Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2009 5 Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið um stuðul og verið við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál! SamVit bjóðar til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkamál. Til endamálið eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk. Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum. Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum SamVit stuðlar við. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av, at verkætlanin er av slíkari stødd, at stuðul kann verða latin. Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virki/feløg ganga saman, hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til. Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski parturin í verkætlanini fær stuðul. Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki. Upplýsingar Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá: s endamáli s kostnaðarætlan s fíggjarætlan s tíðarætlan s samstarvspørtum Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast SamVit á serligum umsóknar- blaði, ið kann takast niður á www.samvit.fo, og sum annars er at fáa frá SamVit. Meira fæst at vita við at venda sær til Per Hansen á tlf. 30 69 00. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 30. januar 2009. Ein millión til at marknaðarføra Føroyar SamVit · undir Bryggjubakka 12 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn Tlf +298 30 69 00 · Fax +298 30 69 01 · www.samvit.fo Starvsfólk til umsiting av aliloyvum v.m. søkist Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av at leggja sínar fyri­ sitingarheimildir sambært løgtingslóg nr. 70 frá 9. juni 1988 um aling av fiski v.m., tó undantikið tær í §§ 5, 6, 9, 10 og 11 nevndu, til Skráseting Føroya at umsita. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at lata, broyta og taka aftur loyvi at ala á sjógvi og landi og verður hetta gjørt í tøttum samstarvi við aðrar avvarðandi stovnar, so sum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landsverk og Umhvørvisstovuna. Starvið er hálvtíðarstarv og kann møguliga eftir nærri avtalu røkjast saman við øðrum starvi ella verða partur av einari seniorskipan. Vit søkja tí eftir einum fólki sum hevur áhuga, áræði og royndir at umsita eitt øki, sum av landsstýrinum er mett at verða eitt vinnuligt satsingarøki. Førleikakrøv eru útbúgving á master­ ella bachelorstøði og annars hóskandi royndir. Til rætta fólkið bjóða vit spennandi starv í góðum arbeiðsumhvørvi. Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir skulu sendast til Skráseting Føroya, Sigmundargøta 13, Postboks 264, 110 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 26. januar 2009. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristin Balle, deildar­ leiðara ella Tommy Petersen, stjóra á tel. 356010. Skráseting Føroya er stovnur, sum umsitur lógirnar um vinnufeløg, vinnu­ rekandi grunnar og ársroknskaparviðurskifti og viðurskifti viðvíkjandi grann­ skoðan. Stovnurin húsast saman við, og er undir somu leiðslu sum Skipaskráseting Føroya og Føroya Altjóða Skipaskrá.