Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti 7 bólkaður undir, fer at verða tað næsta heilt stóra á altjóða tónleikapallinum. Meira dentur verður lagdur á kvalitetsmálm, verður sagt. Harafturat kann fíggjarliga kreppan verða okkum til fyrimuns, tí tað vísir seg ofta, at undirhaldsvinnan og mentanin yvirlivir, tá fíggjarheimurin bløðir. - Vit eru ikki hoppaðir á nakran trend, men hava verið rættiliga hepnir við at raka rætta stílin røttu løtuna. Hesin víkingatrend- urin, sum nú vinnur fram, kann helst bara hjálpa okkum frameftir. Føroyar ongan áhuga - Føroyingar hava ikki dámað okkum fyrr enn nú, segði Terji Skibenæs, tá Týr á Stjørnukast tiltakinum tók ímóti heiðrinum sum ársins bólkur. At tað er so, játtar Heri Joensen. Tað er helst ein logisk frágreiðing uppá hví tað er so. Føroyingar kenna kvæðini, hava hoyrt tey ofta, og halda tey ikki vera áhugaverd. Men uttanlands verða kvæðini mett at vera eksot- isk. Fjepparar leggjast støðugt afturat, og onkur av teimum er eisini farin undir at læra seg føroyskt fyri betur at skilja og fylgja við tekstunum hjá Týr. Ein massivur áhugi uttanífrá, og lítil heimanífrá kann sigast. Tað er ikki soleiðis, at vit eru firtnir um manglandi áhugan fyri Týr, men onkuntíð hevur tað tókst løgið, at ikki eitt orð hevur verið at hoyrt ella sæð um okkum í føroysku miðlunum, tá vit hava verið á eini langari konsertferð, til dømis. Mann kann róliga siga, at í mun til fleiri onnur føroysk nøvn er lítið at frætta um okkum. Seinast í mánaðinum fer Týr avstað aftur, eftir at hava nýtt feriuna heima í Føroyum, og brúkt nakað av tíðini í upptøkuhølunum. Tann fyrsta av teimum næstu 100 konsertunum hjá bólkinum verður tann 28. februar í Atlanta í USA. Konsertferðin heldur fram til apríl, og væntandi koma fleiri konsertir á skránna í summar og í heyst. Rúm er gjørt fyri eini einstakari konsert í Føroyum, og verður hon í summar á Við Múrin festivalinum í Kirkjubø. Avgerðin um at liva av tónleik- inum var ein ideologisk avgerð, og enn hava limirnir hildið fast við avgerðina og eru teir við gott mót. Flaggskipið er nú sum frá byrjan kvæðarokkurin, eitt sermerki, sum av álvara hevur givið føroyska tungmálms- bólkinum vind í seglini.