Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2009 Málið um ídnaðar­ skipini, sum tað almenna í sínari tíð keypti út úr føroysk­ um sjóøki, hevur nógvar ferðir verið uppi og vent, tá kvotur í føroyskum sjógvi skulu býtast, og soleiðis er aftur hesaferð Kvotabýti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eftir at Fiskimálaráðið í vikuni hevur útlutað ein part av lítlu svartkjafta­ kvotuni, sum føroysk skip kunnu fiska í 2009, hevur Felagið Nótaskip gjørt vart við síni sjónarmið í hesum máli. Orsøkin til, at Fiski­ málaráðið nú hevur gjørt eina fyribils útluting av einum parti av okkara kvotu, er, at skipini skulu sleppa til fiskiskap. Sambært Fiskimálaráðn­ um verður endaliga kvota­ býtið ætlandi ásett seinni í hesum mánaðinum. Felagið Nótaskip hevur viðgjørt støðuna og hevur í vikuni sent Jacobi Vester­ gaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, eitt skriv, har felagið mót­ mælir býtinum. Selja kvotur Í mótmælinum átalar felag­ ið serliga, at svartkjafta­ kvota verður tillutað skip­ um, ið ikki fiska svartkjaft, sum felagið tekur til. Felagið Nótaskip held­ ur, at eitt grundsjónarmið í fiskivinnupolitikkinum eigur at vera, at eingin kann fáa tillutað kvotu einans við tí endamáli at selja hana víðari. Á hesi opnu hyggja vit nærri at mótmælisskrivi­ num, sum felagið hevur sent, og vit hyggja eisini nærri at málinum í síni heild. Felagið Nótaskip mótmælir, at Fiskimálaráðið tillutar svartkjaftakvotu til skip, sum ikki veiða svartkjaft Nótaskip mótmæla kvotabýti Heimsins mest irriterandi uppfinning Bretar hava talað. Heimsins mest irriterandi uppfinning er bæði larmandi og asosial. Á einum greiðum fyrstaplássi er nevnliga karaokeanleggið. Tað skrivar bretska avísin The Independent. Tann japanska uppfinningin, sum síðan tað varð uppfunnið hevur oyðilagt – ella í summum førum lyft ótalligar veitslur, fekk heili 22 prosent av atkvøðunum. Kane Kramer, formaður fyri bretska felagið fyri uppfinnarar, hevur eina frágreiðing upp á hví so nógvir bretar hata karaokeanleggið. – Tað er eitt asosialt fenomen, ið kann oyðleggja sjálvt ta bestu veitsluna, meinar hann.­ Tá fólk syngja karaoke, hugna tey sær, men sum áskoðari stendur tú bara og hyggur at nøkrum, ið ikki dugir at syngja, og tað er ikki serliga stuttligt at lurta at, sigur Kane Kramer. Ovast á listanum yvir 9 tey mest irriterandi uppfinnilsini eru Karaoke anleggið við 22 prosentum, 24­tíma ítróttarkanalir við 17 prosentum og spælikonsollin við 12 prosentum. Annars eru fartelefonin nummar 4, vekjarin nummar 5 og slættijarnið nummar 6. Gongdin í svartkjafta­ kvotuni hevur verið dramatisk seinastu trý árini, har føroyska heildarkvotan er minkað úr 500.000 tonsum í 2006 niður í 140.000 tons í 2009. Av kvotuni í ár hava Føroyar latið russum 100.000 tons, og tí eru bert 40.000 tons eftir at býta millum føroysku skipini. Felag­ ið Nótaskip er hvørki nøgt við býtið við russar, ei heldur við fyribilsbýtið, sum Fiski­ málaráðið hevur gjørt SvartKjaftur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskimálaráðið hevur fyribils tillutað níggju skipum upp til 3.000 tons í part av svartkjafti. Hetta er felagskvota upp á tilsamans 20.000 tons. Skipini, sum higartil hava fingið lut í svartkjaftakvotuni, eru tey seks nótaskipini, sum eru í vinnu í løtuni og Næraberg, sum fiskar upp á loyvi Atlantic Navigator. Aftrat hesum hava ídnað­ arskipini Saksaberg og Atlantsfarið fingið somu kvotu sum hini sjey skipini. Mótmælisskriv Í vikuni hevur Felagið Nótaskip viðgjørt býtið hjá Fiskimálaráðnum. ­ Vit hava gjørt av at mótmæla, at Fiskimálaráðið tillutar svartkjaftakvotu til skip, sum ikki eru í bólki­ num, ið rekur svartkjafta­ vinnu. Felagið vísir á, at Saksaberg og Atlantsfarið eru í bólkinum ídnaðar­ skip. ­ Tey fiska ikki svartkjaft, og tí er tað fyri okkum óskiljandi, at hesi skip fáa tillutað kvotu. Ein afturvendandi orða­ dráttur, tá ræður um ídnað­ arskipini er, at hesi í 1996 fingu endurgjald úr lands­ kassanum fyri at gevast við ídnaðarveiði í føroyskum sjógvi. Felagið Nótaskip vísir eisini á hesi viðurskifti í mótmælisskrivinum. Søgan um ídnaðarskipini er í stuttum, at hesi vórðu “keypt” út úr føroyskum sjógvi, tí mett var, at ov nógvur hýsumurtur var upp í veiðini hjá teimum eftir hvítingsbróðuri. Selja kvotur Felagið Nótaskip vísir á, at nú svartkjafturin skal býtast, bendir alt á, at Fiskimálaráðið ætlar at luta svartkjaftakvotu út til øll hesi loyvi – bara tú hevur loyvi knýtt at einum skipi og líkamikið, um skipið kann fiska svartkjaft ella ikki. ­ Ein tílík kvota kann bert brúkast til at selja víðari, tí eingin kann gera íløgu í eitt skip, ið er egnað til svartkjaftaveiðu á hesum grundarlagi, sigur felagið sum heldur, at grundsjónar­ miðið í fiskivinnupolitikk­ inum eigur at vera, at eingin kann fáa tillutað kvotu einans við tí endamáli at selja hana víðari. Felagið Nótaskip sigur, at gongdin í svartkjaftinum hevur verið dramatisk sein­ astu trý árini, har føroyska heildarkvotan er minkað úr 500.000 tonsum í 2006 niður í 140.000 tons í 2009. Størri virði Í síni ráðgeving upp undir samráðingarnar við Rusland um fiskiveiðisáttmála fyri 2009, mælti Felagið Nóta­ skip til, at flotin í Barents­ havinum, nótaflotin og Havsbrún í felag bóru stóra niðurskurðin í kvotuni. ­ Vit vildu, at vit í hesum samráðingum við Rusland tóku stríðið upp um at fáa eitt størri virði fyri svartkjaftin, sum verður latin í býti fyri tosk í Barentshavinum. Felagið heldur, at tíðin var komin til eina tilgongd, har býtisvirðið nærkast marknaðarvirðinum, ið russer selja føroykt veidda svarkjaftin fyri. ­ Í býtinum fyri 2009 eru krónur á muni millum býtisprísin og søluprísin, ið russisku trolararnir fáa, sigur felagið. Men soleiðis skuldi tað ikki ganga hesaferð. Í posa og sekk Felagið Nótaskip vísir á, at av teimum 140.000 tonsun­ um av svartkjafti, sum vit hava at ráða yvir í 2009, vórðu 100.000 tons latin Svartkjaftur: Tá krubban er