fríggjadagur 9. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
Vikuskifti
eyga í Kunstavisen avdúkar til
dømis, at Danmark flýtur yvir við
vánaligari “færøkunst”. Eisini
eiga vit í størri mun ansa eftir
viðvíkjandi stuðuli til listafólk,
at miðsavna okkum um nøkur
fá seriøs og góð listafólk. Vit
mugu sum heild ansa betri eftir
góðskuni og lata vera við at
blanda okkum upp í ivasom tiltøk
eins og tað í Leopold Museum
í Wien, sum í sínum savni skal
hava fleiri verk, sum nazistarnir
stjólu frá jødum undir krígnum. Á
hesum savni var einasta altjóða
satsing av føroyskari list í 2008,
og tað er spell, at hon skuldi
gerast so tivoliserað og kulørt við
fótbóltshúgvum, lundabamsum
og skramblilist ið púra kritikk
leyst var blandað saman við
stórfingnari list hjá Steffani
Danielsen og øðrum.
Standmyndir
Í 2008 vóru standmyndirnar hjá
Hans Paula Olsen fyri óvanliga
hvøssum atfinningum, sum
mundu vera elvdar av eini
lutfalsligari yvireksponering av
listamanninum, ið hetta árið
gjørdi fleiri standmyndir, ið
vórðu avdúkaðar ymsastaðni
í Føroyum. Atfinningarnar eru
í stóran mun órættvísar, um
hugsað verður um, at Hans Pauli
dugir, og at hann bert roynir at
nøkta stóra eftirspurninginum
eftir hansara standmyndum. Tað
er mær vitandi eingin lóg í móti,
at kommunur og onnur kunnu
biðja eitt nú útlendsk listafólk
um at koma við hugskotum til
tílíkar uppgávur; tað hevði verið
frískligt um til dømis ein av
múrsteinsstandmyndunum hjá
Per Kirkeby, ein av glasstand
myndunum hjá Danny Lane ella
okkurt heilt annað varð uppsett
her á landi.
Filmurin um Hans Paula
Olsen var tann fyrsti av trimum
føroyskum filmun, ið viðgera
myndlistafólk; Katrin Ottarsdóttir
gjørdi filmin um Hans Paula
Olsen: “Eingin kann gera tað
perfekta” og filmin um Tórodd
Poulsen “Ein regla um dagin
má vera nokk”, meðan Ingun í
Skrivarastovu gjørdi ein styttri
film um Hans Paula og nestor
okkara, Janus Kamban, sum fyllti
95 í ár í 2008.
Viðvendur
andstøðingur
Tóroddur Poulsen hevur havt
eitt sjálvt fyri hann – óvanliga
gróðrargott ár við fleiri útgáv
um (katalog, yrkingar, prosa,
tónleikur, myndlist, filmur)
og framsýningum, eins og
hann eisini varð innstillaður
til norðurlendsku bókmenta
heiðurslønina. Viðburðurin
hevur verið so totalur hetta
árið, at sjálvt ein notoriskur
tóroddandstøðingur sum Kim
Simonsen viðmældi filmin “Ein
regla um dagin má vera nokk”
millum annað við orðingini:
“Ein Tóroddur um dagin heldur
keðseminum burtur”. Høgni
Djurhuus í Útvarpinum rósti
filminum, samstundis sum
hann ásannaði, at orsøkin til at
honum dámdi filmin helst var,
tí honum dámdi Tórodd. Høgni
var ein av fleiri, sum segði seg
tiknan á bóli av myndlistini hjá
Tóroddi Poulsen, sum enn ikki er
eins kend millum manna, sum
bøkurnar eru.
Í sama viðfangi kann ásannast,
at trøini sum kunnugt á ongan
hátt vaksa inn í himmalin og
heldur ikki her hjá okkum fjøllini,
tí hóast ummælarar alt árið
frøddust um Tórodd, var einki
listaverk selt á teirri frálíku
framsýningini, sum Tóroddur og
Claus Carstensen høvdu saman í
Norðurlandahúsinum í desember,
og sum yvirritaða hevur hildið
seg frá at skammrósa bert av tí
einu orsøk, at tað var hon sjálv,
sum fyriskipaði framsýningina
saman við Urd Johannesen í
Norðurlandahúsinum. Claus
Carstensen sýndi fram film frá
The Killing Fields í Cambodia:
“Reths Monologue”, sum full
komiliga skelkaði, samstundis
sum hann fekk onkran at grunda
yvir, um hesin dokumentarfilmur
kundi bólkast sum ein listaupp
living.
Livandi List
Ein stórhending innan myndlistina
í ár var, tá fyrsta yvirlitsverkið
síðan bókin hjá Bárði Jákupsson
Myndlist í Føroyum (2000);
bókin Livandi List hjá Inger
Smærup Sørensen kom út.
Millum listafólkini hevur nakað
av kjaki verið, har summi hava
verið vónbrotin yvir úrvalið og
hildið tað verið alt ov breitt og
óvandið, meðan onnur hinvegin
hava saknað listafólk sum til
dømis Heðin Kambsdal og
onnur í listafólkahópinum, sum
umboðaður er í hesum yvirlits
verki. Óansæð er talan um áhuga
verdar og væl skrivaðar tekstir
um 49 føroysk samtíðarlistafólk.
Ummælarin her á blaðnum var
ógvuliga hugtikin og skrivaði
m.a.: “Bókin er í nógvar mátar
ein fongur fyri listaáhugaðar
føroyingar og onnur, ið hava
saknað eitt yvirlit yvir og inn
leiðslu í føroyska nútíðarlist...
Hóast bókin ongan iva letur vera
um, at Inger Smærup Sørensen er
serfrøðingur á sínum øki, er tað
týðiligt, at hon ikki hevur gloymt
at undrast yvir, stuttleika sær við
og bara njóta listina..” (Anna V.
Ellingsgaard).
Tað besta vit eiga
Virksemið hevur verið nógv og
gott á Grafiska Verkstaði Føroya,
sum umframt eina rúgvu av
frálíkum prentum hjá Tóroddi
Poulsen eisini hevur verið karm
ur um eina sera áhugaverda
myndarøð hjá Claus Carstensen,
ið hann nevndi “Sanpakusvitan”.
Eisini hava listafólk sum Cathrine
Raben Davidsen, Tórbjørn Olsen,
Zacharias Heinesen og mong
onnur arbeitt hjá Jan Andersson
og Fríðu Brekku á Grafiska
Verkstaði Føroya hetta árið. Tó at
einstøk av teimum framsýnandi
listafólkunum ikki livdu upp
til høga góðskustøðið, sum
hesin listafólkabólkurin sjálvur
hevur sett sær fyri at røkka, var
Heystframsýningin uttan iva
so nógv tann besta av ársins
føroysku felagsframsýningunum
við framúr myndum hjá millum
øðrum Hjördis Haack og Bjarna
Werner Sørensen. Hesin
listafólkabólkur umboðar fleiri
ættarlið frá Zachariasi Heinesen
í eldra endanum til Rannvá
Kunoy í yngra. Síðstnevnda
sýndi fram eina áhugaverda og
serstaka røð av steinprentum,
sum sameina eitt ítøkiligt,
tilfarsligt árin við nakað óítøkiligt
og sveimandi. Rannvá Kunoy
hevur givið Studentaskúlanum
í Hoydølum hesa myndarøðina.
Bárður Jákupsson hevði millum
annað tveir stórar málningar við
á framsýningini, ið myndevnisliga
taka støði í okkara loddrætta
kletta og fjallalandslagi, sum
hann byggir upp við brúnum,
grønum, bláum, gráum, gulum
og violettum linjum, ið fýrisliga
ganga á skák gjøgnum mynda
Anker Mortensen á Heystframsýningini
Øssur Johannesen hevði eina fína framsýning við síni
outsider-art
Eitt av teimum áhugaverdu, ungu listafólkunum: Halldis
Olsen
Ein óvanlig sjón í Klaksvík og føroyskari myndlist
Nógvar myndir hjá Mariusi Olsen hava eitt
listarligt metastøði
Framhald á næstu síðu
9