fríggjadagur 9. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
Vikuskifti
AFL
Ársins fyrsta felagsframsýning,
sum Felagið Føroysk Myndlista
fólk fyriskipar í Listasavninum á
hvørjum vári, gav ummælaranum
hug at tríva í eitt hugtak hjá
danska bókmentaummælaranum
Lars Bukdal: “Generaliseret
Kitsch”, sum varð leysliga týtt
til “Algild Forlorin List”. Hetta
listaslagið er serstakt við tað,
at tað er lætt at ummæla jaligt,
meðan tað er ringt at finnast at,
av tí at verkini líkjast rættiligari
list, meira enn rættilig list
líkist rættiligari list. Tí meðan
tann rættiliga listin ofta rakar
skeivt, heldur Algild Forlorin
List altíð til á breiða, trygga
og rætta vegnum, og hetta
var í stóran mun galdandi fyri
mong av verkunum á ársins
Várframsýning. Glottar hómaðust
í myndunum hjá Jóhan Martini
Christiansen og Anniku Hansen,
og hvør kann til dømis gloyma
barokku fotomyndirnar hjá Onnu
Katrinu Højgaard av saftigum,
vakurt smírandi seyðarhøvdum
og teir báðar spákandi lakk og
leðursjeikarnar (tann eini við
berum rumpustelli), sum Unn
Joensen hevði sett inn í vøkru
náttúruna uppi yvir Klaksvíkini.
Tað var forrestin sama lista
kvinna, ið nú gongur á listaskúla
í Íslandi, sum við áskriftini:
“WORKING IN A FISH FACTORY
IS MORE IMPORTANT THAN
ART” á einum lørifti royndi at
sannføra seg sjálva um okkurt
umráðandi, samstundis sum hon
altso syrgdi fyri, at ummælarin
ikki í øðini vendi út aftur av ársins
fesjutu Ólavsøkuframsýning,
men í staðin dvaldist nóg leingi
til eisini har at uppliva smáar,
men umráðandi glottar í eitt nú
gátuføru myndum Halldis Olsens
av eini avskeplaðari kúgv, ið
huglagsliga góvu hugasamband
við Blake og Goya, eins og
fleirtýddu broderaðu myndirnar
millum annað hjá Marionnu
Bjørgheim vaktu stóran áhuga.
Silja Strøm sýndi á framsýning
í Smiðjuni í Lítluvík myndir, ið
geva góðar vónir til hesa ungu
listakvinnuna, ið nemur sær
útbúgving á The Glasgow School
of Art. Seinni í ár fekk Silja ta
heiðurligu og lønandi uppgávuna
at gera ársins prent fyri ALS
á Grafiska Verkstaði Føroya.
Hetta er 10. árið á rað, at ALS á
henda fyrimyndarliga hátt roynir
at stuðla ungum, óetableraðum
listafólkum.
Halt áfram, Marius!
Marius Olsen hevði tíðliga
í heyst framsýning í Galerie
Stephanssons Hús, ið fekk ein
púra býttan ummælara at bøna
grafikaran um at halda áfram eftir
sama góða leisti.
Hetta hevur eisini verið eitt
gott listaár hjá Hanna Bjartalíð,
sum í Galerie Focus í summar
hevði eina fína framsýning við
endurnýggjaðum myndamáli. Á
framsýningini vóru millum annað
tvær tvímyndir, ið avmyndaðu
modelhús, sum Hanni ger
sjálvur, og sum vit høvdu høvi at
uppliva á Heystframsýningini.
Arkitekturur hevur verið at sæð
áður í summum av myndum
hansara, men mest sum innirúm,
ið hava verið karmur kring
menniskju og teirra lív og ikki
sum í hesum føri, har bygningar
hava høvuðsleiklutin. Myndevnið
hús, bygdarløg og býarpartar
hava mong føroysk listafólk
málað, til dømis Hans Hansen
og Steffan Danielsen, og teirra
myndir minna í báðum førum
eitt sindur um hesar nýggjaru
myndirnar hjá Hanna Bjartalíð,
sum eru dekorativar, men væl
meira hugsaðar enn vit hava verið
von við áður, samstundis sum tær
hava eitt kenslunemandi árin av
góðvarni og einsemi.
Hetta sama kann sigast um
myndirnar hjá Øssuri Johanne
sen, tó at tær á framsýning í
Listaglugganum, ið taldist millum
ársins áhugaverdu listupplivingar,
sýntust nakað væl myrkari,
eins og tær eru meira konkret
ekspressivt málaðar, enn myndir
Hanna.
Ein skortfleingja
Í ár fekk føroyska myndlistin
eitt tað mest atfinningarsama
ummæli í mong ár. Hetta hendi
í sambandi við framsýningina
“Natúrligvís”, ið var heitið á
summarframsýningini í Norður
landahúsinum, sum síðan 2007
hevur ferðast kring norðurlond,
og sum á Sophienholm setti
øði í listaummælaranum á
Information, Michael Jeppesen,
ið speiskliga gletti á tonn í
einum ummæli, sum sjálvandi
hevði gálvandi yvirskriftina
“Naturligfis”. Við Zachariasi
Heinesen sum umráðandi undan
taki verða serliga verkini hjá
føroysku listafólkunum útspilt
sum dilletantisk og pínlig av
ummælaranum, ið endar við at
siga, at tað er ein orsøk til, at
føroysk list ikki er kend aðra
staðni enn í Føroyum.
Í staðin fyri bert at kveistra
tílíkar atfinningar frá okkum,
skulu vit kanska hyggja nærri at,
hvat tað er, ummælarin sigur.
Tað er hóast alt so sjáldan,
at føroysk list verður tikin so
mikið í álvara, at hon fær eitt
ummæli, ið veruliga fyriheldur
seg til samtíðarlistina, og
sum ikki endar í útvatnaðum,
sentimentalum hugleiðingum
um okkara praktfullu náttúru
og William Heinesen. Tað, sum
Jeppesen er serliga vónbrotin av,
er, at hugskotið við framsýningini
ikki er nóg gjøgnumført, og hesin
trupulleiki hevur sum so við
kurateringina at gera.
Orsøkin til, at hann skýrir alla
føroyska list at vera vánaliga,
er fyrst og fremst, at hann ikki
hevur nóg góðan kunnleika
til føroyska list, og at hann
eyðsýniliga ikki dugir at skilja
í millum simili og diamantar.
Men vit eiga ein stóran part av
skuldini sjálvi av hesum keðiliga
lyndi okkara at blanda góða og
vánaliga list saman, eins og
vit í stóran mun brúka vánaliga
list sum útflutningsvøru. Eitt
Myndlistin 2008
Hóast listaframsýningarnar
ikki gjørdust betri av, at
tær í 2008 vóru fleiri í tali
enn nakrantíð, sita nakrar
lívsjáttandi listaupplivingar
eftir í minninum hjá tygara
ummælara, nú hon lítur
aftur um bak
Árið, sum fór
Kinna Poulsen
Jan Anderson og Claus Carstensen í Grafiska Verkstaði Føroya
Claus Carstensen tók støði í litavali hjá føroyskum listafólkum. Her er tað
Hansina Iversen
8