Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 • 9. januar 2009 Vikuskifti 18 tíðindaskriv Konsertfelagið og Norðurlandahúsið Kvartett til tíðarinnar enda (Quatuor pour la fin du temps) av Olivier Messiaen Verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 22. januar kl 20:00 og í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. januar kl. 15:30. Kvartettin er fyri violin, sello, klarinett og klaver. Tað eru sera dugnaligir tónleikarar, ið fara at spæla hesa navnframu kvartett, sum verður mett at vera millum fremstu tónleikaverk í klassiskum stíli í 20. øld. Lee Morgan spælir klarinett og er soloklarinettleikari í Kongiliga kapellinum, selloleikarin er víðagitni pólski sellospælarin Andrzej Bauer, sum undirvísir á tónlistaháskúlanum í Warshava, violin spælir Øssur Bæk, virkar burtur av sum sololeikari, og Jóhannes Andreasen spælir klaver. Hann undirvísir í føroyska musikskúlanum, og hevur drúgvar royndir frá altjóða virksemi. Frits Johannesen hevur málað 8 málningar til hesa konsert – ein til hvønn satsin, ið verða syndir fram, meðan spælt verður. Eitt sindur um Olivier Messiaen Olivier Messiaen varð borin í heim 10. des. 1908 í Avignon, deyður 27. apríl 1992 í Clichy. Hann var franskmaður, tónasmið­ ur, organistur og tónleikalærari. Undir Fyrra veraldarbardaga gjørdi faðirin hertænastu, og flutti mamman við familjuni til bróðir sín í Grenoble við tær fronsku alpunar. Her gjørdist hann hugtikin av natúrini, sum vakti hansara ans fyri t. d. fuglasangi, sum kom at merkja tónsetingar hansara t. d. í Kvartettini til tíðarinnar enda. Paul Dukas (1865 – 1935 fr. komponistur) segði við Olivier Messiean: “Lurta eftir fuglunum!” Messiaen fór at spæla sum 7 ára gamal. Ellivu ára gamal í 1919 fór hann á tónleikaháskúlan Rue de Madrid í París og gekk her í 11 ár til 1930. Vendi aftur higar sum lærari 1941. Hann var hugtikin av Claude Debussy og Christoph Willibald Gluck. Hann varð settur urguleikari 1931 í Trinité ­ kirkjuni í París og var organistur í 33 ár í hesi kirkju. Messiaen gjørdi hertænastu undir seinna heimsbardaga, varð tikin fangi 1940 og sat í eini fangalegu Stalag 8 í Görlitz í Schlesien í Pólandi í 2 ár. Her gjørdi hann hetta navnframa tónleikastykkið: Kvartett til tíðarinnar enda, sum er í 8 pørtum. Tónleikastykkið er fyri 4 ljóðføri klaver, cello, bratch og violin. Tað var frumframført 15. 1. 1941 í fangaleguni, har hann sat fangi. Íblásturin til tónleikin fekk hann úr 10 kap. úr Opinberingini ørindi 1 – 7, um eingilin, ið kemur niður til jarðar og sigur, at nú er eingin tíð meir. Tíðin hugtók Messiaen, sum hann tulkar t. d. í ymsum rytmum frá grikskum ørindasniði til rytmuna í indiskum tónleiki. Kvartettin varð smiðað undir trongum korum í fangaleguni. Hungurstungin við einum vánaligum klaveri og trimum øðrum tónleikarum við skirvisligum ljóðførum, frumførdi hann hetta stykki undir myrkastu døgum í europeiskari søgu. Olivier Messiaen var rætt­ trúgvandi katolikkur, og gongur hetta sum ein reyður tráður ígjøgnum tónlist hansara, og kemur hetta væl til sjóndar í hesum valaverki, Kvartett til tíðarinnar enda 1. partur Kristalliturgi. Kl 5 á morgni situr ein fuglur og syngur í einum træi, og tónarnir taka seg uppeftir og hjána burtur í trækrúnunum. Verður hetta ført yvir í tað átrúnarliga hugtakið, er hetta tann himmalska kvirran ovast uppi. Klarinettin spælir fuglasangin, og klaverið heldur rytmuna, sum er sett saman av einum rytmiskum ostinato (endurtøka av nøkrum tónum) yvir 3 samansettar indiskar rytmur. 2. partur Einrøddaður sangur til eingilin, sum kemur til jarðar og setur annan fótin á land og annan í havið . Kroppurin er huldur í skýggj, og andlitið lýsir sum sólin. Beinini eru sum eldsúlur. Mitt í hesum tónleikaparti hoyrist tað harmoniska, himmalska skapið, sum vit ikki fáa hendur á, men bert kunnu ímynda okkum. Á klaverinum er mildar akkordir í bláum, grønum, violettreyðum, o.s.fr. Hesar akkordir eru fjart klokkuljóð, og fuglaljóð hoyrist í violinini og celloni. 3. partur Avgrund fuglanna. Klarinettsolo, sum er eins og einrøddaður sangur uttan nakað fylgisspæl.. – Avgrundin er tíðin við tess sorgum og tess samanrenningum. Fuglarnir eru beint tað øvugta. Longsulin eftir ljósinum, stjørn­ unum, ælabogunum og fagnaðar­ ljóðum. 4. partur Intermesso (millum spæl). Ein lítil scherzo( lætt og skemtingarsamt tónleikastykki), sum livir omaná. Tengt at teimum fyrru pørtunum, og leiðir tankarnar aftur til, tað sum er spælt, men hevur eisini ein farra av tí, sum vit kunnu vænta okkum fyri framman. Kvørkveggjan hoyrist syngja her, eins og vit hoyrdu hana í fyrru pørtunum. 5. partur Lovprísa ævinleika Jesusar. Seiglig rísa tónarnir himni høgt ímóti og við kærleika, sóma og tign nerta við tað æviga orðið, sum er bundið í skriftstaðnum: Í fyrstuni varð orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð 6. partur Dansur ørskapsins fyri teimum sjey trompetunum. Tey fýra ljóðførini spæla einrøddað. Ljóðførini eru ikki ljóð av apokalypsunum(skriv, við guddómligum íblástri, boðar fra komandi hendingum t. d. um veraldar enda) í Gamla testamenti, men heldur ein søgn í rytmum, sum vit kenna tað frá grikskum skaldskapi. 7. partur Ein fløkja av ælabogum til eingilin, sum boðar um tíðarinnar enda. Satsurin er ognaður einglinum og ælaboganum, sum liggur at einglinum (ælabogin er tekin um frið, vísdóm og hvørt bragd í ljóði og ljósið). – Í mínum litríku dreymum øraði tað fyri mær. Ljóð og ljós fóru hvørt um annað: Hesar violett­reyðu, blá­orange, gyltu og grønu akkordir, hesi svørð av eldi, hesar bleiktrandi stjørnur, tað er fløkjan, tað eru ælabogarnir. 8. partur Lovprísa tí ódeyðiliga Jesusi. Stór violinsolo, sum er neyvt skyld við sellona í 5. parti. Tónleikurin er ein lovsangur til Jesus, Jesus sum mennskjað ­ orðið sum bleiv kjøt, vakt upp frá deyðum til tað æviga fyri at veita okkum lív um aldur og allar ævir. Hetta er sannur kærleiki. Tað seindrigna ljóðið í violinini og klaverinum fer upp í tær hægstu hæddirnar í hesum ljóðførum, og tað er menniskjað, sum fer upp til Guðs, Guðsbarnið sum røkkur faðir sínum, tann guddómligi skabningurin tekur seg upp móti paradisinum. Olivier Messiaen