hósdagur 8. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 5 - 8. januar 2009 ]
Derby
basti
United
Sera óvæntað eydnaðist
tað í gjárkvøldið Derby
at vinna 1-0 móti Man-
chester United í fyrru
hálvfinaluni í Liga-Cup.
Einsamalla málið í dyst-
inum skeyt Kris Com-
mons eftir hálvum tíma.
Leiðslan var fult uppi-
borin, tí Derby var støð-
ugt liðið, sum sýndi
størri vilja. Frá dystar-
byrjan spardi Manchester
United nakrar av stóru
profilunum, men hóast
Wayne Rooney, Ronaldo
og Michael Carrick allir
komu á vøllin í seinna
hálvleiki, eydnaðist ikki
at venda dystinum. Og í
veruleikanum var Derby
í tveimum førum heilt
nær við at økja um leiðsl-
una.
Talan var um fyrra
hálvfinalu í kappingini,
og verður retur-dystur á
Old Trafford í Manchest-
er um tvær vikur.
-mørk
Gunnar
Nielsen
aftur í
Blackburn
Føroyski Gunnar Nielsen
er nú aftur í Blackburn
Rovers. Seinasta hálva
árið hevur hann verið
knýttur at Motherwell,
har leiguavtala var gald-
andi fram til nýggjárið.
Gunnar Nielsen hevur
staðið í skugganum á
Graeme Smith allatíðina,
og fekk ongan dyst á
besta
liði
felagsins.
Hóast tað, so skrivar
heimasíðan hjá skotska
felagnum,
at
Gunnar
Nielsen stóð seg væl.
-uni
TB hevur
sett
venjaran
TB skrivar á heimasíðu
sínari, at Pól F. Joensen
skal standa á odda fyri
besta mansliði felagsins
í komandi kappingarári.
Aldursforsetin er tískil
til reiðar at royna seg at
stríða seg upp aftur mill-
um tey bestu í føroyskum
fótbólti.
-uni
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Høvuðseigarin av
Manchester City,
Mansour bin Zayed
al Nahyan, sum er
av kongaligari ætt í
Arabisku Emiratunum,
er nógv tann ríkasti
eigarin av einum
fótbóltsfelag. Fleiri
milliardingar eiga nú
ensk fótbóltsfeløg
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Norska blaðið, VG hevur
kannað hvørjir ríkmennirnir
eru í enska fótbóltsheimin-
um. Og eingin ivi eru um
fyrsta plássið.
Mansour bin Zayed al
Nahyan legði eina upphædd
á borðið til spælarakeyp í
januar, sum svarar til eina
miljard norskar krónur.
Á listanum yvir ríkastu
felags-eigarnar í Onglandi,
er tann 38 ára gamli Man-
sour klárt á odda. Við sínum
153 miliardum (norskar
krónur) eigur hann dupult
so nógvan pening, sum
Chelsea-eigarin,
Roman
Abramovic. 42 ára gamli
Abramovic eigur “bara”
71,6 milliardir í virðum.
Abramovic má enntá finna
seg í at verða vístur til 3.
plássið.
Ríkur indari
Nýggjur á listanum, og
framman fyri Abramovic,
er tann indiskt føddi, Laksh-
mi Mittal, sum eigur virðir
fyri tað, sum svarar til 128
milliardir norskar krónur.
Saman við Formel-1 miljar-
derunum, Bernie Ecclestone
og Flavio Briatore hevur
Mittal sprænt nógvan pen-
ing inn í London-felagið,
Queens Park Rangers.
Beckham ríkast
Millum fótbóltsspælarnar
er David Beckham nógv rík-
astur við sínum 1,3 miljard-
um. Á øðrum plássi er
Michael Owen hjá New-
castle, sum eigur góður 400
miljónir á bók. Enski lands-
liðsvenjarin og listasavnarin,
Fabio Capello liggur eisini
væl fyri við sínum 255
miljónum.
Italiumaðurin
hevur tryggjað sær eina løn
uppá 60 miljónir krónur.
Venjarin hjá Manchester
United hevur spart up virði
fyri 225 miljónir kr.
Venjarin hjá Arsenal eig-
ur virði, sum svara til 143
miljónir norskar krónur.
Her sæst yvirlitið yvir teir
20 ríkastu eigarnar, og 20
teir ríkastu fótbóltsspælar-
nar. Virðið er mett í norsk-
um krónum.
Ríkastu eigararnir
1) Mansour bin Zayed al Nahyan (Manchester City) 153 milliardir
2) Lakshmi Mittal við familju (QPR) 128 mia
3) Roman Abramovitsj (Chelsea) 71,6 mia
4) Joe Lewis (Tottenham) 25,6 mia
5) Bernie Ecclestone við familju (QPR) 24,5 mia
6) Stanley Kroenke (Arsenal) 23 mia
7) Alisher Usmanov (Arsenal) 15,3 mia
8) Lord Grantchester og Moores (Everton) 12,3 mia
8) Dermot Desmond (Celtic) 12,3 mia
10) Malcolm Glazer við familju (Manchester United) 11,25 mia
10) Lord Ashcroft (Watford) 11,25 mia
12) Simon Keswick (Cheltenham Town) 9,9 mia
13) Trevor Hemmings (Preston North End) 9,2 mia
14) Mike Ashley (Newcastle) 8,2 mia
15) Randy Lerner (Aston Villa) 7,7 mia
16) Tom Hicks (Liverpool) 7,2 mia
17) Walker-famijan (Blackburn) 6,75 mia
18) Mohammed Al Fayed (Fulham) 6,65 mia
19) Sir David Murray (Glasgow Rangers) 6,14 mia
20) Steve Morgan (Wolverhampton) 4,1 mia
Ríkastu spælararnir
1) David Beckham (LA Galaxy) 1,28 mia
2) Michael Owen (Newcastle) 409 mió
3) Wayne Rooney (Manchester United) 358 mió
4) Rio Ferdinand (Manchester United) 286 mió
4) Robbie Fowler (Uttan felag) 286 mió
4) Sol Campbell (Portsmouth) 286 mió
7) Ryan Giggs (Manchester United) 235 mió
8) Michael Ballack (Chelsea) 205 mió
8) Frank Lampard (Chelsea) 205 mió
10) Steven Gerrard (Liverpool) 194 mió
11) Cristiano Ronaldo (Manchester United) 184 mió
12) John Terry (Chelsea) 174 mió
13) Didier Drogba (Chelsea) 153,5 mió
14) Nicolas Anelka (Chelsea) 143 mió
14) Damien Duff (Newcastle) 143 mió
16) Dimitar Berbatov (Manchester United) 133 mió
16) Ashley og Charyl Cole (Chelsea) 133 mió
16) Fernando Torres (Liverpool) 133 mió
19) Emile Heskey (Wigan) 123 mió
20) Gary Neville (Manchester United) 120 mió
Milliardingar taka yvir
Mansour bin Zayed al Nahyan, sum her sæst saman við venjaranum hjá Manchester City, Mark Hughes, er ríkastur av øllum eigarum av feløgum í enskum fótbólti
Mynd: Polfoto/AP
FAKTA