fríggjadagur 9. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
Vikuskifti 11
Guðrun Sólja Jacob
sen syngur enn, hóast
ikki hoyrist líka nógv
til hennara, sum fyri
eini 4 til 5 árum
síðani. Hon hevur júst
lagt rødd til eini 4 løg
á donsku útgávuni av
Disney DVD filminum
um Klokkeblomst, og
hon gongur á sang
skeiði at læra at nýta
røddina, og at læra til
sanglærara. Umboð
fyri skeiðið koma til
Føroya í næstum, og
viðmælir Guðrun
skeiðið. Vit hava hitt
sangfuglin av Tvør
oyri, sum í 2003 sum
ung genta tók danska
ríkið á bóli, og vann
kappingina um at
gerast Stjerne For En
Aften
Árið 2003 gjørdist á mangan hátt
serstakt fyri føroyingar. Tveir
føroyingar vunnu kappingina hjá
Danmarks Radio, ið nevndist
Stjerne For En Aften. Fyrst
Guðrun Sólja Jacobsen, og á
heysti sama ár vann hálvi
føroyingurin Gunnar Mikkelsen
kappingina.
Men Guðrun var hin fyrra, og
unga gentan av Tvøroyri, ið tá
framvegia gekk í miðnámsskúla,
kom í miðlamylluna, og slapp at
royna seg í hørðu show-verðini.
Á toppinum
Hon byrjaði á toppinum, og vann
stóran heiður, vinningin og fløgu-
sáttmála.
Hon flutti til Danmarkar eftir
lokið miðnámsskúlaprógv, og
tónleikaleiðin fekk veingir. Fløgan
kom tó at bíða við at koma út til
2005, og tá var longu kólna eitt
sindur kring Guðruna.
– Árið 2004 var nokkso stilt,
sigur Guðrun, tá vit hitta hana,
nú hon hevur vitjað heima í jóla-
frítíðini.
Í 2005 vann Jacob Andersen,
tá DR savnaði allar luttakararnar
til Den Sidste Mission. Jacob og
Guðrun sungu eitt sindur saman
og vitjaðu t.d. í Føroyum.
Tá fløgan hjá Guðruni kom út
í 2005, var hon sera nógv úti og
sang, men sølutølini náddu ikki
hæddirnar.
– Har var hurlivas við lýsing-
unum, og alt, ið varð lovað, varð
ikki hildið, minnist Guðrun.
Guðrun býr framvegis í Dan-
mark. Øll árini hevur hon tó havt
tónleikin meira ella minni sum
livibreyð og ítriv, umframt at
hon arbeiðir á einum sjúkrahúsi.
Saman við guitarleikaranum
Hylle, hevur hon spælt, og á
arbeiðsplássinum er hon komin í
samband við ein trummuleikara,
og við hansara harkaliðið hevur
hon eisini verið úti og roynt seg.
– Í 2007 hevur verið heldur
minni at gera. Men knappliga
skal ein royna seg og berjast
sjálvur, men soleiðis er, tá ein
byrjar høgt uppi, viðgongur
Guðrun.
Syngur fyri Disney
Men Guðrun hevur tó alla tíðina
havt gongd í tónleikinum meira
og minni. Í byrjanini sang hon
saman við teim stóru, sum eitt
nú Stig Rossen. Her heima kenna
vit hana frá samstarvinum við t.d.
Stanley Samuelsen og Eivør og
Lenu.
Og seinasta stóra viðurkenn-
ingin er, at hon syngur fleiri løg
á nýggju donsku útgávuni av
DVD filminum hjá Disney um
Klokkeblomst. Og ikki ein og hvør
fær slíkka uppgávu, og fólkini
handan Disney hava alla tíðina
góðskumeting, so hvørt sum
filmar teirra verða fluttir í onnur
tungumál.
– Gamli managarin hjá mær
hevði fyri langari tíð síðani nevnt
meg fyri Disney fólkunum, og so
ringdu tey loksins, tí nú høvdu
tey okkurt, ið hóskaði til mín,
sigur Guðrun, ið tó viðgongur, at
hetta var ein torfør uppgáva, og
at vegleiðing og góðskumeting
fór fram alla tíðina undir upptøk-
unum.
Ikki skerdur
sangfuglur
Men sangfuglurin av Tvøroyri er á
ongan hátt ein skerdur fuglur, ella
ein skuffað kvinna.
Hon er glað fyri lívsleiðina,
royndirnar, og í dag gongur hon á
einum tónleikaskeiði, har hon av
álvara lærir at nýta røddina, og
har hon eftir trimum árum kann
kalla seg sanglærara.
Og Guðrun viðmælir skeiði,
nú umboð fyri skeiðið koma til
Føroya at undirvísa í februar.
Talan er um Complete Vocal
Institute, har kenda Cathrine
Sadolin er ein av høvuðslærarun-
um.
Talan er um eitt ára skeið fyri
sangarar, á seks samanhangandi
tíðarskeið (semestre). Vil ein
víðari til sanglærara, so verður
farið fram á sama hátt, men tekur
skeiðið tá 3 ár.
Umboð fyri skeiðið hava áður
vitjað í Føroyum, og tóku fleiri av
kendastu sangarunum í Føroyum
tá lut.
– Cathrine Sadolin er ræddar-
granskari, og hevur m.a. samstarv
við læknar um hvussu alt við-
víkjandi røddini virkar, hvussu
alt hongur saman, og hvussu
ein skilabest nýtir røddina, sigur
Guðrun.
– Eg var eitt sindur bangin, um
eg nú skuldi gloyma alt, ið eg
hevði, og byrja av nýggjum. Men
soleiðis er hetta als ikki, men
heldur verður bygt á tað, ið hin
einstaki hevur, og ein lærir rætta
nýtslu av røddini, sigur Guðrun.
Luttakararnir eru úr fleiri lond-
um, og hittast hesi til undirvísing
í Keypmannahavn seks ferðir
árliga.
Guðrun skal skjótt byrja at
undirvísa næmingum, og hon er
bæði spent og hevur nervar til
hesa uppgávuna.
Upplýsingar um skeiðið
finnast á netinum á
www.completevocalinstitute.com,
men annars ber eisini til at seta
eg í samband við meg á myspace
ella facebook, sigur Guðrun Sólja
Jacobsen.
Guðrun viðmælir
skeiðið
Millum jóla og nýggjárs hevði
Guðrun eina sera vælvitjaða
konsert á Seglloftinum á Tvøroyri,
har tvørafólk, og suðuroyingar
annars, nýttu høvið at hoyra
stjørnuna, ið ikki er so ofta at
hoyra longur, í hvussu er ikki á
heimligu leiðunum.
– Nú veit eg, hví eg blívi hás, tá
eg syngi, smáflennir Guðrun, og
heldur fram:
– Skjótt kann eg syngja eina
heila rockkonsert, uttan at
gerast hás, og málið er veruliga
at kunna skríggja, sigur Guðrun
Sólja Jacobsen, sum týsdagin fór
aftur til Danmarkar, har vanliga
tilveran við sjeiki, tónleiki, arbeiði
og sangskeiði bíðar, og Guðrun
stórtrívist í Danmark við einum
gerandisdegi, har sangurin hevur
sítt eyðsýnda pláss.
Málið er at kunna skríggja
Samrøða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Seinasta stóra viðurkenningin er, at Guðrun syngur fleiri løg á nýggju donsku útgávuni av DVD filminum hjá Disney um
Klokkeblomst. Og ikki ein og hvør fær slíkka uppgávu, og fólkini handan Disney hava alla tíðina góðskumeting, so hvørt
sum filmar teirra verða fluttir í onnur tungumál