Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti rúmið. Men í teimum báðum framsýndu myndunum sameinir Bárður náttúrunar stórbæri við ein nýggjan lættleika, sum at síggja til hurlar hesi stóru verk upp frá, eins og í einum náttúrunar veldigum stoffskifti av brimi, sól, támi og sirmi. Stóru gráu málningarnir hjá Anker Mortensen eru bygdir upp av nógvum málingaløgum, ið geva kensluna av dýpd, samstundis sum dentur verður lagdur á yvirflatan á málninginum við smáum, flykrandi gulum og bláum pensilsstrokum. Árinið er poetiskt og abstrakt, samstundis sum áskoðarin fær varhugan av onkrum kendum í mynstrum og skapum. Sum part av Heystframsýningini sýndi Tróndur Patursson fram sínar ultramarinbláu myndir, ið riggaðu serstakliga væl á stóra vegginum í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Tróndur var annars mest í fjølmiðlunum í sambandi við hansara høvuðsverk “Bládýpi”, sum hann knappliga fekk boð um at flyta av grundini hjá Listasavninum, har tað hevur staðið nøkur ár. Trupulleikin tykist vera plásstrot, men av tí, at “Bládýpi” sum so er eitt rúm í sær sjálvum, skuldi tað ikki verið so torført at fingið verkið, ið var eitt tað best umtókta á altjóða framsýningini “Container 96 – Art Across Oceans” innlimað í savnsbygningin. Listasavnið Tað er áhugavert, at løgmaður í nýggjársrøðu síni skuldi koma inn á virðingina fyri listafólkum, sum hann við dømi í Mikinesmál­ aranum metti vera hækkaða. Og tað skal nokk passa, at virðingin fyri listarligum avrik­ um er hækkað. Men í grund­ ini hevur virðingin fyri teirri listaligu fakligheitini neyvan verið ússaligari enn beint nú bankafólk og løgfrøðingar sita í týdningarmiklastu leiðarasessun­ um innan listina (t.e. leiðarin og stýrisformaðurin í Listasavninum og nýggja nevndarforkvinnan í Mentanargrunninum). Yvirritaða hevur sum heild ilt við at skilja, hví tað í so lítlan mun verður satsað upp á fólk við listarligum útbúgvingum. Hetta tykist av­ spegla ein løgnan mótvilja móti at taka list og listarfólk í álvara. Danski listamaðurin, Claus Carstensen legði í samrøðu her í blaðnum dent á fakligheitina: “List er ikki, sum tað var í gomlum døgum, eitt kall, men ein ídnaður, eitt yrki og eitt mál, sum skal lærast eins og onnur mál. Fyri at reka eitt listasavn í dag, er neyðugt við listfakligari útbúgving, sum tryggjar eitt objektivt listfakligt kjak og sum eisini kann veita vissu fyri, at avgerðir ikki verða ávirkaðar av átrúnaðarligum, politiskum, tjóðskaparligum ella av nøkrum øðrum tilvildarligum áhugum...”. Listaskálin hevði nógv virksemi í 2008 við framsýningum og bókaútgávum, men listarliga støðið var sjálvdan nógv yvir miðalhampa, tó at framsýn­ ingarnar við myndum hjá Jóhann­ es Kjarval og Hakon Gullvåg mugu metast sum ávikavist topp­ og botnskorarar hetta árið. Hóast heili fimm fólk sambært heimasíðu savnsins starvast í Listaskálanum (tey fýra eru sett uttan starvslýsing) er lítið og einki skil á teirri permanentu framsýningini, sum Marianne Krogh Andersen eisini staðfesti í grein í Weekendavisen. Við árslok var fráboðað, at Listasavn Føroya skal útbyggjast fyri 75 milliónir, og hóast ein útbygging er neyðug, fert tú at ivast í allari verkætlanini, tá tað í greina­ stubba í Dimmalætting stendur at lesa, at tey á Grafiska Verkstað­ num, sum húsast í norðara enda av Listaskálanum, als ikki eru kunnað um ætlanirnar. Spurn­ ingurin er eisini, um nakað ber til, nú kreppan klórar og á leið 300 føroyingar hava mist arbeiðið. Kreppa ger tað sum kunnugt neyðugt at raðfesta á skynsam­ asta hátt. Fyri framtíðarlistina er tað av størri týdningi enn flottir bygningar, at ungdómur okkara fær høvi til at nema sær listarliga undirvísing her á landi, ið fyrireikar tey til kunstakademi og líknandi. Sambært leiðaranum, Helga Fossadal, fer hann frá, tá hansara starvsseta er komin at enda, og tað er hon í 2010. Talar Fossadal satt, og verður ein leiðari við fakligum førleika settur í Listasavninum til ta tíð, verður 2009 síðsta ár við listastríði, og er hetta so í øllum førum ein ítøkilig orsøk hjá myndlista­ áhugaðum til at gleða seg. Ein av litríku málningunum hjá Hanna Bjartalíð Anna Katrina Højgaard: Matarlist á høgum støði Ein av løgnu, skemtiligu myndunum hjá Jóhan Martin Christiansen Steinprent úr frálíku myndarøðini hjá Rannvá Kunoy Janus Kamban og Fraser Eysturoy í 1972. Í ár fyllti Janus 95 ár foto: Ásmundur Poulsen … Myndlistin 2008 10