fríggjadagur 9. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2009
19
Thorleif
Mouritsen,
ættaður úr Sørvági, and
aðist mikudagin í Dal
vík í Íslandi, 74 ára gam
al. Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Sigurd Danielsen á
Sandi andaðist á Lands
sjúkrahúsinum
miku
dagin, 85 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð
umleið ár 300 hálshøgdur, tá ið rómverski keisarin
Diokletianus legði eftir teimum kristnu
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Olanta Hansen
andaðist og varð jarðað.
Takk til Svenning á Lofti og Sonju Klein fyri góð
og troystarrík orð í Landssjúkrahúskapellinum,
Havnar kirkju og við grøvina.
Vit takka teimum, sum hjálptu okkum í sambandi
við jarðarferðina, eins og teimum, sum vóru um
hana hennara síðstu tíð á Landssjúkrahúsinum.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Tey avvarðandi
Høgni, Andrew, Kári og Helen v/ familjum
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Sigurd Danielsen
andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin,
85 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum
leygardagin kl. 14.30.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
sunnudagin kl. 12.30.
Vegna tey avvarðandi
Turið og børnini
Tey, ið vilja minnast Sigurd, kunnu lata eina peningagávu til
Sands kirkju, konta í peningastovnunum.
Min Færøske Barndom er
heitið á eini bók, sum kem
ur út í Danmark hósdagin
15. januar.
Tað er Amy Fuglø, búsit
andi í Kongsted, nærhendis
Faxe, ið hevur skrivað bók
ina, sum eru endurminningar
hjá mammu hennara Sigrid
Fuglø.
Amy Fuglø var fødd í
Danmark i 1943. Hon búði
eitt tíðarskeið í Føroyum og
arbeiddi sum barnafysio
terapeutur á Skúlanum á
Trøðni, tey árini hon búði í
Havn frá 19681982. Hon
var gift við Frits Jager, sum
var lærari á Adventistaskúl
anum. Tey eiga synirnar
Robert, sum býr í Norra, og
Tommy sum býr í Dan
mark.
Bæði foreldrini hjá Amy
vóru fødd á Viðareiði,
mamman Sigrid í 1915 og
pápin Elenius í 1910, hann
andaðist í 2001, 90 ára
gamal. Foreldrini fluttu til
Danmarkar í 1930unum.
Tá mamman í 2006 fekk
staðfest diagnosuna Alz
heimers, avgjørdi Amy at
taka sær tíð til at lurta eftir
og skriva niður áhugaverdu
søgurnar frá tí at mamman
var ung á Viðareiði fyrst í
1900talinum.
Mamman var egnavitni
til lívið í Føroyum. Hon
búði í norðastu bygdini í
Føroyum, og tey livdu uttan
elektrisitet, olju, gass, bilar
og telefonir við kúm í
kjallaranum, við seyði í
haganum, fiski í havinum
og torvi í haganum.
Bókin er um bøndur og
fiskimenn og lívið við
tuberklum, trúgv, saman
haldi, spjaðing og nógv
ymiskt
annað.
Nógvar
myndir eru í bókini, sum
eisini er ein ættarsøga um
familjuna.
Bókin er upp á 294 síður
og verður at fáa í bókabúð
unum í Føroyum. Hon er
gjørd á forlagnum Under
skoven: www.underskoven.dk
mg
Amy Fuglø við endur
minningum hjá mammuni
Amy Fuglø við bókunum Min Færøske Barndom
Sigrid Fuglø við bókini
Bókin er prýdd við mynd av
mammuni sum smágenta og
mynd av Viðareiði