Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2009 Berti pensjón og Tryggingarfelagið Føroyar bjóða nú felags kundum sín­ um 20% í avsláttri av øllum trygging­ um. Treytin er, at lívstryggingin er í minsta lagi 18.000 krónur um árið HEILDARKUNDI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tryggingarfelagið Føroyar og Betri pensjón hava nú gjørt seg út til at taka ímóti altjóða kapping, bæði á trygginagrøkinum og á pensjónsøkinum. Tað er TF Holding, sum eigur bæði feløgini, sum tó eru tvær juridiskar eindir, og bjóða hvør sína tænastur til kundaranr. Tað fara tey eisini framhaldandi, men nú verður hetta gjørt í ein­ um samstarvi, sum kemur teimum sonevndu heildar­ kundunum til góða. Hetta er ein nýggj tænasta sum ger, at heildarkundar fáa meiri burtur úr báðum feløgum. Tí heildarkundar hava møguleikan at vinna sær ein serligan avsláttur. Ein heildarkundi verður defineraður sum ein, ið hevur privata trygging hjá Tryggingarfelagnum Før­ oyum, og rindar í meðal minst 1.500,00 krónur um mánaðin – minst 18.000,00 krónur árliga – inn til Betri pensjón í tíðarskeiðinum1. januar til 31. desember. Lýkur tú hesar treytir, fær tú 20% í avsláttri av teirri tryggingarupphædd, sum tú rindar um árið til Trygg­ ingarfelagið Føroyar. Gjørt verður upp við árslok, hvør uppfyllir treyt­ irnar fyri at vera heildar­ kundi. Avslátturin verður roknaður av inngjaldinum til privattryggingar hjá Trygg­ ingarfelagnum Føroyar í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember. Avslátturin verður so goldin út sum kekkur fyrst í árinum. Kundin í miðdepilin ­ Vit arbeiða miðvíst við at seta kundan í miðdepilin, og støðugt við at betra um tænastuna til kundar okkara. Hetta átak er ein týðandi liður í hesum, og vit fegnast tí um, at heildarkunda av­ slátturin nú er vorðin veru­ leiki, sigur Edvard Heen, stjóri í Trygingarfelagnum Føroyar. ­ Við heildarkunda av­ sláttrinum hava vit uttan samanbering bestu heildar­ loysn á føroyska marknað­ inum, tá umræður pensjón og tryggingar. Hetta er tí ein stór virðisøking fyri okkara kundar, kundar hjá Tryggingarfelagnum Før­ oyar og føroyingar sum heild, sigur Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón. Nýggja kundatænastan er liður í miðvísari ætlan hjá feløgunum at seta kundan í miðdepilin, og at gerast mest kundavinarligi pen­ sjóns­ og tryggingarveitari í Norðurlondum. Gera vart við seg Mortan Poulsen greiddi annars á tíðindafundinum frá, at Betri pensjón hevði brúkt eina ótrúliga orku í at greiða frá, hvør teir eru. ­ Vit hava lagt dent á at bjóða so einføld produktir sum gjørligt. Tað vísir seg, at fólk yvirhøvur hava ógvuliga lítlan áhuga í pen­ sjónum. Hugburðurin tykist vera, at vit gjalda til pen­ sjón, men hvar tann pen­ ingurin fer, leggja vit líka í, sigur Mortan Poulsen. Við hesum tiltakinum roynir Betri pensjón at knýta pensjónina nærri at uppspararanum. ­ Tað hevur verið eitt turbulent ár á pensjóns­ marknaðinum, tí marknað­ urin hevur verið ógreiður, og haraftrat herjar ein fíggjarkreppa, sum ikki ger støðuna lættari, sigur Mortan Poulsen. Hetta tilboðið hjá Betri pensjón og Tryggingar­ felagnum Føroyar kemur í kjalarvørrinum av eini fráboðan frá LÍV, har teir gera greitt, at tað verður munandi dýrari at flyta pensjónina frá teimum til annað pensjónsfelag. Men tað er júst fyri at brynja seg til altjóða kapp­ ing, at Trygginagarfelagið Føroyar og Betri pensjón nú hava tikið stig til hetta søluframtakið. ­ Marknaðurin er nógv meiri opin í dag. Vit hava seinastu tvey árini arbeitt við at broyta fyritøkuna frá at vera ein administrativ fyri­ tøka til í dag at seta kundan í miðdepilin, við minimalum umsitingarligum kostnað. Og hesa broyting hava øll okkara 105 starvsfólk verið ígjøgnum, sigur Edvard Heen, stjóri í Tryggingar­ felagnum Føroyar. Í dag verður ikki hugt eftir einstøku tryggingini, men eftir samlaða tørvinum hjá kundanum, og veita loysnir hareftir. ­ Vit hava lagað Trygg­ inagrfelagið Føroyar og Betri pensjón til altjóða kap­ ping, sigur Edvard Heen, stjóri í Trygginagrfelagnum Føroyar. Heildarloysn við avsláttri Edvard Heen, stjóri í Trygginagrfelagnum Føroyar og Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, greiða frá nýggja átakinum hjá feløgunum báðum Mynd: Jens Kristian Vang Triðji hvør Facebook profilur er falskur Tað kann væl vera at tað sær smart út at hava 500 vinir, men lat hóast alt vera við at siga ja til fólk, tú ikki kennir, ávara serfrøðingar. Upp til 40 prosent av øllum nýggjum profilum á Facebook eru falskir, og nógvir av teimum hava duldar ætlanir, metir ein frágreiðing frá altjóða trygdarfyritøkuni Cloudmark. Hetta skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio í dag. ­ Vit síggja, at rákið er, at fleiri vørur verða førdar fram sum Facebook profilar, og at profilar hava nøvn, vit kenna frá KT­kriminaliteti, greiðir hann frá. Nakrir falskir profilar blíva vinir við fólk fyri at lúra av teirra persónligu upplýsingar og yvirtaka teirra identitet. ­ Til dømis upprættaði ein brotsmaður eitt kontantlán í navninum hjá einum øðrum út frá teimum upplýsingum, hann fann á Facebokk, sigur Shehzad Ahmad. Trygdarfyritøkan Cloudmark vísir eisini á at fleiri og fleiri falskir profilar spreiða virus, ella leiða fólk inn á heimasíður við virus. ­ Tað hava vit ikki sæð so nógv av enn, men tøkniliga letur tað seg væl gera, so tað er bara ein spurningur um tíð.