fríggjadagur 9. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2009
21
tíðindi
Valið í Bangladesh
var eitt gott stig fram
móti fólkaræði. Frá
føroyska eygleið
aranun, Lindu Joen
sen, hava vit fingið
fyribils frágreiðingina
Valeygleiðing
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tað er sera lítið, sum hevur
verið í miðlum um okkara
leiðir um valið í Bangladesh
tann 29. desember.
Eitt undantak er tó Sosial
urin. Hetta hevur eina ser
ligu orsøk. Í blaðnum tann
23. desember høvdu vit
eina frásøgn um ein av eyg
leiðarunum hjá ES, Europe
iska Samveldinum, við val
ið. Hetta var Linda Joensen,
dóttir Dan hjá Alvin og
Elisabeth Joensen í Vági.
Linda er partur av einum
liði, sum ES hevði sent til
Bangladesh. Tað vóru til
samans 125 eygleiðarar úr
trimum liðum frá teimum
25 ES londunum + Noreg
og Sweits. Samlaða fólka
talið í hesum londum er um
eina hálv milliard.
Føroyar kunnu tí vera
errin um, at ein við tí ser
føroyska
eftirnavninum
Joensen hevur verið við í
hesum
eygleiðarahópi.
Einki land hevur uppá seg
verið so væl umboðað sum
Føroyar.
Sum greitt varð frá á í
umrøddu grein, er manna
gongdin tann, at eygleið
arabólkurin ger eina fyribils
frágreiðing um valið beint
eftir, at tað er liðugt. Síðan
verður ein endalig frágreið
ing gjørd.
Vit hava frá Lindu fingið
fyribilsniðurstøðuna
hjá
ESeygleiðarunum
og
vegna føroysku luttøkuna
halda vit tað vera av áhuga
at endurgeva nakað av høv
uðsinnihaldinum.
Fyrst kann sigast, at leið
arin í bólkinum er Alexander
Graf Lambsdorff, sum er
limur í EU parlamentinum.
Eygleiðararnir hava verið
spjaddir um alt Bangladesh
at eygleiða mannagongdina
við valinum. Á valdegnum
vitjaðu eygleiðararnir 800
valstøð í seks landspørtum
í landinum.
“Longterm”eygleið
ararnir, sum hava verið við
at lagt lag á, hvussu valið
skuldi skipast, eru fram
vegis í landinum, har teir
skulu fylgja gongdini eftir
valið. Linda er ein av hesum
44. Í mars kemur endaliga
frágreiðingin við tilmælum
um ábøtur á mannagongdina
til eitt komandi val.
Fyribils
niðurstøðurnar
eru í stuttum:
Parlamentsvalið í 2008
merkir eitt týðandi stig
mótu endurskipan av demo
kratiskum stýri í Bangla
desh. Eitt vælskipað val og
høg valluttøka lýsti ein
avgjørdan vilja hjá fólkinum
at venda aftur til fólkaræði,
eftur at landið hevur verið í
undantaksstøðu í fleiri ár.
Burtursæð
frá
nøkrum
tekniskum
trupulleikum
gekk valið, sum tað skuldi.
Úrslitið av valinum verður
mett at vísa støðuna hjá
fólkinum til teir, sum bjóð
aðu seg fram. ES eygleið
ararnir merktu nevniliga
einki til nakað slag av val
sviki.
Tað er øll orsøk til at hava
álit á valnevndini í Bangla
desh. Hon hevur dugað at
greiða tær avbjóðingar, sum
hon hevur fingið. Hon hev
ur syrgt fyri, at valið livir
upp til altjóða støði.
Tó telur tað frá, at um 3
milliónir 18 ára gomul ikki
fingu nýtt sín rætt til at
velja, tí skrásetingin av
veljarum gekk ikki longur
fram enn til 1. januar 2008.
Tí fingu tey ikki valt, sum
hava fylt 18 ár í 2008.
Onnur
smávegis
brek
vóru eisini, men tey eru tó
ikki so álvarsom, at tey
skapa iva um úrslitið.
Annars var val hildið í
299 valdømum. Valskipanin
er tann sama sum í Bret
landi. Ein tinglimur verður
valdur í hvørjum valdømi
og vinnarin er tann við
flestu atkvøðunum. Tískil
eru 299 tingfólk. Eingin
eykavaldur er, og tí kann
ikki
roknast
við,
at
samansetingin av tinginum
er tann sama sum atkvøðu
býtið millum flokkarnar.
Men hetta er vanligt.
Tað vóru 38 skrásettur
flokkar, og samlaða talið á
valevnum var 1.538. Av
hesum vóru 141 óheft val
evni. Krøv vóru eisini sett
til valevnini. Tey, sum til
dømis høvdu framt svik,
vórðu vrakað og komu ikki
á listan, og tey vóru nokk
so nógv. Summi valevni
sluppu tó aftur á listan eftir
hægstarættardóm.
Sum hjá okkum vóru allir
vongir í politikki umboðaðir.
Teir vóru frá verðsligum og
sosialistiskum flokkum til
islamiska
fundamental
ismu.
Valstríðið var friðarligt
og sakligt og fór fram í ein
um góðum anda. Herurin
var tó tilbúgvin, um nakað
skuldi hent.
Fjølmiðlarnir spældu eis
ini ein leiklut, og eisini her
eru tað loftmiðlarnir, sum
fáa størri og størri týdning.
Í nógvum londum fara
teir almennu miðlarnir ofta
í part við teir ráðandi. Men
í hesum førinum var sendi
tíðin býtt so kristiliga mill
um flokkarnar, sum tað
kundi gerast.
Hóast kvinnurnar gera
seg galdandi í støðum, sum
greitt frá í fyrru greinini, so
stendur verri til, tá ið hugs
að verður um heildina. Tað
vóru bert 52 kvinnur mill
um tey 1.538 valevini.
Valluttøkan var høg, heili
80%. Samlaða talið av velj
arum var um 80 mill, eitt
sindur fleiri kvinnur enn
menn.
Kvinna verður
forsætisráðharri
Tað vóru tvær høvuðssam
gongur til valið. Báðar
góvu stór vallyftir. Tær
vildu útvega fólkinum bílig
ar vørur, og tær vildu berjast
móti víðgongdum islamist
um, sum gera um seg her
eins og í øðrum líknandi
londum. Tær vildu berjast
móti korruptión, sum leið
ararnir annars sjálvir hava
verið ákærdir fyri. So vildu
teir eisini seta gongd í vøkst
ur í samfelagnum. Hetta er
alt slíkt, sum er sera til
trongt.
Fyrrverandi forsætisráð
harrin Sheikh Halina, sum
stendur á odda fyri Awami
ligaini vann stórsigur, og
flokkurin væntast at fáa
230 sessir í tinginum. Tað
var hesin flokkur sum stóð
fyri loysingini frá Pakistan
í 1971.
Tann stórti taparin er
tískil
tjóðskaparflokkurin
við fyrrverandi forsætisráð
harranum Khaleda Zia á
odda. Sum vanligt er hjá
taparum hevur hann eisini
klagað um valið, hesum
fæst neyvan nakað burtur
úr. Báðir oddamennir
høvdu annars lovað at virða
almenna valúrslitið, men
hetta er lættari hjá sigur
harranum enn hjá taparan
um! Tað hevur annars verið
nakað av ófriði eftir valið,
og higartil er boðað frá
tveimum, sum eru deyð.
Nýggi forsætisráðharrin
eitur Sheikh Hasina Wazed.
Hon er dóttir og elsta barn
hjá Sheik Mujibur Rah
mann, sum verður roknaður
sum stovnarin av Bangla
desh, og sum eisini var
fyrsti
forsætisráðharrin
Bangladesh.
Hann
varð
myrdur í 1975. Hasina er
61 ára gomul. Hon hevur
verið floksmaður í Awami
ligaini síðan 1981. Tað hev
ur gingið upp og niður hjá
henni við politiska viðrák
inum, men hon var forsætis
málaráðharri
19962001.
Hon giftist í 1968 við kjarn
orkuvísindamanninum
M.A. Wazed. Tey eiga tvey
børn, sum bæði búgva í
USA.
Vit kunnu bert fegnast
um, tá ið tað gongur framá
við fólkaræðinum úti í
heimi. Tað er einki at ivast
í, at nýggja stjórnin fær nóg
mikið av avbjóðingum.
Sheikh Hasina er nýggi
forsætismálaráðharrin í
Bangladesh
Hálvføroyska Linda Joensen, sum býr í Noreg, í samrøðu við eitt valevni í Bangladesh
Bangla-
desh á
veg móti
fólkaræði
Kvinnurnar er frammarlaga í valstríðnum. Tær fingu eisini eina kvinnu til forsætismálaráðharra