fríggjadagur 9. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2009
Har eru nógvir
pengar at spara á
telefonrokningini við
at fáa sær internet
telefon. Øll við einum
góðum breiðbandi
kunnu vera við
Brúkaramál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Vit vilja helst bara gjalda
fyri minuttirnar við tosa í
telefon. Ella uppaftur betur:
fáa ókeypis telefongoggarí
í tímavís.
Hetta er als ikki bara ein
dreymur longur, men veru
leikin hjá øllum teimum,
sum hava fingið sær inter
nettelefon, ella IPtelefon.
Við hesum ber til at tosa
ókeypis í telefon við onnur,
sum hava IPtelefon frá
sama veitara, og bíligari við
fastnet og fartelefonir
bæði í Føroyum og uttan
lands. Eisini er uppringing
argjaldið lægri.
Tí, nú vit aftur skulu læra
at spara, eru øll góð ráð kær
komin. Og tíbetur kann
neyðin eisini noyða okkum
at hugsa øðrvísi og kreativt,
og lata eyguni upp fyri
nýggjum møguleikum og
hentleikum, sum kunnu
lætta um peningaliga.
Nógv at spara
Fyrimunurin við IP telefoni
er, at tú rindar minni. Eitt
er, at minuttgjaldið er væl
lægri til vanligar samrøður,
og ókeypis til aðrar inter
nettelefonir. Men tú sparir
eisini mánaðargjaldið, sum
fyri vanliga fastnettelefon
er 115 kr., umframt stovn
ingargjaldið á 747 kr. hjá
telefonfeløgunum.
Telefonin virkar vanliga
á sama hátt sum talutíðar
telefonir, har tú keypir tær
talutíð á internetinum. Tele
fonnummar og stovning eru
ókeypis, men tú mást antin
keypa tær eina nýggja tele
fon ella ein beinara millum
breiðbandið
og
vanligu
heimatelefonina. Hetta er
ein útreiðsla upp á einar tús
und krónur.
Og so skalt tú sjálvandi
hava eitt gott breiðband.
Føroyskt ella
útlendskt
Um allan heim eru eini
20.000 veitarar av inter
nettelefoni. Men í Føroyum
er tað, sum skilst, bert ein
veitari til privatfólk, fyri
tøkan IConcept. Um tú
velur ein føroyskan ella
útlendskan veitara, veldst
eitt sindur um, hvat tú hevur
tørv á. Vilt tú tosa ókeypis
við fólk, til dømis í Dan
mark, so er best at fáa sær
ein danskan veitara. Men
ynskir tú mest at brúka
hana til samrøður í Føroy
um, so er ein føroyskur
veitari bíligari.
Við út í heim
IPtelefonin kann brúkast
allastaðni í heiminum, har
tú hevur atgongd til breið
band. Til dømis á hotellum.
Tú loggar bara á netið har,
og kanst ringja heim til
Føroyar
við
føroyskum
taksti. Føroyingar í Føroy
um kunnu eisini fáa sær eitt
útlendsk IPtelefonnummar,
til dømis danskt, og kunnu
tá ringja sera bíliga til
danskar telefonir og ókeypis
til aðrar danskar internet
telefonir.
Bjóða bara vinnuni
Tey bæði føroysku telefeløg
ini, Føroya Tele og Voda
fone, hava ikki raðfest IP
telefoni til privatkundar,
men bert til vinnukundar.
Eftirspurningurin hevur eft
ir øllum at døma heldur
ikki verið tann stóri higar
til.
Tey bæði feløgini siga, at
tey rokna ikki við, at IP
telefoni er framtíðin. Heldur
fara vit at fáa telefonloysnir,
ið bæði virka sum internet
og fastnettelefonir.
Jan Mortensen, stjóri í
FTsamskifti, greiðir frá, at
av tí, at talan er um eina
internetloysn, so er treytin
altíð, at sambandið hjá
kundanum er somikið gott,
at góðskan er hundrað pro
sent.
Fólk góðtaka ikki, at tað
skurrar í ella brýtur av. Og
tað er altíð vandin, um inter
netsambandið ikki er nóg
gott. Okkara kundar vilja
lyfta hornið av og fáa gott
samband beinanvegin, og
tað fáa tey við fastneti. So,
í løtuni er ljóðgóðskan á
IPtelefoni ikki á einum
støði, sum vit ynskja at
bjóða, sigur Jan Morten
sen.
Orsøkin til, at tey kortini
hava raðfest IPtelefoni til
vinnukundar er, at teir van
liga hava gott internetsam
band. Eisini vísir hann á, at
skipanin ikki riggar, tá ið
streymslit er, og tað góðtaka
fólk heldur ikki.
Bjarni Bjarnasson, stjóri
hjá Vodafone, er samdur
við kappingarneytanum frá
Føroya Tele. Tey hava held
ur ikki bjóðað IPtelefoni,
men savna seg heldur um
aðrar veitingar.
Føroya Tele
seinni í ár
Kortini roknar Føroya Tele
við at kunna bjóða privat
kundum IPtelefoni seinni í
ár.
Men inntil tað hendir,
mugu føroyskir brúkarar
venda sær til ein av teimum
mongu
útbjóðarunum
á
internetinum, ella til før
oysku fyritøkuna. Og so
mugu vit brúkarar góðtaka,
at IPtelefoni krevur eitt
gott internetsamband, og at
tað rýkur, tá streymurin fer.
So, fyri vanliga føroying
in, sum bara hevur brúk fyri
at tosa sum longst í telefon
fyri so lítlan pening sum
gjørligt, er nógvur peningur
at spara við at skifta til IP
telefon.
Pornoídnaðurin biður Kongressina um 5 mia.
Tað eru ikki bert bankar, bilverksmiðjur og biotøknifyritøkur, sum vilja hava ein hjálparpakka í USA.
Mikukvøldið varð kórið víðkað við pornoídnaðinum við Larry Flynt úr Hustler Magazines. Í einum úttalilsi frá
Flynt og Joe Francis, ið er stjóri í Girls Gone Wild, biðja teir Kongressina um 5 milliardir dollarar í hjálp til
undirhaldsídnaðin fyri vaksin. Ídnaðurin er hart raktur av fíggjarligu niðurgongdini, sum hava ført við sær eitt
fall í sølu og leiguinntøkum av filmum á 22 prosent í 2008, samstundis sum alt fleiri leita sær til alnetið. Tí
meina pornokongarnir at teir hava uppiborið ein hjálparpakka. Hetta skrivar heimasíðan hjá Børsen.
Fleiri túsund
at spara
í telefon
Fø. vanl.
0,28
0,32/0,22
0,32/0,22
Fø. mob.
1,40
1,75/1,00
1,70/0,98
Fø. IP
0,00
0,28/0,14
0,30/0,15
I-Concept
Vodafone
Føroya Tele
Minutttakstir fyri at ringja frá ávikavist IP-telefon og Fastnet.
Tey bæði telefonfeløgini hava tveir takstir, dýra/og bíliga talutíð.
Vodafone