fríggjadagur 9. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2009
17
Boripallurin West
Phoenix, sum
skal bora fyri
ENI og Føroya
Kolvetni á føroyska
landgrunninum í
summar, er nú farin
undir at bora brunn
í Noregi eftir at hava
verið seinkaður.
Næsti brunnurin
verður tann í
Føroyum
Sjeyndi brunnurin
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Boripallurin, West Phoenix,
sum skal bora tann sjeynda
leitibrunnin á føroyska land
grunninum í summar, er
loksins farin undir sína
fyrstu boriuppgávu á norsk
um øki fyri franska olju
felagið Total. Pallurin, sum
er spildurnýggjur, kom frá
Samsung skipasmiðjuni í
Suðurkorea í august mánaði
og hevur síðani ligið fyrst í
Las Palmas og síðani í
norskari havn, har hann er
gjørdur klárur til sína fyrstu
boriuppgávu, nakað seink
aður.
Hetta lovar væl fyri
italska oljufelagið, ENI og
tað føroyska Faroe Petrol
eum, sum standa til at bora
tann næsta brunnin á før
oyskum øki. Ætlanin var, at
boripallurin skuldi bora í
Føroyum longu í mars men
vegna seinking hevur hetta
verið skotið nakað út og
verður hetta neyvan fyrr
enn í mai ella í summar.
West Phoenix er serstakliga
útgjørdur til at bora á
djúpum vatni.
Boripallurin er longu væl
kendur millum føroyingar.
Tá hann lá við bryggju í
Las Palmas í heyst vóru
fleiri føroyskir handverkarar
umborð.
Runavík ger klárt
Sum skilst verður nú so
smátt riggað til í útgerðar
havnini í Runavík. Tey
fyrstu rørini til komandi
boringini komu til Føroyar
nakað undan jólum.
Tað er annars stórur áhugi
fyri júst hesum brunninum
í oljuumhvørvinum sum
heild. ENI hevur ikki enn
úttalað seg so nógv um
møguleikarnar fyri at finna
olju, men umboð fyri onnur
oljufeløg, sum kenna til
økið men sum ikki eru við í
loyvinum, hava úttalað seg
rættiliga
bjartskygt
um
møguleikarnar at finna olju
og gass í nettupp hesum
økinum.
Eitt nú úttalaði kendi
jarðfrøðingurin
Richard
Hardmann,
fyrrverandi
leitistjóri hjá Amerada Hess
í Føroyum og nú ráðgevi
hjá Atlantic Petroleum, á
einum oljutingi í Havn í
fjør, at jarðfrøðiligu viður
skiftini í undirgrundini, har
ENI fer at bora, síggja
rættiliga lovandi út.
Anne Marie leiðin, sum
hesin brunnurin er kallaður,
liggur ikki so langt frá
markinum, har Amerada
Hess nøkur ár herfyri gjørdi
eitt oljufund á bretskum øki
kallað Cambo. Ì vár fer olju
skipið Stena Carron, sum í
løtuni borar ein avmark
ingarbrunn á Rosebankfelt
inum nakað norðari, eisini
skamt frá føroyska mark
inum, at bora ein avmark
ingarbrunn á Camboleiðini.
Tað er tí rættiliga áhuga
vert at merkja sær, at tað
um nøkunlunda somu tíð
verða boraðir tveir brunnar
í einum øki, sum liggur
báðumegin markið, og har
jarðfrøðin møguliga líkist
nógv.
www.sev.fo
MASKINMEISTARi til Vágsverkið
Eitt starv sum maskinmeistari við el
verkini í Suðuroy er leyst at søkja til
setan skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
elverkunum í Suðuroy, bæði sum dag
arbeiði og vaktarbeiði uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni:
• Elverkið í Vági við trimum diesel
motorum tilsamans 9,7 MW. Hesir
motorar eru riknir við tungolju
• Elverkið í Botni, sum er eitt vatnorku
verk við tveimum turbinum upp á
tilsamans 3 MW
• Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir
dagliga, men er til at taka, við einum
dieselmotori upp á 2 MW.
Vakthavandi maskinmeistari hevur yvir
vaking av og lastfordeiling millum Vágs
verkið og elverkið í Botni umframt net
yvirvaking og koblingsleiðslu fyri elnetið
í allari Suðuroynni.
Uppmøtingarstaðið er á Vágsverkinum,
har vaktin hevur tilhald. Arbeitt verður
á og út frá hesum arbeiðsstaði til hini
elverkini eftir tørvi, og fer flutningur
vanliga fram við arbeiðsbili hjá SEV.
Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fulla
maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað
maskinmeistaraprógv, 3 ára maskin
meistaraskúlaprógv og royndir innan
økið.
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafel
agið og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri fram
manundan, sum verður roknaður frá
prógvtøkudegnum, men er treytaður
av fakliga viðkomandi arbeiði síðani tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við
vaktargjøldum og møguliga av og á
eisini úrtíðarløn.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Palla Mortensen, verk
meistara, ella til Anders Nedergaard
Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsl
una, báðir á tel. 346800.
Umsóknir saman við prógvum og møgu
ligum ummælum verða sendar til:
Elfelagið SEV, Landavegur 92, Postrúm
319, FO110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi týsdagin 13. januar 2009.
ELFELAgið SEV · POSTSMOgA 319 · 110 TórSHAVN · WWW.SEV.FO · SEV@SEV.FO
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr
elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum. Á
tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt
samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum o.s.fr.
støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku og kervisábyrgdina í Føroyum.
Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært galdandi reglum á økinum og krøvum, ið SEV
setir til trygd og annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og skeiðum
og eftirútbúgvingum annars.
Vit síggja Anne Marie leiðina vestan
fyri miðlinjumarkið millum Føroyar
og Bretland, har borurin verður settur
í um nakrar fáar mánaðir. Hinumegin
markið er Cambo oljufundið, sum
møguliga verður útbygt. Longur
norðuri síggja vit Rosebankoljufundið,
sum helst eisini verður útbygt. So
tætt upp at føroyska landgrunninum
eru stórar oljukeldur funnar. Í
løtuni verður avmarkingarbrunnur
boraður á Rosebankleiðini. Í næstum
fer Stena Carron suðureftir at bora
avmarkingarbrunn á Cambo feltinum.
Síðani kemu túrurin til Anne Marie
leiðina.
Anne Marie
boring nærkast
West Phoenix boripallurin er heimsins mest framkomni á
sínum øki og er serliga útgjørdur til at bora á djúpum vatni.
Um nakrar mánaðir kemur hann føroyskt farvatn.