Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti 6 Tað var seinast í 1990 árunum, at føroyski kvæðarokkbólkurin Týr, fór at gera um seg í tón­ leikaheiminum við sínum tung­ málmsrokki. Upp gjøgnum nýggju øldina sást og hoyrdist bólkurin javnan, og luttók hann á størsta føroyska pallinum tá, Prix Føroyar kappingini. Í 2001 gjørdi Týr vart við seg í kappingini við kvæðnum, ið alt fyri eitt gjørdist landaplága, nevniliga Ormurin Langi. Ormurin Langi, sum fekk dansiglað ung at sláa ring á diskotekum, ólavsøku­ konsertum og útikonsertum, tagnaði skjótt, og við tíðini er vorðið longri og longri millum heimligu konsertirnar hjá kvæðarokkarunum. Og tað hevur sínar orsøkir. Tað er stóri heimurin, ið stjelur tíðina saman við Týr, og sum letur lítla tíð vera eftir til føroyskar konsertir og heimligu fjeppararnar. ­ Tað byrjaði fyri nøkrum árum síðan við at eg hitti danan, Claus Jensen frá Intromental Management, sum var áhugaður í bólkinum. Hann vildi fegin hava Intromental Management at umboða bólkin, men einans um onkur av hinum í felagnum eisini sá virðið í bólkinum. Tað gjørdi eingin, og tí varð tað samstarvið av ongum. Í staðin setti Claus Jensen okkum í samband við Napalm Records í Eysturríki, og eftir at hava samráðst í eitt ár, skrivaðu vit undir ein sáttmála við felagið í januar 2006, greiðir Heri Joensen frá. ­ Síðan hevur tað bara koyrt, kann mann róliga siga. Vit spældu 50 konsertir um árið bæði í 2006 og 2007, í 2008 kom talið á kon­ sertum upp á 100, og væntandi verður talið tað sama í 2009. Dreymurin í eygsjón Sáttmálin við Napalm Records innber, at felagið tekur sær av øllum tí praktiska í samband við konsertir og útgávur hjá Týr. Umframt at vera ein stór hjálp fyri limirnar í bólkinum, sum í staðin kunnu savna seg um kreativa partin, og tað, teir brenna fyri, ger felagið eitt stórt arbeiði við at bera bólkin fram. Og síðan sáttmálin varð undirskrivaður fyri trimum árum síðan, hevur bólkurin alsamt vaksið um sín popularitet. ­ Vit leggja merki til at fleiri og fleiri fólk koma til konsertirnar, vit fáa betri plaseringar á kon­ sertunum og fløgurnar selja væl. Umstøðurnar kring konsert­ ferðirnar eru betri, enn eg hevði ímyndað mær, tá vit skrivaðu undir uppá hetta lívið. Tá vit eru á konsertferðum, búgva vit antin á gistingarhúsum og verða so fluttir runt av transporti, sum Napalm Records skipar fyri. Ein annar møguleiki er at vit búgva í bussum, ið eru innrættaðir við koyggjum, og við einum trailara, sum trans­ porterar alla okkara útgerð. Hesin lívsstílurin krevur, at limirnir eru nógv burturi frá familju og heimlandinum. Ofta millum 1­3 mánaðir í senn. ­ Eg var miðskeiðis í 20’unum, tá eg avgjørdi, at eg vildi liva av tónleiki, og sama hugburð hava hinir limirnir í bólkinum. Soleiðis havi eg tað enn, og eg vildi ikki býtt hetta lívið um við nakað. Men eg dugi eisini væl at síggja hví so nógv geva upp, sum droyma um tað sama sum vit. Mann skal tíma tað, vera tolin, og ikki vænta at síggja pengarnar streyma inn eftir nakrar einstakar konsertir. Vit eru nú komnir har til, at vit síggja at tað ber til. Men uppá spurningin um limir­ nir eru vorðnir ríkir av tónleikinum, sum teir nú at kalla liva av, svarar Heri Joensen avgjørdur nei. Víkingarokkarar av tilvild Og tað var heldur ikki orsakað av pengum, at Heri Joensen valdi lívið sum tungmálmsrokkari. Tað var heldur ikki bevíst, at hann fór inn í tungmálmsrokkin ella víkingamálmsrokkin, sum sjangran eisini verður rópt. ­ Vit hava ikki útnevnt okkum til víkingarokkarar. Eg visti ikki av, at tað var nakað sum æt víkingamálmur, tá vit byrjaðu við Týr. Seinni havi eg tó lisið meg til, at sjangran uppstóð í Noreg og Svøríki seinast í 1980 árunum og fyrst í 1990 árunum. Tann mentanarliga tyngdin í hesum slagnum av tungmálmi var norrøna gudalæran, sum altíð hevur hugtikið meg. Eg hevði ein lærara í skúlanum á Toftum, sum dugdi væl at greiða frá um norrønu gudalæruna, og á sama hátt høvdu kvæðini mín stóra áhuga. Tá eg sum 13­14 ára gamal lærdi meg at spæla gittar, var tað serliga tungmálmstónleikin, eg spældi. Tá Týr nøkur ár seinni varð til, var tað nærliggjandi at gera tónleik burtur úr kvæðunum, ið høvdu hugtikið sangaran í bólki­ num so nógv. Júst hvat kvæði fær eina kerliga tungmálmshond frá Týr, er rættiliga tilvildarligt. ­ Eg syrgi fyri at hava allar fløgurnar við føroysku kvæðunum, sum koma út. Okkurt kvæði fangar meg, og so geri eg lag til, greiðir hann frá. Hann skoytir uppí, at tað ikki er nakað nýtt í at nýta føroysk kvæði í sínum tónleiki. Bæði Annika Hoydal og Kristian Blak hava gjørt tað, bæði innan sínar ymisku sjangrur. ­ Tónleikaummælarar úti í heimi hava spátt, at víkingamálmur, sum Týr verður Týr vinnur við eksotiskum kvæðum Tungmálmsbólkurin Týr hevur júst lagt síni fyrstu 10 ár afturum. Góða stevið byrjaði sum tungmálm­ ur í 1998, Ormurin Langi í kvæðahami varð fødd­ ur, og hevur Týr síðan roynt sínar víkingamálms­ veingir á fremmandum tónleikavøllum, stórt sæð. 100 konsertir spældi Týr í fjør, og spátt verður, at konsertirnar verða líka nógvar í 2009, umframt at nýggj fløga er í umbúna. Men føroyingar hava ikki rættiliga givið Føroya best umtókta bólki ans enn. ­ Helst tí at fyri føroyingar eru kvæðini ikki serlig, heldur forsangarin. Aðra staðni eru tey mett at vera eksotisk Tónleikur Eilen Anthonussen eilen@sosialurin.fo