við barnaminnir míni. Tað stendur tætt við Geila­ húsini, vestanfyri Ósan, har ein kemur yvir um á ”Vertshústræbrúnni”. Henda brúgv var øll av træ fyrr, inntil nøkur ár eftir 1900, tá hon varð løgd av nýggjum við jarnskinnarum undir og við jarnrekkverki. Nú liggur brúgvin javnt við gøtuna. Fyrr vóru eitt ella tvey ”trin” sett uppá hana við hvønn enda. Tá var rekkverkið eisini av træ, og tað var styðjað av nøkrum skrástívarum í bæði borð, sum tað sæst á bílætinum. Á rekkverkið omaná var mangt navnið skorið av monnunum, sum høvdu tilhald á Vertshúsinum, og sum ”slerdu manga løtuna íhel” á træbrúnni. Dreivaðu aftur og fram, aftur og fram eins og á skipsdekki ella við alboganum á rekk­ verkinum stóðu og stardu niður í ósan… Tað er so vælgerandi fyri tankarnar at stara niður í rennandi áarstreym, og óivað hevur mangur skip­ brotin maður ella for­ rætningsmaður viðhvørt funnið eina lítla hvíld fyri teirra ófriðarligu tonkum við at stara niður í ósan av vertshústræbrúnni. Manga løtuna spákaði gamli Djurhuus á brúnni, altíð í berum rotiskóm. Tað sást, at hetta var ein gamal ”fullbefarin.” Hann hevði tað rætta ”snittið” so bringubrattur, báðar hendur í buksulummunum. Posa­ troyggju var hann í, og á høvdinum hevði hann altíð eina gamaldags sjómanna­ kaskett við fýrkantaðum blonkum skugga, ið var ljósagrønur undir niðan. Manga løtuna minnist eg Djurhuus á Vertshúsinum, har hann plagdi at standa á trappuni og kika út á sjógv eftir onkrum fartoyi, ið hómaðist í havsbrúnni, ella hann lá fram á brúgva­ rekkverkið og tveitti molar niður í ósan til dunnurnar. Óføra góður var hann við kríatúrini, og altíð hevði hann hópin av dunnum. Manga søguna segði hann har úti á træbrúnni. Men mangir vildu vera við, at tað mesta hann segði frá, var tann kólsvarta lygn, og tað var kanska heldur ikki so skeivt gitt. Men stuttligt var at hoyra hansara ”røvarahistóriir”. Djurhuus hevði siglt víða um í yngri árum, og tað var alt søgur frá hansara longu ferðum, sum hann stuttleikaði fólki við. Hann var gamal drongur, ­ var trúlovaður við Olevinu Olsen, ”Skeggju”, sum átti vertshúsið av fyrstan tíð, men tað bleiv ongantíð til nakra giftu. Skeggja var systir til Amalie Evensen, konu Jóan Petur Evensen og konu H.C. Müller, gamla. ”Skeggja” var ikki beinleiðis nakað fagurt sprund. Eg minnist, tá eg sum barn við hvørt var inni í tí hálvmyrku krambúðini á Vertshúsinum, at hon kundi koma í hurðina, sum var millum krambúðina og stovuna, og tá hon so kendi meg, kundi hon siga nøkur blíðlig orð. Hevði tað verið eitt barn, sum ikki var vant at síggja hana, hevði tað óivað ræðst, tí hon sá alt annað enn “hyggilig” út. Hetta var ”kerastan” hjá gamla Djurhuusi. Hevði ikki havt eydnuna í kærleika Annarleiðis var at líta á hann. Prúður og heldur vak­ ur, opinoygdur og jovialur. – stakkals Djurhuus! Fyrst hevði hann verið trúlovaður við einari gentu, men hon giftist so við Clæmint Olsen (Lorvíks Klæmint), ið var kontoristur hjá amtmanninum, har gentan tænti. Seinni bleiv Djurhuus trúlovaður við gentu úr Ólastovu, og áðrenn hann fór avstað út at sigla, bað hann bróðurin Kristian ansa sær eftir gentuni. Væl var ansað, tí tá ið Djurhuus kom aftur vóru Kristian og Maria gift! (Hetta broytti Føroya søgu, sum nøvnini eisini benda á. Ein abbasonur teirra var Kristian Djurhuus, ein av okkara fremstu polit­ ikkarum. Tað var kanska heldur ikki so løgið, um Maria ikki hevði tol at bíða í áravís eftir dreinginum, sum hon kanska eisini frætti lítið og einki frá. Kristian og Maria eru fyrr umrødd í hesi røð.) So var Djurhuus gamalur drongur. Tað var einki at undrast yvir. Tí at kærleiks­ neistin slóknaði aftaná alt hetta var sjálvsagt. At hann og ”Skeggja” funnu hvønn annan hevur óivað verið eitt fornuftspartí. Hvat tað tó var hugnaligt at síggja Djurhuus ganga Hans Andrias á Vertshúsinum: Vertshúsið var partur av samleikanum hjá Havnini Hotel Djurhuus, Vertshúsið, var í síni tíð miðdepilin í Havn. Tað sama var við teimum fólkum, sum róku tað. Henda søgan kann eisini finnast í gamla kirkjugarði við gravsteinunum hjá “gamla Djurhuus” og tey, sum tóku eftir hann, Katrina og Christian Edvard Djurhuus, sum verða umrødd seinni Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo HER HVILER HANS ANDREAS DJURHUUS F. 26. JULI 1836 D. 28. JANUAR 1908 STØVET MAA BLIVE TIL STØV IGEN JORDEN MAA FAA DET SOM JORDEN HAR GIVET AANDEN SKAL KOMME TIL GUD IGEN TIL HAM SOM GAV MENNESKET LYSET OG LIVET Gamli Djurhuus