Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2009 Føroyskur dansur í Jómsborg Jómsvikingar fara fram til føstulávint hvørt hós­ kvøld klokkan 18, at hava føroyskan dans og møgu­ liga dansispøl í Jómsborg fyri børnum og ungum. Vant verður til Landsbarnastevnina, sum verður í Suðuroy í apríl. Foreldrini eru eisini vælkomin at vera við. Hetta er eisini ein roynd at stimbra og kveikja meira lív í føroyska dansin í Vági, sum ikki hevur tað serliga gott. Hetta veit Suðuroyar­ portalurin, www.sudurras.fo, at fortelja í dag. Eik deild í Saltangará nýtt andlit Høvuðsdeildin hjá Eik Banka í Eysturoy er í Saltangará, og deildarbygn­ ingurin er nú liðugt høvuðsumvældur uttan. Teknistovan við Eyðuni Peter­ sen, arkitekti, hevur teknað bygningin, og Sp/f Heildarverk við Jan Mohr hevur staðið fyri arbeiðnum. Onkrar broytingar eru eisini gjørdar innan. Millum annað er ein útbygningur gjørdur móti sjónum, og hann ger, at hølið virkar munandi rúmligari og opið. Tey, sum spáka sær framvið ella støkka inn á gólvið leggja helst til merkis broytingina og síggja kanska eisini, at nýggir lýsingaskíggjar eru í vindeygunum. Við skíggjunum hava fólk møguleika skjótt og væl at kunna seg um tiltøk í og tilboð frá Eik. tóm bítast hestarnir Russlandi. ­ Síðan strandalandakvot­ an varð ásett í 2006, hevur Rusland fingið í miðal ein triðing av kvotuni. Hetta svarar eisini væl til søguligu tølini seinastu 10 árini. Men í 2009 fer Rusland avstað við 70% av føroysku kvot­ uni, og harumframt fáa russar eisini meira enn helmingin av vøkstrinum í makrelkvotuni. Alt hetta er gjørt fyri, at vit skulu fáa meira tosk í Barentshavinum, og hetta økir soleiðis um veiðivirðið hjá flakatrolarunum. ­ Tað skal vera teimum væl unt, leggur felagið aftrat. Vánalig útlit Útlitini hjá nótaskipunum eru ikki góð í verandi støðu. ­ Í 2006 og 2007 fiskaðu tey sjey nótaskipini 240.000 tons av svartkjafti hvørt árið, og í fjør fiskaðu tey 180.000 tons. Felagið vísir á, at í 2007 var svartkjafturin umleið 60% av inntøkugrundar­ lagnum hjá einum miðal nótaskipi, men í 2009 verða bert nøkur fá túsund tons til hvørt skipið. ­ Vit mæla tí landsstýris­ manninum í fiskivinnu­ málum staðiliga til at luta tað sindrið, ið eftir er av svartkjaftakvotuni í 2009, til tey skip, sum hava bygt svartkjaftafiskiskapin upp gjøgnum nógv ár. Hetta eru feløg, ið hava tikið váðan við at byggja ella at keypa stór og dýr skip til hesa vinnu. Hetta er neyðugt, sigur felagið, um menningin av hesi vinnu, sum hevur kost­ að nógvan pening og orku at byggja upp, kann halda fram. ­ Hetta er eisini neyðugt fyri at tryggja, at arbeiðið við at virðisøkja hetta týdningarmikla tilfeingi hjá Føroyum kann halda fram. Stórar eindir Felagið Nótaskip vísir á, at gongdin í pelagisku vinnuni í Norðuratlantshavi seinastu árini hevur verið, at vinnan bæði á sjógvi og landi er savnað í nøkrum fáum stór­ um eindum, og skulu Før­ oyar standa seg í hesi kapp­ ing í framtíðini, er neyðugt, at føroysku feløgini í uppistjóvarvinnuni hava eitt nøktandi grundarlag at byggja á. ­ Skalt tú reka pelagisku vinnuna lønandi er neyðugt við íløgum í stór og dýr skip, og tað krevur eitt rími­ liga stórt avlop í rakstrinum, skulu reiðaríini klára at yvirliva og gjalda hesar íløgur aftur. Í løtuni byggja reiðarí í Felagnum Nótaskipum tvey nýggj pelagisk skip fyri ein kostnað upp á meira enn eina hálva miljard krónur. ­ Hesar verkætlanir hava til endamáls at virðisøkja svartkjaftatilfeingið. Tí er okkara inniliga áheitan á landsstýrismannin í fiski­ vinnumálum ­ og á alla politisku skipanina annars ­ at útluta tað, ið er av svartkjafti til skipini í 2009, til skipini hjá reiðaríunum, sum veruliga hava fiskað svartkjaft, sigur Felagið Nótaskip í skrivinum til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard. - Skalt tú reka pelagiska vinnu lønandi er neyðugt við íløgum í stór og dýr skip, og tað krevur eitt rímiliga stórt avlop í rakstrinum, skulu reiðaríini klára at yvirliva og gjalda hesar íløgur aftur, sigur Felagið Nótaskip í mótmælisskrivi til landsstýrismannin, Jacob Vestergaard Mynd: Vilmund Jacobsen ” Útlitini hjá nótaskipunum eru ikki góð. Í 2007 var svartkjafturin umleið 60% av inntøkugrundarlagnum hjá einum miðal nótaskipi, men í 2009 verða bert nøkur fá túsund tons til hvørt skipið… Felagið Nótaskip