fríggjadagur 9. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
20
Vegleiðandi daglig føðsla ella
GDA. Vit kunna líka gott venja
okkum við hetta merki, ið fer
at síggjast á nógvum matvør
um framyvir. Talan er um eitt
nýtt føðslumerki, ið á etikettu
ni fer at upplýsa og vegleiða
um innihaldið av orku, sukri,
feitti, mettaðum feitti og salti
í einum verði (portión). GDA
skal eitast at vera eitt ískoyti til
vanligu føðslulýsingina pr. 100
g ella 100 mL.
Men tað eru ikki heilsu
myndugleikar, ið hava sett hesa
frámerking um vegleiðandi
dagliga føðslu í verk. Tað er
stóra matvøruvinnan í Evropa
Confederation of Food and
Drink Industry in Europe, stytt
CIAA sum hevur tikið sti
gið. Skipanin er sjálvboðin og
ídnaðurin í fleiri londum hava
tikið hana til sín. Fleiri hava
kanska lagt til merkis GDA
á sjokolátuni frá Cadbury. Í
Onglandi hevur vinnan nýtt
GDA í fleiri ár. Týskland, Finn
land, Póland og Ungarn eru
eisini við. Í Danmark og Noregi
hava brúkara og áhugafeløg
verið rættiliga atfinningarsom
um nýggju skipanini, men fleiri
danskar matvørufyritøkur hava
tó tikið hana í nýtslu. Tað er
Dansk Industri, sum varðar
av GDA í Danmark Evropeis
ka matvinnusamtakið CIAA
hevur sett sum krav, at vanliga
føðslulýsingin, ið myndugleikar
hava lóggivið fyri altíð skal
standa saman við GDA. Tankin
er at hesi saman skula hjálpa
brúkaranum at seta saman
eina dagliga føðslu í javnvág
við viðurkendu heilsuráðini frá
Evropeiska Samveldinum og
heimsheilsufelagsskapinum
WHO.
GDAvirðini eru galdandi fyri
sokallaðan ”miðalpersón”, tað
er á leið sum ein sunn vaksin
kvinna, ið hevur idealvekt og
rørir seg nakað. Tørvurin fyri or
ku og ymsu føðsluevnini veldst
so um bæði kyn, aldur og hvus
su nógv ein rørir seg.
Men er tað ikki bara at gleð
ast um fáa enn fleiri upplýs
ingar um hvat er heilsugott at
eta? Vit kunna kanska svara
spurninginum við at hyggja at
amerikanska samfelagnum.
Onga aðrastaðni er so nógv
upplýsing og merking um hvat
er gott at eta á matvørunum.
Men onga aðrastaðni hava fólk
so stórar heilsutrupulleikar av
at eta nógvan heilsuvánaligan
mat.
Man eitt samband vera mil
lum hesi?
Danska Brúkararáðið, Hjarta
felagið, Krabbameinsfelagið og
Diabetesfelagið halda í hvussu
so er ikki at danir hava gagn
av GDAskipanini. Tvørturímóti
hava tey í felags skrivi til Mat
vørunevndina í danska Fólka
tinginum ávarað um skipanin
villeiðir meira enn hon gagnar.
Har eru ov nógv tøl og tað
verður ikki skilt í millum tilsett
og natúrligt sukur, sigur Mor
ten Strunge Meyer frá danska
Krabbameinsfelagnum.
Mads Hyldgaard frá danska
Hjartafelagnum heldur at vin
nan við GDAskipanini kann vil
leiða við tølum, soleiðis at tað
gerst lættari at selja vørur, ið
kanska ikki eru so heilsugóðar
kortini.
Camilla Udsenfrá Danska
Brúkararáðnum sigur at tey ar
beiða fyri at forða, at GDAskip
anin gerst partur av felags ES
merking framyvir. Brúkararáðið
hevur longu meldað fleiri
stórar fyritøkur fyri villeiðandi
innihalds og føðslulýsing á
matvørunum.
Nú nógv føroysk matvøru
lóggáva verður harmoniserað
verða ESlóggáva, er spen
nandi at vita hvat hendir við
matvøruvinnuni í Føroyum.
Men at taka støðu til GDA
sleppa vit neyvan undan. Í
hvussu so er ikki framman fyri
handilshillina.
BaginBox ella posavín fær
skoðsmál í Vínummælinum í
dag.
Pastaskrúvurnar verða tugdar
og mettar í Matummælinum.
Úrmælingurin og kostráðge
vin, Oscar Umahro Cadogan vil
við nýggju bók síni kollvelta alla
familjuna.
Og í Uppskriftini fer ein an
nar kostráðgevi, Elin Dimon
Næs úr Hvalba at greiða frá
sínum virksemi og so letur hon
okkum eisini eina heilsugóða
uppskrift at byrja árið við.
At enda fari eg at heita á
lesarar um at tekna seg til eitt
komandi tíðindabræv, ið um
vegis telduposti fer at kunna
um hvat rørir seg í Gramshøpi
annars.
Hetta gerst heilt einfalt við at
skriva til
mortan@hamrabyrgi.com
og upplýsa navn og teldupost.
GDA – Guideline Daily Amount