fríggjadagur 9. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
Vikuskifti
12
mítt land
Føroyar
Myndin av honum hongur fram
vegis á vegginum í barndóms
heiminum, og eg havi altíð fingið
at vita, at eg líkist honum, sjálvt
um hann doyði 37 ár, áðrenn eg
var føddur. Ja, ikki eingang pápi
mín kom at kenna hann, tí hann
var bara eitt sindur meiri enn
hálvt árs gamal, tá abbi fórst í
eini skipsvanlukku.
Soleiðis hevur verið hjá
mongum føroyskum familjum,
har so nógvir mans eru farnir
á sjónum. Í okkara familju var
feigdardagurin ella feigdarkvøldið
4. apríl 1924. Illveður var í Íslandi,
og sluppin Anna, sum abbi var
við, legði seg at kroka undir landi,
men rak eftir øllum at døma inn
í brimið og fór á land við Staðar
berg vestanfyri Grindavík á
Suðurlandinum.
Ongin av teimum 17 monnunum
kom frá hendingini við lívinum,
og eftir komu at sita eini 30
faðirleys børn. Og Toftir, har Anna
hoyrdi heima, var serliga hart
rakt, tí sjey av monnunum vóru
av Toftum. Heili 20 børn í eini
luftalsliga lítlari bygd tá, mistu
pápa sín hesa illveðursnátt undir
íslendska Suðurvesturlandinum.
Fýra av hesum vóru pápi mín
og systkin hansara. Ella rættari,
tey vóru trý, tá vanlukkan hendi,
meðan tað fjóra – ein pápabeiggi
mín – varð føddur nakrar mánar
aftaná.
Hjá abbasystir míni var upp
aftur verri statt. Har gjørdust sjey
dreingir farðirleysir. Hvussu hart
hetta hevur rakt, ber als ikki til at
ímynda sær fyri okkum, sum ikki
hava upplivað hetta. Eg minnist
ongantíð ommu mína hava tosað
um hendingina við meg – kanska
tí hon doyði longu, tá eg var 13
ára gamal. Men hetta merkti
hana nógv, tí sjálvt um hon ikki
hevði fylt tredivu, tá hon gjørdist
einkja, gekk hon í svørtum líka til
sín doyggjandi dag; 79 ára gomul
og eftir øllum at døma útslitin.
Einkja tók barn til sín
Sum Theodor Poulsen, abbasonur
skiparan á Onnu og uppkallaður
eftir abba sínum, segði við eitt
minningarhald í Reykjavík í 1999.
»Ein einkju, ið sat eftir við fýra
børnum, fann kreftir til at taka
eitt barn afturat til uppfostran.«
Kvinnan, hann sipar til, var
omma mín, sum enntá hevði
kreftir at taka eitt eitt barn til
sín afturat. Tað var frá beiggja
hennara í Kollafirði, sum hevði
mist konuna. Orsøkin var ivaleyst,
at hann sat einsamallur eftir við
uppaftur fleiri børnum.
Í minningartaluni, sum er endur
givin í FF Blaðnum 26. august
1999, segði Theodor Poulsen
eisini:
»Líðingarnar hjá hesum kvinn
um, sum sótu eftir við ongum
forsyrgjara, kunnu vit bert hugsa
okkum til. Hesar kvinnur blivu
ikki pyntaðar við riddarakrossum
ella øðrum stási. Tær stríddu seg
gjøgnum lívið við einum øðrum
krossi fyri eyga. Tað er torført at
ímynda okkum støðuna umborð
á Onnu hetta vanlukkukvøldið í
1924. Útgerðin umborð á gomlu
sluppunum var kumpass og segl,
so tá veður og streymur ikki
var til vildar, ja, so hendi tann
vanlukkan, sum vit minnast í
dag. Útgerðin umborð á skipum
og bátum í dag er nógv og góð.
Skipini hava stórar motorar. Vit
hava radarar, gyrokumpass, loran
c, satellittnavigatión, ekkolodd,
plottara og aðra útgerð, umframt
veðurforsagnir fleiri ferðir um
dagin. Frá Onnu bar ongin boð í
bý, so vit kunnu bert gita, hvat
hendi har umborð. Hendingin
var skelkandi, bæði fyri fólkið í
Grindavík, sum sóu líkini reka upp
á land, og skelkurin var ikki minni
heima í Føroyum, tá boðini komu
fram.«
Og Theodor Poulsen leggur
afturat: »Søgan um hendingina,
tá Anna gekk burtur, var ein
partur av barnalærdómi okkara.
Óverulig, tí vit høvdu ongantíð
kent abbar okkara og kortini
verulig, tí hon var ein partur av
lívinum hjá foreldrunum.«
Børnini merkt av
sorgarleiki
Og sjálvur má eg ásanna, at
hetta merkti foreldur okkara,
sum tá vóru børn. Í okkara føri
pápa mín, pápabeiggja og tær
báðar fastrarnar. Hvussu tungt
tað átti at vera at vaksa upp uttan
ein pápa, sum fyri tað fyrsta
var forsyrgjarin, men sum eisini
skuldi havt tikið lut í uppalingini.
Og ikki minst hetta; at hava ein
pápa at síggja upp til og stuðla
seg til.
Pápi mín tosaði ikki nógv um,
hvussu tey sum familja komu
ígjøgnum barnaárini, men eg
haldi, at hetta merkti hann alt
lívið. Hann leit ongantíð upp á,
at onkur annar skuldi gera tingini
fyri hann, men vildi klára alt
sjálvur.
Einasta av børnunum, sum
minnist abba okkara, var elsta
fastir mín, sum nú er 88 ára
gomul, men sum var undir fýra
Tá havið
tók abba
Løgið at hava ein abba, sum tú
bara hevur hoyrt um og ongantíð
kent. Og enn tá hoyrt um frá
øðrum, har tey flestu heldur
ongantíð hava kent hann. Sum
við so nógvum øðrum føroyskum
monnum, er orsøkin tann, at
hann gekk burtur á ungum árum
Skipsvanlukka
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Hetta er møguliga seinasta myndin, ið er tikin av abba. Sum vera man sóu
fólk fyrr í tíðini eldri út, enn tey gera nú á døgum. Abbi, Jákup Michael
Mikkelsen, var bert 30 ára gamal, tá hann fórst
Tveir faðirleysir smádreingir. Vinstrumegin pápi mín, Hans Mikkelsen, og
høgrumegin yngri bróður hansara, Jákup Michael Mikkelsen, ið ikki var føddur,
tá pápi teirra fórst undir Íslandi í 1924