Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti 5 nógv. Í Klaksvík, sum er umgyrd av høgum fjøllum og nógvum fiskaríið, hava fleiri vanlukkur staðist av omanfalli og á sjónum. Ein partur av arbeiðnum hjá presti er at fara við deyðsboðum, tá vanlukka hevur verið í presta­ gjaldinum. – Tað arbeiðið hevur løgreglan yvirtikið, men her í Klaksvík hava teir ofta heitt á prest um at bera boðini. Presturin kann steðga hjá teimum syrgjandi, og vera um tey og troysta tey. Tey gerast sjálvsagt kedd, og tey gráta nógv, tá ein kemur við slíkum boðum. Men tað er gott at gráta, tí tá grætur mann sorgina út. Tað kann vera tungt, at hava við menniskju at gera, men mær hevur hevur altíð dámað tað væl. – Boðini skulu gevast varðliga til tey, ið syrgja. Tað er hart og slítandi, og mann situr ofta hjá teimum allan dagin. Ja, ofta eri eg komin heim aftur, og havi kent meg púra útlúgvaðan. Seinasta prædikan Niels Pauli Danielsen hevur eisini verið virkin í politikki og sum blaðmaður. Fyrst í Tjóð­ veldisflokkinum, men tá flokkurin snaraði ov nógv til vinstru, fór hann upp í Kristiliga Fólkaflokkin, har hann eisini sat sum formaður í árunum 1991 til 1994. Harafturat hevur hann skrivað søguligar greinar um kirkjusøgu fyri Kirkjutíðindi, sum hann eisini ritstjórnaði, og á Fjúrtanda hevur hann starvast sum blaðmaður. Seinastu árini hevur hann tó burturav starvast sum prestur, og havt tær uppgávur um hendi, sum hoyra til prestastarvið. – Eg hevði mína seinastu gudstænastu Gamlaárskvøld í Kunoy. Tað var eisini á prædiku­ stólinum í Kunoy, at eg hevði mína fyrstu prædiku. Tað var í 1964, tá eg var undir lesnaði og var heima í summarfrí. – Tað er ein lætti at gevast nú. Fyrst fari eg at hvíla meg, og so at gera klárt til at flyta. Hann avdúkar í sama viðfangi, at hann ikki ætlar at sleppa gudfrøðini heilt, hóast hann leggur frá sær sum prestur. Nú fer hann at brúka tíðina til at gera tað, hann ongantíð fekk tíð til í krevjandi prestastarvinum, og ovast á arbeiðslistan hevur hann sett gransking í søguni hjá kirkjuni og í trúarlæruni. Nú hann leggur frá sær sum prestur í starvi, noyðist hann at lata prestagarðin í Klaksvík til annan prest. Í staðin hava hann og konan keypt sær hús við Varðabúð í Havn, har tey fara at byggja sær eitt nýtt heim upp. Og á 1200 fermetra økinum, ið hoyrir til húsini, er stórur urtagarður gjørdur. Í 40 ár hevur Niels Pauli Danielsen starvast sum prestur, 29 av teimum í kirkjuni í Klaksvík. Eitt skifti ivaðist hann í um hann skuldi gerast prestur, ella um hann skuldi gerast cand.mag við latíni og grikskum máli, sum hann var stinnur í. Nú tíðin sum prestur í starvi er av, fer hann at takast við gransking í gudfrøðini Myndir: Jens Kristian Vang