fríggjadagur 9. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2009
Í longri tíð hevur ein
sak koyrt í Innlendis
málaráðnum, har
ein kommunustýris
limur hevur kært
framferðina til valið.
Eftir øllum at døma
var hetta ikki nóg
mikið til at fáa eitt
umval, tí fólkini
handan listan, sum ivi
er sáddur um, hava
øll greitt frá, at alt er
farið rætt fram. Tó
eru ikki allar súgur
syftar enn, tí fólkini
kring lista B krevja
framvegis umval
Kommunuval
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað er eittans mál, sum hev
ur fylt nógv á dagsskránni
hjá fólkunum í Kvívíkar
kommunu seinastu tíðina.
Spurningurin hevur verið,
hvørt tey skulu á val av
nýggjum, ella um verandi
kommunustýri sleppur at
halda fram.
Tað nýggjasta í málinum,
er, at Innlendismálaráðið
greiðir frá, at sambært still
arunum hjá lista A, var onki
galið við listanum, sum var
kliptur og klistraður. Tí tey
hava øll greitt Innlendis
málaráðnum frá, at tað er
sami listi, sum bleiv latin
inn, sum tey fingu at skriva
undir uppá.
Hesi høvdu freist í gjár at
lata
sínar
viðmerkingar
inn.
Soffi Egholm heldur tó
ikki, at allar súgur eru syft
ar, tí 12. januar skulu stillar
arnir á lista B greiða frá
síni støðu.
Málið er ikki liðugt enn.
Tað mangla enn allar við
merkingarnar frá Blistan
um, og vit hava framvegis
eitt ófrávíkiligt krav um
umval, sigur Soffi Egholm,
kommunustýrislimur, sum
kendi, at tað varð roynt at
forða fyri, at hon slapp at
stilla upp og at nógv skeivt
fór fram til valið. Hon helt
tað vera so galið, at hon
sendi Innlendismálaráðnum
kæruna, sum nú hevur verið
til viðgerðar í longri tíð.
Hóast ivi bert var sáddur
um lista A, sum var bæði
kliptur og klistraður, so hev
ur Soffi Egholm ikki givið
skarvin yvir.
Tað eru fleiri av stillar
unum hjá okkum, sum hava
kontaktað meg og hava
greitt frá, at tey hava við
merkt, at nógv løgið fór
fram, greiðir Soffi Egholm
frá.
Eitt langt mál
Málið byrjaði tann dagin
listarnir skuldu inn tann 21.
oktobur. Ógreitt er, hvussu
dagurin fór fram, tí Heini
Holm, ið er fyrrverandi
borgarstjóri og stillari til
valið, greiðir frá einari
søgu, meðan Soffi Egholm
og
Tórarinn
Didriksen
greiða frá einari aðrari, ið
als ikki líkist.
Sum skilst var orsøkin til,
at listin var broyttur stutt
fyri freistina, at Heini
Holm, fyrrverandi borgar
stjóri og ein av stillarunum
á lisa A, ikki vildi hava
Tórarinn Didriksen á listan,
og avgjørdi tí at bróta
listan.
Hetta endaði við, at tey á
lista B máttu gera heilt
skjótt av, fyri at náa at stilla
upp. Tað eru eisini ymisk
onnur ting, ið samband við
uppstillingina, sum sambært
Soffi Egholm eru ivasom.
Tó kann tað tykjast, at
málið er nær eini loysn, tí
sambært Hilmari Høgenni
fór onki svik fram við lista
A.
Stillararnir hava allir
svarað, at onki fór skeivt
fram. Tey siga, at bæði tal á
valevnum og nøvnini vóru
tey somu, sum vóru á listan
um sum tey skrivaðu undir,
sigur Hilmar Høgenni.
Soffi Egholm er tó enn
av einari aðrari áskoðan.
Tað burdi verið klárt
fyri øllum, at okkurt undar
ligt fór fram, og tí fara vit á
ongan hátt frá kravinum hjá
okkum um umval, staðfestir
Soffi Egholm.
12. januar er seinasta
freist hjá fólkunum á lista
B at greiða frá, hvat hendi,
so tað verður helst skjótt, at
ein loysn verður funnin.
Helst ikki umval í Kvívík
Hóast stillararnir á listanum,
sum ivi var sáddur um til
kommunuvalið í Kvívík -
millum annað, tí hann var
kliptur og klistraður - hava
svarað, at onki skeivt fór
fram til valið, so hevur Soffi
Egholm ikki mist vónina um
eitt umval
Panelkvøld um bíbliuna í Miðlahúsinum
Mánakvøldið 11. januar klokkan 20 fara Bergur D. Joensen og Hans Andrias
Sølvará í paneli og samskifta um bíbliuna. Teir fara millum annað at greiða frá
sínum sjónarmiðum, um teir trúgva at Bíblian er Guðs orð ella ikki. Eisini verður
høvi at seta spurningar. Bergur Debes Joensen er prestur, og hevur av og á verið
frammi, sum ein ið trýr at Bíblian er Guðs orð galdandi til allar tíðir. Hans
Andrias Sølvará er søgufrøðingur, og er m.a. høvundur til bókina: »Bíblian Guðs
Orð ella orð um Guð«. Theodor Olsen, prestur og fyrrverandi blaðmaður, verður
orðstýrari. Meinigheitshúsið plagar annað hvørt mánakvøld at skipa fyri møti fyri
ung yvir 18 ár, har tey taka viðkomandi evnir upp. Hetta var upprunaliga eitt slíkt
tiltak, men av tí at mett varð, at tiltakið var so spennandi, varð valt at flyta hetta
oman í Miðlahúsið, siga fyrireikararnir, sum heilsa, at øll eru vælkomin.