fríggjadagur 9. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 6 - 9. januar 2009
Á løttum, føroyskum
gerandismáli gevur bókin
Njótingarsami heilin eitt
sera forvitnisligt innlit í
ymisk sløg av njóting - líka
frá rúsi og sex til list og
aðrar gerandisgleðir
Ummæli
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur
Stutt undan jólum og tí í so seint
til at fáa eitt uppiborið ummæli
og at vera í fremstu røð í jólasøl
uni, kom henda øðrvísi og áhuga
verda bók út á góðum, beinrakn
um og lættlisnum føroyskum
máli.
Høvundurin, Morten L.
Kringelbach, er ikki hvør sum
helst.
Hóast ikki fjøruti ára gamal er
hann professari og hevur seinastu
árini dúgliga granskað í lívfrøði
liga virki heilans, og m.a. hvussu
menniskjans njóting og trá,
sinnisrørslur, kenslur, læring og
tilvitska vísa seg aftur í heilavirk
semi, hetta m.a. við atliti til at
kunna leiðbeina fólki til størri
lívsdygd og eydnusemi.
Hann er sera, sera virkin sum
granskari og fjølbroytt skrivandi
maður. Harumframt hevur hann
fingið nógva viðurkenning fyri at
duga væl í skrift og talu at borð
reiða við sínum sjónarmiðum og
vísundaroyndum á ein so hug
vekjandi og mangan skemtiligan
hátt, at ikki bert fakkøn lata seg
fanga og fata væl lesturin.
Nýggj vitan
Vit jagstra eydnuna, tó vit langt
frá altíð kenna okkum koma á
mál.
Nútímans tøkni at granska
heilavirksemi í sambandi við
njóting, tráan, kenslur, tilvitsku
og sinni kann væl koma lækna
vísindini til góðar, tá um ræður
at bøta um sinnisliga heilsu og
fyri tann skuld almenna vælveru.
Bókin Njótingarsami heilin
tekur støði í høvundans egnu
gransking og lýsir úrslit úr heila
vísindini, tá ið um ræður at lýsa,
máta, skilja og temja njóting og
hug í heilanum. Granskingin fer
vónandi, sum frá líður, eisini at
geva nýggja vitan um kendar
heilsutrupulleikar og at hjálpa
fólkum, sum onkursvegna tróta
njóting í lívinum.
Bókin er væl skipað og ætlað
sum ein brellibiti til nýggjastu
heilavísindaligu granskingina um
njóting. Hartil veitir hon eisini tí
serliga forvitna lesaranum eina
ørgrynnu av viðkomandi
viðmerkingum og tilvísingum
fyri hvørt kapittul og enntá
hvørja blaðsíðu sær.
Harumframt eru útgreinandi
orðalisti og leitorð, so tað eisini
ber væl til at sláa upp í bókini.
Frá rúsi til gerandisgleðir
Ein innleiðandi partur er um
”Njótingina og hennara mongu
andlit”, har høvundurin við støði
í heimspeki, bókmentaligum og
almennum hugburði vísir til
týdningin av njóting fyri lívs
dygdina og nærkar seg einum
vísindaligum innliti í grund
leggjandi njótingarskipanir í
heilanum.
Næstur er ein partur nevndur
”Umvegis til njótingarheimin”
frá kendari, tilvildarligari heila
sjúkuviðgerð fyri m.a. parkin
sonsjúku til ítøkiliga vitan um og
nágreiniliga kortlegging av
heilaanatomi og heilans virksemi
í sambandi við kenslur og
sinnisørsku.
Áhugin fyri njóting, síðani
vantandi njóting (anhedonisma
nevndu vit tað sum herviligt
sjúkueyðkenni í psykiatriini) er
so eyðkend fyri sálarsjúkur sum
t.d. tunglyndi og etingarólag. Í
kapitlinum er gott myndatilfar
yvir landafrøðina í heilanum, og
er teksturin mangan skemtiligur,
men tó so avgjørt viðkomandi.
Tvørfaklig sjónarmið og upp
fatan við hepnari samantvinning
av heilagransking, heimspeki og
list í sambandi við hugtøkini
hugur, eydna og vælvera í mun
til pínu og kvøl eru sera væl lýst.
Triði parturin eitur ”Tráanin
eftir njóting” og snýr seg um
njótingardeplar í heilanum, sum í
frumgransking tilvildarliga vórðu
staðfestir undir heilaskurðvið
gerð av sjúkum fólkum og í
djóraroyndum. Hetta kapitlið
gevur eisini boð upp á bundin
skap og misnýtslu.
Fjórði kapittul ber eitt so løgið
heiti sum ”Kviðið í heilanum” og
snýr seg um m.a. sex, drøgg og
rocktónleik og um tann sosiala
partin av heilanum, misnýtslu
tráan og bundni.
Fimta kapittul snýr seg um
”Vantandi njóting” og um hervi
ligt tunglyndi og døpur sorgardýr
og kann geva slíkum fólkum við
kropsligari og sálarligari pínslu
vón um broyting og bata.
Kapitlið forklárar væl, at givin
verður heilivágur og onnur
viðgerð av heilanum sum ábót
fyri sinnisbrek, men veitir eisini
onnur áhugaverd boð.
Sætti partur eitur ”Serstøk
heilalist” og snýr seg m.a. um
menniskjans estetisku gerandis
gleðir gjøgnum tónleik, bókment
ir og list, og er hetta sera áhugav
ert.
Sjeyndi partur setur spurnar
tekin við ”Lukkukenda njóting”,
vælveru og tað fullkomna
samfelagið. Undirevni eru
gerandisgleðir, um tímiliga,
siðbundna áskoðan á vælveru og
jagstranina eftir tí góða gerandis
degnum, og at enda er ein
niðurstøða um njóting og eydnu.
Áttandi partur er ein ískoytis
spurnarkassi um njóting, sum
hegnisliga ítøkiligger evnið í
bókini og leggur ymiskt afturat,
sum lesarin fegin vil vita um
njóting, men kanska ikki hevur
stundir at lesa um.
Ikki eiti á ítrivi
Sjálvur havi eg í sambandi við
mína útbúgving og yrkisleið lisið
fleiri bøkur um heilans virki, tó
onga sum hesa, ið eg bert kann
viðmæla sum sera forvitnisliga,
upplýsandi og lættlisna.
Og er høvundurin ikki hvør
sum helst, so er týðarin tað
sanniliga heldur ikki.
Pauli Nielsen, cand. ped og
fyrrverandi rektari, hevur alt sítt
virkna lív skrivað sjálvur og
seinru mongu árini týtt nógv .
Og tað spennir sanniliga víða:
líka frá GummiTarzani yvir
Dunnald Dunnu fyri tey yngru til
m.a. tiltikið væl skrivaða og
umsetta japanska skaldsøgu
(Sunnan fyri markið hjá Haruki
Murakami) eins og pedagogikk
(Læraralív) til nú umseting av
hesum vísindaavriki um njóting.
Felags fyri hansara týðingar er,
at hann við sínum lætta penni
røkkur so væl og neyvt sínum
lesaraskara í ymsum aldri
og hann megnar tað á viðkom
andi føroyskum gerandismáli.
Uppvaksin í mentanarligum
umhvørvi á bygd, góður við
føroyska málið, og hartil drúgva
tíð lærari í føroyskum, tað slær
ikki falskar mentir.
Nú hann hættaði sær undir
eisini at umseta vísindatekst, var
vandi fyri at koma sær í trupul
leikar, síðani føroyskt mál enn á
summum økjum restar beinrakin
frøðisheiti, men yvirhøvur meti
eg Paula hava megnað væl at lata
njótingarbókina í ein føroyskan
málbúna, sum ger bókina væl
lesandi fyri tey allar flestu.
Forlagið er hansara egna, sum
hann lítillátin nevnir ”Ítriv”. Ikki
eiti á ítrivi. Pauli er íðin og
hegnigur við penninum og eigur
frameftir bara at dríva á. Góða
eydnu eisini við tí.
Njótingarmikil
lesnaður um
njóting
Nýggja bókin ”Njótingarsami heilin” er bæði forvitnislig, upplýsandi og
løtt at lesa