fríggjadagur 9. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2009
Myndugleikarnir
hava forsømt at typt
eitt hol, sum gevur
misnýtarum at kalla
frítt spæl at fáa hassj
til Føroya
Rúsevni
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ólógligt at smugla
hassj til Føroya.
Tað vita øll.
Men kortini ber tað væl
til at fáa hassj til Føroyar,
uttan at bróta lógina upp á
nakran sum helst máta.
Tað eru myndugleikarnir,
sum higartil hava forsømt
at typt eitt hol, sum gevur
rúsevnamisnýtarum at kalla
frítt spæl at fáa hassj til Før
oya.
Støðan er nevniliga tann,
at hóast tað er ólógligt at
smugla hassj til Føroya, er
tað fult lógligt at innflyta
fræ til hassjplantuna til Før
oyar.
Hetta er ein støða, sum
javnan og savnan setir bæði
tollarar og løgregluna í eina
heldur pínliga støðu.
Tollvaldið kemur av og
fram á hassjfræ, sum verður
flutt inn til Føroyar, men
sum lógin er nú, hava toll
ararnir onki annað val enn
at lata ta sleppa inn í land
ið.
Hetta er eitt sindur løgin
støða at vera í hjá einum
tollara, men vit hava onki
væl uttan at lata tað fara.
Vit vildu helst kunna lagt
hald á tað, men tað kunnu
vit ikki, tí tað er ikki ólóg
ligt, staðfestir Kjartan Dam
Joensen, yvirtollari.
Oftari og oftari
Eisini løgreglan heldur, at
støðan er eitt sindur undar
lig.
Tað er eitt sindur býtt, at
tað skal vera lógligt at inn
flyta hassjfræ til Føroyar,
heldur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini
hjá løgregluni.
Bæði Bergleif Brimvík
og Kjartan Dam Joensen
siga, at tað kemur fyri við
hvørt, at tey finna fræ til
hassjplantuna.
Løgreglumaðurin sigur,
at tað kemur oftari og oftari
fyri at tey finna fræ til
hassjplantuna.
Yvirtollarin sigur, at tá ið
teir hava funnið av fræ til
hassjplantuna, hevur tað
verið í postinum.
Í summum førum er tað
bílagt á alnetinum.
Men tað er ikki ólógligt
at innflyta fræ til Føroyar,
heldur ikki fræ til hassj
plantuna og tí hava teir ong
an møguleika, uttan at lata
tað fara til móttakaran.
Ólógligt at dyrka
Tað er ikki fyrrenn, at
hassjfræið verður plantað
og dyrkað, at tað verður
ólógligt. Við røttum hita og
røttum umstøðum annars,
ber annars væl til at fáa fræ
ið at veksa í Føroyum.
Bergleif Brimvík sigur,
at tað kemur javnan fyri, at
løgreglan kemur fram á
hassjplantur
heima
hjá
fólki, men so verða tær tikn
ar og eigarin ákærdur.
Vit hava lagt hald á
rættiliga fitt av hassjplantum
og onkur er eisini dømdur
fyri at dyrka hassj heima,
sigur Bergleif Brimvík.
Forsømt at
typpa holið
Bergleif Brimvík og Kjartan
Dam Joensen siga, at orsøk
in til, at vit eru í hesi støðu,
er, at myndugleikarnir hava
forsømt at seta hassjfræ á
listan yvir evni, sum tað er
ólógligt at innflyta til Før
oyar.
Men teir eru báðir samdir
um, at tað eigur at verða
gjørt, ongantíð ov skjótt.
Hvørgin teirra dugir at
síggja nakað høpi í, at tað
skal vera lógligt at innflyta
hassjfræ til Føroyar.
Hetta er sama støða,
sum vit í fyri nøkrum árum
síðani, tá ið tað var fult lóg
ligt at innflyta lutir at tuna
prutl við.
Tað var fult lógligt at
innflyta tuningssett til Før
oya, men tað var bara ólóg
ligt at brúka tey.
Tað er akkurát sama
støðan við hassjfræðnum:
Tað er fult lógligt at inn
flyta, men tað er ikki loyvt
at brúka tað.
Lógin má endurs
koðast
Hetta skilja løgreglumað
urin og tollarin ikki, tí enda
málið við at flyta hassjfræ
til Føroyar, kann bara vera
eittans og tað er at dyrka
tað fyri at vinna rúsevni
burtur úr, bæði tað mildara
marijuana, hassj og skunk,
sum er væl sterkari.
Ella sum onkur speiskliga
hevur tikið til: Hetta er ikki
ein planta, sum hóskar seg
væl til pynt í stovuvindeyg
anum, tí hon krevur bæði
nógv ljós og hita, so tað er
neyvan endamálið við at
innflyta hassjfræ til Før
oya.
Eisini
Heri
Mørkøre,
landsapotekari, heldur, at
lógin um rúsevni eigur at
verða dagførd, tí alt hetta
økið er í stórari broyting.
Hetta er ikki minst gald
andi fyri tey evni, hann
kallar “forevni”.
Tað eru tey evni, sum
skulu til fyri at framleiða
rúsevni.
Tann støða, vit eru í nú,
er eitt dømi um, at tá ið tað
snýr seg um at berjast ímóti
rúsevnum, snýr tað seg ikki
um at seta forboð ímóti
evninum sjálvum. Tað snýr
seg eisini um at seta forboð
ímóti tilfari og evnum, sum
verður brúkt at framleiða
rúsevni burtur úr, sigur
hann
Í hesum føri verður
hugsað um fræ til hassj
plantur.
Tað er heilt burturvið, at
tað skal vera lógligt at inn
flyta hassjfræ til Føroyar og
okkara tilráðing er, at mynd
ugleikarnir dagføra lógina,
so at fræið kemur á listan
yvir ólógligan innflutning
og tað ongantíð ov skjótt,
sigur Bergleif Brimvík.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá lands
stýriskvinnuni í innlendis
málum, Anniku Olsen, áðr
enn blaðið fór til prent
ingar.
Soleiðis
innflytur
tú hassj
lógliga
til Føroya
Misnýtarar, sum vilja hava hassj til Føroyar, hava at kalla frítt spæl, tí hóast tað er ólógligt at
smugla hassj til landið, er tað fult lógligt at innflyta fræ til hassjplantuna, sum sæst her á myndini.
Tað kemur oftari og oftari fyri, at tollvald og løgregla finna hassjfræ, men sum lógin er nú, hava tey
ongan møguleika uttan at lata tað sleppa ígjøgnum tollin og tað er heilt burturvið, siga umboð fyri
tollvaldið og fyri løgregluna.
Dálkingin er »Made in China«
Donsk gransking hevur avdúkað ógvusliga dálking á Arktis. Høvuðskeldan til dálkingina er kolkraft.
Hóast hetta er heimurin við at trýfalda nýtsluna av koli. Næstan uttan at sjálvi vera orsøk til tess eru
Føroyar og Grønland vorðin offur fyri ógvusligari dálking við einum av heimsins vandamestu
umhvørviseituri, nevnliga kyksilvuri. Danskir og føroyskir granskarar hava í seinastuni avdúkað eina
so ógvusliga dálking við eitrinum, at føroyski landslæknin nýliga ávarði fólk móti at eta tvøst av
grindahvali. Tað skrivar Berlingske Tidende. »Made in China« sigur skriftin á teirri vistfrøðiligu
vanlukkuni, ið er við at vísa seg í arktisku økjunum. Høvuðskeldan til kyksilvurregnið yvir
ríkisfelagsskapinum er nevnliga brenningin av kyksilvurbundnum koli í orkuverkunum. Danskir
granskarar meta tað sannlíkt, at tann ógvusligi vøksturin í brúkium av koli í Kina er ein týðandi partur
av frágreiðingini til tað vaksandi kyksilvurdálkingina á Arktis. Kyksilvurið verður borðið við vindinum
til tað arktiska økið, har tað verður upphópað í fiski, havfulgi, kópi og tannhvali.