fríggjadagur 9. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2009
- Vit mangla týdn-
ingarmikil amboð
í stríðnum ímóti
rúsevnasmugling í
Føroyum og lógin er
avoldað. Tað ger tað
óneyðuga tórført at
basa smuglingini,
sigur Bergleif
Brimvík, leiðari á
kriminaldeildini hjá
løgregluni
Rúsevni
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit gera tað, sum gerast
kann, fyri at basa rúsevna-
smuglingini til Føroyar.
Tað sigur Bergleif Brim-
vík, leiðari á kriminaldeild-
ini hjá løgregluni.
Men hann leggur sam-
stundis dent á, at umstøð-
urnar til at basa smuglingini
kundi verið nógv betri enn
tær eru.
Tað, sum hann serliga
hugsar um, er, at politiski
myndugleikin leingi hevur
forsømt at seta lógir og
reglar í gildi í Føroyum,
sum høvdu gjørt tað lættari
hjá løgregluni at stríðst
ímóti rúsevnasmuglarum.
Dyggiliga
afturútsigld
Tað, sum Bergleif Brimvík
hugsar um, at føroyskir
myndugleikar í mong ár
fullkomiliga hava forsømt
at dagført rættargangslóg-
ina.
- Tað er mín vón, at polit-
iski myndugleikin tekur sær
um reiggj og fær rættar-
gangslógina dagførda.
Danir hava dagført rætt-
argangslógina í nógvum
umførum og hann skilir
ikki rættiliga, hví tað skuldi
tikið so langa tíð at dagført
hana í Føroyum. Heilir átta
kapittlar í lógini, sum um-
fata arbeiðið hjá politinum,
eru ikki dagførdir í Føroyum
og aðrir kapittlar mangla
heilt.
Hann nevnir í hesum
sambandi
møguleikarnar
hjá løgregluni at taka og
goyma DNA royndir, at
kanna fólk og ymiskt ann-
að.
Hann sigur, at ein máti
kundi verið at sett nýggjastu
donsku lógina í gildi, men
so at lagað einstakar greinar
til
føroysk
viðurskifti,
skuldi tað verðið neyðugt.
Betri sømdir hjá
telefeløgum
Men hann heldur eisini, at
lógin,
sum
telefeløgini
virka undir, eigur at verða
dagførd.
- Løgreglan hevur brúk
fyri ávísari útgerð í sam-
bandi við telefeløgini.
Hann vil ikki í smálutir
við, hvat hann hugsar um,
men hann sigur, at millum
annað hevur tað nakað at
gera við møguleikarnar at
lurta eftir telefonsamrøð-
um.
- Her er talan um útgerð,
sum hevur heilt avgerandi
týdning í arbeiðnum fyri at
bremsa rúsevnasmugling-
ini.
Talan er um útgerð, sum
kostar 1 - 2 milliónir.
Men higartil hava tele-
feløgini noktað at goldið
fyri hesa útgerð, tí tey tví-
halda um, at tey fingu
teleloyvi, áðrenn tað varð
krav, at tey skuldu útvega
sær hesa útgerðina, sigur
Bergleif Brimvík.
Aðrastaðni er tað skylda,
at telefeløgini útvega sær
hesa
útgerðina,
men
afturfyri rindar løgreglan
so fyri brúkið.
Tí heitir Brimvík eisini
staðiliga á politisku mynd-
ugleikarnar um at dagføra
lógina, sum telefeløgini
virka undir.
Narkohundar
í serflokki
Í aðrar mátar er tollvaldið
og løgreglan betri fyri.
Tollvaldið
hevur
havt
tveir
narkotikahuhndar,
sum eru heilt í serflokki.
- Tá ið teir hava verið til
roynd uttanlands, hava teir
altíð staðið serstakliga væl,
sigur Kjartan Dam, Joensen,
yvirtollari.
Nú hava tey so fingið ein
hund afturat, so nú eru til-
samans tríggir narkotika-
hundar í Føroyum.
Teir verða brúktir til at
leita eftir rúsevnum, bæði
uppi á ferðafólki, í posti, í
farmaflutningi og umborð á
skipum.
Harumframt hevur toll-
valdið røntgentól á post-
húsinum í Havn at kanna
post í, umframt at tey eisini
hava atgongd til røntgentól
á flogvøllinum at kanna
lutir við, sum rúsevni kunnu
vera fjald í.
Tað nýggjasta er, at toll-
valdið nú hevur fingið bein-
leiðis atgongd til ferða-
fólkalistarnar hjá Norrønu
og Atlantsflogi og tað ger
tað munandi lættari at
fylgja við, hvør ferðast til
og úr Føroyum og um tað er
nakar, sum ferðast mis-
tonkiliga ofta.
- Hetta er eitt amboð,
sum er avgerandi neyðugt
fyri at hava eitt neyvt eftirlit
við ólógligum innflutningi
av rúsevnum, sigur Kjartan
Dam Joensen.
At døma eftir tí, sum
tollarar og løgregla
leggja hald á, er
støðan viðvíkjandi
rúsevnum í Føroyum
ikki versnað hesi
seinastu árini
Rúsevni
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Støðan viðvíkjandi rúsevn-
um í Føroyum, er ikki
versnað seinasta árið.
Tað heldur Kjartan Dam
Joensen, yvirtollari.
Hetta byggir hann á tær
nøgdir av rúsevnum, sum
hald verður lagt á.
Nøgdirnar, sum hald er
lagt í fjør, er í summum
førum nakað størri enn í
2007, men í nógvum
førum væl minni enn árini
frammanundan
sum
heild.
Í fjør vóru 30 fólk tikin
fyri at smugla rúsevni til
Føroya og í ár er talið
áleið tað sama, kanska
okkurt einstakt fólk fleiri.
Nógv teir flestu smugl-
ararnir eru mannfólk.
Tey flestu, sum smugla,
goyma rúsevnini í post-
sendingum ella í viðførin-
um, men tað er eisini van-
ligt, at ferðafólk goyma
tað uppi á sær.
Men ein máti at smugla
upp á, sum vindur meiri
og meiri upp á seg, er at
goyma rúsevnini innvortis,
bæði hjá mannfólki og
konufólki. Í hesum føri er
aloftast talan um smærri
nøgdir, men hinvegin er
talan ofta um evni, sum
eru sterkari enn hassj.
Eisini Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini
hjá løgregluni staðfestir,
at eftir nøgdunum at
døma, sum hald verður
lagt á, er støðan ikki versn-
að.
Men hann leggur sam-
stundis dent á, at tølini eru
ómetaliga svingandi, tí av
tí at talan sum heild er um
ein lítlan marknað, er stór-
ur munur á, hvat hald
verður lagt á frá einum ári
til annað.
Toppurin á
ísfjallinum
Men bæði tollarin og løg-
reglumaðurin eru full-
greiðir yvir, at tað, sum
hald verður lagt á, er bara
ein lítil brotpartur av tí,
sum verður smuglað til
landið.
- Tað er ongin ivi um, at
hetta bara er toppurin á
ísfjallinum, sigur Bergleif
Brimvík.
Men kortini eru teir
sannførdir um, at stríðið
ímóti rúsevnum, ger góðan
mun.
- Tá ið vit leggja hald á
eina ávísa nøgd av rúsevn-
um, síggja vit tað aftur í
prísunum á svarta markn-
aðinum, tí tá hækka teir
og tað merkir, at útboðið
er minkað, sigur Bergleif
Brimvík.
Stríðið ímóti rúsevnum
í Føroyum afturútsiglt
2004
2005
2006
2007
2008
Hassj
3056 gr. 5693 gr.
4727 gr. 1520 gr. 2245 gr.
Amfetamin
97
13
255
829
132
Kokain
0,10
4,60
1
21
Heroin
0,30
Marihuana
187
17
Speed
Ecstasy
30 stk. 537 stk. 335 stk.
67 stk.
MDMA
982 gr.
Hetta er nøgdin av rúsevnum, sum tollvald og løgregla hava
lagt hald á seinastu árini. Øll tølini eru í gramm, uttan
ecstasy, sum er tal av tablettum, sum hald er lagt á
Løgreglan heldur
stand í stríðnum
ímóti rúsevnum
Skal stríðið ímóti rúsevnum verða nóg effektivt, er neyðugt, at løgreglan og tollvaldið fáa neyðugu
amboðini, men her hava føroyskir myndurgleikar ikki fylt við tíðini, sigur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni
Stuðlar Svimjisambandinum í tvey ár afturat
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya hava skrivað undir nýggja stuðulsavtalu, sum ber í sær, at føroyska
flogfelagið verður høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya komandi tvey árini. Væl hevur gingist føroyskum
svimjarum farnu tvey árini, meðan Atlantic Airways hevur verið høvuðsstuðul hjá Svimjisambandinum. Árið
2008 var søguligt, serliga tí Pál Joensen vann trý gullmerki í evropmeistarakappingini fyri juniorar í Beograd og
gjørdist ársins ítróttarnavn í Føroyum. Tá Pál Joensen og hini í ferðalagnum komu til Føroya eftir avrikið í
Beograd í august, handaðu umboð fyri Atlantic Airways Svimjisambandi Føroya eina tilsøgn um, at
stuðulssáttmálin kundi longjast í tvey ár. Tað er hendan avtalan, sum nú er staðfest. - Vit stuðla fegin føroysku
svimjarunum í tvey ár aftrat, tí teirra avrik eru til fyrimyndar fyri okkum øll, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic
Airways.