Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti 13 ára aldur, tá abbi – ella rættari – pápi hennara fórst. Hendingin kom merkja hana sera nógv, og hon er nokk tann, sum hevur tosað mest um tann stóra missin fyri familjuna. Á eini mynd, sum eg eisini eri uppvaksin við á vegginum (myndin omanfyri), har omma hevur latið seg avmyndað saman við børnunum, tá fjórða barnið var komið í verðina – og sum eftir myndini at døma er tikin á leið eitt ár eftir hendingina – kann ein í teimum álvarsomu eygnabráðunum týðuliga síggja, at familjan er rakt. Líðingarnar hjá hesum familj­ um, sum sótu eftir við ongum forsyrgjara, kunnu vit bert hugsa okkum til. Tíðirnar vóru ringar og versnaðu árini eftir, til fiskaprísirnir náddu botnin í 1929. At koma undan og geva børnunum mettuna, var ivaleyst ein kampur hvønn einasta dag. Nýggj minnispláta Ein gravsteinur varð reistur yvir teir 17 sjólætnu mennirnar í gamla kirkjugarðinum í Reykjavík beint omanfyri Tjørnina. Oman á gravsteinunum stendur: »Hvil i fred, og Gud i vold være eders sjæle, om jeres grav, blev bølgen kold, eller her i dvæle.« Á forsíðuni á steinunum stend­ ur: »Til minde om 17 færøske fiskere, der forliste med kutteren Anna af Tofte ved Grindavik 5. april 1924. 14 hviler her.« Dagfestingin er ikki heilt røtt, tí sambært íslendskum eygna­ vitnum fór hendingin fór fram um kvøldið 4. apríl. Níggju av manningini vórðu funnir næstan beinanvegin, meðan fimm róku upp nakað seinni. Tríggir komu ongantíð aftur í aftur. 84 ára gamli pápabeiggi mín, Jákup Michael Mikkelsen á Toftum, sum er uppkallaður eftir abba – ella pápa sínum – tók í fjør stig til at gera eina minnisplátu á Grótvirkinum í Skopun, har øll nøvnini á teim­ um sjólætnu standa á. Í heyst vóru hann og Ove Heinesen úr Leirvík, sum var abbasonur ein av manningini, í Reykjavík við talvuni at seta á grøvina við síðuna av steininum, so eftir­ tíðin ikki gloymir, hvørjir hesir mennirnir vóru, sum funnu sína vátu og køldu grøv eitt myrkt illveðurskvøld fyrst í apríl 1924. Við hátíðarløtuna leygardagin 13. september vóru sendikvinnan í Reykjavík, Gunvør Balle, hjá­ stødd, saman við einum sangara úr Kallakór Reykjavíkur, ið sang tveir sangir. Hesi álvarsomu eygnabráðini kundu bent á, at tað er lutfalsliga stutt síðani, at familjan er rakt av sorg, tá pápin og maðurin fórst í skipsvanlukku. Kvinnan er omma min, Karolina Mikkelsen, ið var ættað úr Kollafirði, og sum eg eri uppkallaður eftir. Hon var bert 29 ár, tá hon gjørdist einkja við hesum fýra børnunum. Harafturat tók hon eitt fimta barn til sín til fosturs frá beiggja sínum, tá hesin gjørdist einkjumaður og sat eftir við uppaftur fleiri børnum. Børnini á myndin eru (eftir aldri) Davina, Palma, Hans (pápi mín) og Jákup Michael. Síðstnevndi er uppkallaður eftir pápa sínum, tí hann ikki varð føddur fyrr enn um heystið í 1924, sum skipsvanlukkan hendi um várið sama ár Meðan enn alt stóð væl til hjá teimum báðum ommu og abba. Karolina Mikkelsen ættað úr Kollafirði, sum doyði 79 ára gomul í 1974, og Jákup Michael Mikkelsen av Toftum, ið gekk burtur við slupp undir Íslandi í 1924 bert 30 ára gamal Hendan minnisplátan við nøvnunum á teimum sjólætnu umborð á sluppini Onnu av Toftum varð sett upp tíðliga í heyst. Umframt abba mín, Jákup Michael Mikkelsen av Toftum, var ein ommubeiggi mín, Hans Andreas Hansen úr Saltnesi, við sama túrin. Hann var bert 14 ára gamal, men longu tá tiltikin góður svimjari og var eftir øllum at døma tann einasti, sum náddi at svimja til lands. Tað sást á neglunum á honum, at hann hevði roynt at stríðst seg upp á land, men er helst deyður av løstum, sum hann fekk í høvdið í nógva briminum í fjøruni Mynd: Kári Mikkelsen Gravsteinurin yvir teir 17 sjólætnu føroysku sjómennirnir í gamla kirkjugarð­ inum í Reykjavík. Nøvnini standa ikki á sjálvum steininum, men á nýggju minnisplátuni til vinstru, sum sonur (pápabeiggi mín) ein av manningini av sama navni, Jákup Michael Mikkelsen, tók stig til at seta upp í fjør Mynd: Kári Mikkelsen