fríggjadagur 9. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
21
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Chill Out, Southeastern
Australia, Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Av-
stralia
Ummæli: Gyltur gulur litur.
Einfaldur angi av melón, fersku
og peru og so ein nakað grov-
mæltur tóni av smør og vanilju.
Smakkurin er tungur og saft-
kendur. Nakað av sitrus-sýra er
í, men alt ov nógv fat. Beiskt
eftirbragd.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál:
Posavín, pappvín ella Bag-
in-Box (BiB) sum tað eitur á
tekniskum máli. Ikki er tað
sjarmerandi heiti fyri nakað
so kensluligt sum vín, men
liturprísurin er væl lægri í mun
til sama vín í glasfløsku. Tað
skerst ikki burtur. Bag-in-Box er
ein dundrandi handilslig succes
og milliarda-forrættning um al-
lan heim. Sølan av víni í 3-liturs
plastposum er vaksin nógv í
Norðanlondum og teljast nú
millum mest seldu vínsløgini,
- eisini í Føroyum!
Men kann tað nú vera sama
vínið, sum eisini verður latið
á glasfløskur? Tað kann væl
vera at bóndin á staðnum letur
sama vínið til avtappingar,
men úrslitið í hinum endanum
er ikki tað sama. Tað havi eg
fleiri ferðir roynt at eftirkanna.
Har fara ymisk viðurskifti fram
í ymisku pakningunum! Vínið
hevur tað best í óporøsum glasi
og missir virði sítt beinanve-
gin tað kemur í samband við
porøsa plastið, - eins og allar
aðrar matvørur.
Posavínið er uppfunnið í sjeyti-
árunum fyri at kunna selja
kundunum vín í størri mong-
dum og í ílati, sum ikki brotnar
so illa ella vigar so nógv. Og
ikki minst sum goymist betur
eftir at ásett er (4 vikur up-
plýsa framleiðararnir). Tekniskt
so smokkar posin innanfyri
pappeskjuna saman so hvørt
sum kranin sprænir vín úr. Tá
sleppur luftin ikki til at oksidera
og oyðileggja vínið. Trupul-
leikin við posavíni er tó, at gera
posan heilt lufttættan. Tískil
goymist hetta vínið ikki serliga
væl og tolir sera illa ov høgan
temperatur. Kassin má ongan-
tíð fara uppum 25 hitastigum
og goymist í besta føri 8-12
mánaðir eftir at tappað er. Tí
hava framleiðararnir eisini verið
so vinarligir at prenta dag-
Ein fossur av víni
festing á eskjuna nær tappað
var. Hyggið endiliga eftir he-
sum og keypið tað nýggjasta!
Er meira enn eitt ár liðið vil eg
ráða fólki frá at keypa. Svenska
Rúsan, Systembolaget, hevur
gjørt sínar egnu kanningar av
livitíðini fyri posavíni. Her var
serliga hvítvínið viðkvæmt og
helt sær ikki longur enn 6-8
mánaðir. Men alt veldst um
tøknina aftanfyri posan, kranan
og tappimaskinuna. Tvey sløg
av posum finnast. Teir blonku,
ið hava tunnan aluminiumsfilm
millum polyester og so kláru
ethylen-posarnir. Ummældu
posavínini í dag eru við alumi-
niumsposa. Samanumtikið má
eg siga, at posavín smakkar
sera »viðgjørt« og ópersón-
ligt, - “konstruerað” á góðum
føroyskum. Har er eingin sál
frá náttúruni eftir. Tað krevst
ivaleyst eisini fyri at vínið skal
kunna goymast í slíkum tilfari.
Bílig eru tey at keypa, men
eg haldi bestemt ikki at ein
kann siga at man fær nógv fyri
pengarnar, jú kanska í mongd,
men ikki í góðsku- í fleiri førum
tvørturímóti. Tey eru oftani løtt
ella kanska beinleiðis vatndeyv.
Har er lítið og einki gand eftir
í víninum, ið annars er tann
sjarman eg prísseti so høgt.
Og kanska fær posavínið eisini
fólk at drekka størri nøgdir
enn gott er. Kranin verður bara
skrúvaður og tú sært ikki hvat
eftir er sum í einari glasfløsku.
Tá vil eg persónliga heldur
njóta betri vín í smærri nøg-
dum. Sum tey siga í New York í
hesum døgum: Less is the new
black!
P.S. Skula vit siga eftirsmakk
eins og danir ella eftirbragd
sum íslendingar?
Chill Out, California,
Shiraz Rosé 2007
Uppruni: Turt rósuvín úr USA
Ummæli: Glógvandi hind-
ber-litur. Sera lættur angi av
reyðum berum. Smakkar einfalt
og søttligt av reyðum berum.
Enntá sera saftkent, næstan
sum saft og alkohol blandað
saman. Flatt og fornermandi.
Nei takk.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál:
Chill Out, California,
Shiraz 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Kirsuberreyður litur
við purpur-kanti. Her er klassis-
kur og trúverdigur Shiraz-angi:
bromber, svart pipar og bacon.
Heilt góður og spælandi angi.
Í smakkinum smokkar vínið
nakað saman. Ikki somu livandi
tónar, men nakað saftkent.
Góði angin og rímiligi prísurin
fyri vínið hálar við eymk og fret
fýra stjørnur fram.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál:
Chill Out, Southeastern
Australia, Cabernet
Sauvignon 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Av-
stralia
Ummæli: Djúpur rubinreyður
litur. Tungur og einfaldur angi
av sólber og sjokolátu. Smak-
kurin rættiliga kraftmikil, men
einstreingjaður og buldrutur.
Her vantar sjarma og “lekkurt
hár”.
Kostnaður: Kr. 201,00 (3 L)
Skoðsmál: