Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 6 - 9. januar 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Gaza: politisk loysn neyðug Støðan í Gaza nærkast nú humaniterari katastrofu. Síðan álopini á Gaza hava um 800 fólk latið lív – av hesum eru 220 børn. Ein skal vera meira enn harðhjartaður fyri ikki at hava samkenslu við hesum neyðars menniskjum, sum eru stongd inni á einum lítlum øki, sum ikki sleppa til rýmingar og sum hvørki hava reint vatn, streym ella brenni. Hernaðarliga aftursvar Ísraels til rakettálopini frá Hamas er heilt uttan lutfall. Her er talan um eitt álop av apokalyptiskum dimensiónum á eitt púra verjuleyst landsfólk. Ísrael hevur sjálvsagt rætt at verja seg, men henda púra eirindaleysa hevndin inn á heimafólkið fyri rakettálopini frá Hamas kann á ongan hátt verjast. Tað verður í altjóða høpi gitt um orsøkir til hesa ótálmaðu og harðrendu herferð. Talan er ivaleyst um bæði innlendis so væl sum uttanríkispolitiskar orsøkir. Uttan mun til hvørjar orsøkirnar eru, so kann heimssamfelagið ikki sita hendur í favn og óvirkið líta at hesum ræðuliga sorgarleiki. ST trygdarráðið hevur samtykt at heita á partarnar um at binda frið og at gera avtalu um vápnahvíld. Í Cairo sita partarnir við samráðingarborðið, og tíðindini frá hesum samráðingum eru ymisk. Stundum ljóðar, at nú er semja um vápnahvíld komin undir land og stundum verður sagt, at partarnir standa langt frá hvørjum øðrum. Fyrr ella seinni fer stríðið í Gaza at enda við vápnahvíld. Tann stóri spurningurin er: hvat so? Ísrael vinnur ikki varandi friðin við hesari herferðini. Landið kann sjálvsagt fara so harðliga fram, at Hamas einki hevur í at velja uttan at binda frið. Trupulleikin hjá Ísrael er bara, at mótstøðan móti Ísrael veksur fyri hvønn dag, ið álopini standa við eins og hatrið bert veksur. Tað er so satt, sum tað er sagt, at fyri hvørja bumbu, sum Ísrael kastar yvir Gaza, skapar Írael samstundis 100 nýggjar yvirgangsmenn, sum fara at hevna seg á Ísrael og á vinir Ísraels kring heimin. Hvussu fæst ein varandi friður í lag í Palestina? Svarið er enn sum áður, at friðurin bert kann vinnast við einari politiskari loysn, sum allir partar góðtaka og sum stórveldini, fyrst og fremst USA, borga fyri. Henda loysn krevur, at allir partar boyggja seg og gera upp við gamlan og fastlæstan hugburð. Ísrael noyðist at viðurkenna ein frælsan og suverenan palestinskan stat og viðurkenna mørkini fyri seks daga kríggið í 1967. Hartil má hesin statur hava eystara part av Jerusalem sum høvuðsstað, soleiðis, sum ST lovaði palestinska upprunafólkinum í 1948. Hamas, Fatah, Hizbolla og arabiski heimurin má viðurkenna Ísrael og rætt Ísraels at vera til. Hesar eru sambært altjóða eygleiðarar tær fortreytir, ið skul verða loknar, um ein varandi og tryggur friður skal fáast til vega í hesum parti av Miðeystri. Tað verður ikki nakar lættur setningur, tí her eru so nógv ymisk áhugamál og stríðsmál av politiskum, búskaparligum, mentanarligum og átrúnaðarligum slagi. Men hendan er leiðin, sum ST, stórveldini, Ísreal og arabisku tjóðirnar mugu ganga, um tann friðurin skal vinnast. Í morgin er Gazagonga í Havn. Vónandi er hon við til at loysa upp fyri, at eisini føroyingar skilja støðuna enn betri. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Óegnað sum mannaføði Seinastu tíðina hevur verið kjakast um grindina, tvøst­ ið og spikið, og tann skaða hon ger á fólk. Øði kom í, tá ið Landslæknin (LL) sendi út tilmæli, ið heitti á fólk um at gevast at eta grind yvirhøvur. Niður­ støðan er, í stuttum, at grindin er óegnað sum mannaføði, og tí eiga vit at halda uppat at eta grind og spik ella, sum suðuroyingar siga, tvøst og spik. Alt er grundað á tær vísindaligu kanningar, sum Pál Weihe (PW), yvirlækni, hevur gjørt og funnið fram til. Kyksilvur og onnur eiturevni Einki er at ivast í, at kyk­ silvur, PCB eins og DDT eru skaðilig fyri okkum menniskju. Í tilráðingini frá Landslæknanum verður sagt, at grindin er verri dál­ kað nú, enn hon hevur ver­ ið ­ tí henda tilráðing. Men í frágreiðing frá US (Um­ hvørvisstovuni, www.us. fo) stendur soleiðis tann 01.12.2008 (endurgeving): “Samanumtikið síggjast smáar ella ongar broytingar í innihaldinum av kyksilv­ uri og PCB í grindahvali, bert fyri DDT, har vit síggja minking í grinda­ spiki sum heild (sjálvt um innihaldið í vaksnu kvenn­ hvalunum ikki er minkað). Kanningar av grindahvali standa á skránni eisini í komandi ári, og sum tal­ grundarlagið styrkist fara eisini neyvari og haldbetri tulkingar at kunna gerast. Vit vilja tó gera vart við, at úrslitini eru fyribilsúrslit, og at kanningarnar fara at verða almannakunngjørdar í einum størri samstarvi við altjóða granskarar, sum umfatar eina røð av kann­ ingum av hvali, kópi, fiski, fugli og øðrum, men hetta verður ikki fyrr enn í 2009.” (endurgeving liðug). Uppruni til kyksilvur Grundað á kanningarnar hjá PW hevur LL sum áður nevnt rópt varskó. Men tað, sum tykist vera illa undirbygt, er, at aðrar orsøkir til kyksilvur og annað eitur verða ikki nevndar. Eftir sending í Útvarpinum fyrr í vetur gjørdu fleiri fólk vart við, at tey ella børn teirra, ið høvdu verið við í sonevndu kyksilvurkanningini, høvdu ikki etið grind og spik, men kortini høvdu tey eins nógv kyksilvur sum tey, ið høvdu etið grind. Onnur gjørdu vart við, at eftir at tey høvdu fingið skift amalgamfyll­ ingar í tonnunum út, fingu tey tað nógv betri. Onkur annar gjørdi vart við, at nøgdin av kyksilvuri í t. d. hemara er ikki økt síðan tíðarbilið millum báðar heimsbardagarnar. Vit vita eisini, at ávís nøgd av leysum kyksilvuri er og hevur verið í náttúruni í øldir. Tí er spurningurin: Eru aðrar orsøkir til, at fólk fáa kyksilvur og annað eitur í seg enn bara grind­ in? Hvussu reint er avfall­ ið? Hvussu er vorðið við aðrari føði, sum vit keypa úr útlondum? Ella kanska okkurt heilt annað? Sjúkur Nevnt verður, at kyksilvur, PCB og annað er sjúku­ elvandi. Væl kann tað vera rætt, men her á landi er møguleikin fyri arvaegin­ leikum kanska størri, enn hann er aðrastaðni, tí vit eru øll meiri ella minni skyld við hvør annan. Tað eru aðrar arviligar sjúkur dømi um. Váðin fyri, at títtleikin á arviligum sjúkum økist her á landi, er kanska størri enn í øðrum londum. Er tað kannað? Gagnligir eginleikar Fyrr hevur verið sagt, at matur úr sjónum, eisini grind/spik, hevur verið góður fyri mangt, m. a. æðrasjúkur, ið eisini verða skýrdar vælferðarsjúkur. Sleppa vit grindini, missa vit tann lekidómin ella ta fyrbyrgingina og verða kanska rikin til at eta ann­ að, sum er ikki eins gott. Somuleiðis hevur verið sagt, at selen í spiki verjir móti tí skaða, sum kyksilv­ ur kann gera. Spurningurin er eisini, hvussu ofta vit fáa grind og spik, tá ið vit hugsa um upphópaðu nøgdina av kyksilvuri og øðrum vandamiklum evnum í longdini. Onnur føði Eingin ivi er um, at kann­ ingin av grindahvali er bæði góð og hent, men um hon ger, at vit fara at eta aðra føði, sum er ikki kannað og kanska er skaði­ ligari enn grindin, er lítið vunnið. Tí hevði verið gott, um annar matur varð eins væl kannaður og grindin, tí tá hava vit nakað haldgott og álítandi at halda okkum til. So seint sum í desemb­ ur í fjør dró írska stjórnin alt svínakjøt innaftur av ótta fyri dioxini, ið sigst vera krabbameinselvandi! Niðurstøða Við tí í huga, 1. at grindin er ikki verri dálkað nú, enn hon hevur verið sambært US, 2. at fólk, ið hava ikki etið grind og spik, bera eins stórar nøgdir av kyk­ silvuri og tey, ið hava etið grind og spik, og 3. at ikki hevur verið hugt eftir, um aðrar orsøkir kunnu vera til verandi støðu, ætli eg mær at halda meg til næstsein­ astu tilráðing, ið mælir til at eta grind og spik í avmarkaðum nøgdum. Ringt er at fáa hendur á hesari føði, og sostatt er avmarkað, hvussu nógv verður etið og harvið hópað upp í likaminum. Prógvini fyri, at grindin er einasta orsøk til framman­ fyri nevndu dálking, mugu leggjast á borðið. Gjøgn­ umskygni er gandaorðið í okkara tíð. Um kanning­ arnar kunnu fáa heimsins ríki at avmarka dálkandi útlát, hava tær verið gagn­ ligar fyri okkara eftirkom­ arar, um ikki annað, men enn er langt eftir á mál! Áhugavert hevði verið at frætt meira frá fólki um henda spurningin. Sjálv­ andi skulu vit at lurta eftir serkunnleikanum, ið sigur, at kyksilvur, PCB, DDT og onnur eiturevni eru ikki at spæla við og kunnu skaða á ymiskan hátt! Í grinda­ spurninginum eigur ein og hvør at taka støðu eftir egnari sannføring. Grinda(av)boð hajah@olivant.fo HANS J. HERMANSEN Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.