Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2009 23 og spáka í sínum rotuskóm. Eg minnist hann einans í posatroyggju og rotuskóm, og eg hugsi, at tað var sera sjáldan, at hann læt seg í ein jakka og fór longri veg burtur frá húsum enn oman á Sand ella niðan í Álarhol. Tá var Vertshúsið eitt ”Harrans Land.” Djurhuus var vælstillaður, og hann var so góður við sínar gestir og syrgdi væl fyri teimum. Tað var ikki bert ”business”, nei, eg veit, at nógvir sendu honum bílæt og fleiri brøv seinni við blíðum heilsum og eisini ymsar forvitnis­ ligar lutir. Teir flestu blivu góðir við hálvgamla ser­ lingin, sum var so erligur og bersøgin, men tó hjarta­ ligur í síni stuttligu knortlu­ theit. Tók sær av Fríðrik Fríðriksson Hjartagóður var hann! Óivað man mangt ólukku­ dýrið hava fingið innivist á Versthúsinum, uttan at Djurhuus kravdi nakað. Soleiðis minnist eg, at ein íslendingur, ein fátækur studentur, var komin rekandi her eitt heyst, antin í 1891 ella 92. Djurhuus tykti synd í honum, og hann bleiv verandi her allan veturin. Hann var eitt sera skikkiligt og eygagott menniskja. Ofta gekk hann inn yviri í Geil, sum so mangur annar bæði fyrr og seinri, og eg minnist hvussu góður hann var við meg, sum tá altso átti at vera 6­7 ára gamal. (Eisini var hann sera hugtikin av beiggjanum Kristin.) Tað stendur enn fyri mær sum ein vakur dreymur, eina ferð eg var sjúkur, at hann sat frammanfyri song­ ina og klipti út úr einum 5­oyra­Hurubergar­bílæti frá bókbindarinum (H. N. Jacobsens bókhandil heima í Losjuni) eina stóra ”gemsu”, sum hann hevði klistrað uppá pappír. Hesin maðurin æt Fríð­ rikur Fríðrikson. Hann hvarv aftur úr Føroyum og var hálvt um hálvt gloymd­ ur. Men í 1902 í november tá steig Fríðrikson aftur á land í Havnini. Nú var hann prestur við spidalskahospi­ talið í Reykjavík, og seinri havi eg hoyrt um hann sum oddamann fyri KFUM í Íslandi. Hann var aftur inni á gólvinum í Geil, át døg­ urða við okkum, og fró vóru vit øll at síggja okkara gamla vinmann aftur. Óivað vitjaði hann eisini Djurhuus og takkaði honum fyri síðst. Tá bróðursonurin, Janus skald, fór at studera, mundi óivað Djurhuus rætta hon­ um eina hjálpandi hond. Óla Jákup, faðirin, var lamin, og fortjenti ikki stórt, so úr Áarstovu fekk hann onga hjálp. Hugni í Vertshúsinum Meðan Djurhuus livdi var so hugnaligt á Vertshúsinum. Ikki spardi hann at ”pussa upp” innan, og pápi og Poul fingu manga daglønina har, tá teir málaðu stovur og kømur. Hvørt summar bøtti hann versthúsið uttan. Tað var so sikkurt, sum at summar fylgir eftir vetur, og eg minnist, at Mads A. Winther í eini grein í ”Baldursbrá”, har hann net­ upp vil sláa fast, at summ­ arið var komið, sigur:”…og Djurhuus var farin at bræða Vertshúsið.” So blivu vind­ eyguni málaði, trappuge­ lendarin smurdur, grundin hvíttað, og ”kassin” skein av nosligheit eins og Djur­ huus sjálvur. Og inni! Stov­ urnar vóru so hugnaligar og so gamaldags. Har hingu innrammaðar myndir av skipum (m.a. ”Great East­ ern”) flaggkort o.s.fr. Úti í tí hálvmyrku krambúðini stóðu høg gløs við ymiskum havdjórum ella vøkstrum í spiritus. Og so hitt lítla veðurhúsið við tveimum spískum torn­ um, ið stóð millum vind­ eyguni. Tað goymdi altíð nakað mystiskt yvir sær við konuni, sum kreyp inn um, tá regn var, og manninum sum tá kom út og umvent, tá gott veður var. Í kamarinum niðri undir (vindeygað út móti Fútastovuni) svav Djurhuus sjálvur, og líka skjótt Skeggja við, meðan hon livdi, men uppi á vóru fleiri fitt, hugnalig kømur. Har var ”greivakamarið”, gamla­ kamar, gula og gráa kamar, Knútsstovukamarið o.s.fr. Har hava mangir góðir menn hildið til. Har búðu Mads og Gunnar Winther í mong ár. Gunnar hevði gráa, Mads gula kamar. Eisini búi Jóannes Patursson her. Við hvørt plagdi Mads og eg at skriva til ”Bald­ ursbrá” heima á vertshús­ inum. Har blivu millum annað allar greinirnar um ”Trónda prest” skrivaðar. Ta fyrstu greinina skrivaðu vit í stovuni niðri undir, ið vendi móti ósannum. Djurhuus doyði í februar í 1908. Hann hevði tá ligið nakað leingi. Olevina var deyð nógv ár framman­ undan. Christian Edvard og Anna Katrina taka við Eftir at Hans Andreas Djur­ huus var deyður tók bróður­ sonur hanara Christian Edvard og kona hansara Anna Katrina við hotelli­ num. Hann doyði longu í 1916, og tá tók kona hansara við einsamøll. Hon rak hotellið fram til 1943, tá ið hon legði frá sær 71 ára gomul. Vit koma seinni at greiða frá teimum. Beinta nýggjur eigari Í dag eigur Beinta Háberg Jacobsen hesi søguligu húsini. Tey skulu framvegis vera eitt minni um ta gomlu Havnina, sum færri og færri minnast. Tað kann verða nevnt, at Eiler hjá Beintu plagdi at gista her, tá hann ungur kom til Havnar. Heimildir Petur Alberg Hanus Kamban Hendan myndin er tikin í gjár. Sigast kann, at at nógv er broytt seinastu 100 árini, men júst her er húsini púra óbroytt Nú (skrivað av Petur Alberg í 1923) eru 3 etagur á vertshúsinum. Tann 3. etagan mundi vera bygd 1904-5, tí í 1906 tá telefonirnar vóru bygdar í Føroyum, búði ingeniørurin har uppi. Síðan tá hevur stóra kamarið á hesi hædd verið kallað ingeniørkamarið. Í kamarunum, sum á hesi mynd sæst beint uppi yvir hurðini og skiltinum er greivakamarið. Uttast tv. er Fútastova. Ovara vindeygað er á kontórinum, niðara er í Ósastovuni. Ein stór stór stova sum fyrr var hand- gerningsskúli. Í fútastovuni var spældir sjónleikur, tá pápi og mamma vóru ung. Pápi spældi og eisini Elspa fastur (kona gamla Sloan). Myndina hevur Petur Alberg tikið Dia á Vertshúsinum saman við gestum Dia í durunum á Vertshúsinum Undir pakkhúsinum hjá Lützen, seinri hjá Carl á Lag t.h. liggja klæði av Vertshúsinum á bliki. Uttast t.v. er Fútastova. Aftanfyri hana hómast Vertshúsið. Mitt í myndini er Handilsforeiningin, nú Kafé Natúr. Uttast til høgru hómast húsini í Geil. Myndina hevur Petur Alberg tikið um aldarskiftið Komandi partur Komandi partur verður um Søren Müller, kendur frá Müllers pakkhúsi