Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 6 - 9. januar 2009 ] Torførari at koma á danska landsliðið Í 2008 brúkti danski landsliðsvenjarin heilar 45 spælarar á danska fótbóltslandsliðnum. Tað ætlar Morten Olsen ikki at endurtaka í 2009, har alt avgerandi málið er, at Danmark vinnur seg í HM-endaspælið, sum verður í Suður-Afrika á sumri í 2010. - Tað verða sjálvandi nakrir kandidatar, men skulu teir sleppa við á landsliðið, so mugu teir skyggja sum neonljós. Landsliðið spælir fáar dystir, og tað er ikki ráð til at gera mistøk. Ein kann ikki rætta uppá mis- tøkini, eins og ein ger tað á einum felagsliði. Sigur Morten Olsen við danska Tipsblaðið. Morten Olsen leggur herðslu á, at spælarnir skulu kenna spæliháttin hjá danska landsliðnum, og tískil kemur tað ikki uppá tal at brúka líka nógvar spælarar, sum í 2008. Landsliðið skal verða eitt bland millum rutiner- aðar spælarar, og so nakrar ungar spælarar, sum eru forvitnir, og sum hava entusiasmina. Men stamspælarnir skulu hava eitt ávíst støðið. Og koma ov nógvir nýggir spælarar inn á liðið kann tað ganga út yvir stabili- tetin. Staðfestir Morten Olsen. Morten Olsen dregur tó Morten Nordstrand fram sum eitt gott dømi um, at ein ungur spælari kann vinna sær fast pláss á A-landsliðnum. -heris SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Strandingar hava møguleikan at nærk­ ast finaluplássinum, og í Vestmanna skal H71 enn eina ferð royna at toga seg á beint Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinna partin av fyrru kapp- ingarhálvu misti StÍF mest sum ondina í oddastríðnum í bestu mansdeildini. Fram til tá hevði StÍF annars hingið sera fast í VÍF, H71 og Neistanum, men tap móti teimum trim- um liðunum sendu strand- ingar nakað langt afturum á stigatalvuni. Enn er tó helmingurin av kappingini eftir, og tí kunnu strandingar halda lív í sín- um møguleika, um tað eydn- ast teimum at taka bæði stigini, nú Neistin vitjar. Neistin hevur hinvegin eisini tørv á stigunum. Ikki minst eftir tapið móti VÍF seinasta vikuskiftið. Og eisini í Vestmanna er eitt brak á skránni, tá H71 kemur á vitjan. Hoyvíking- arnir, sum púrasta óvæntað taptu móti Kyndli seinast, eru einasta liðið, sum hevur bast VÍF hetta kappingar- árið. Enntá við greiðum útisigri, tá liðini hittust seinast. Og kann H71 halda fast um takið, sum teir hava havt á oddaliðnum, eru teir av álvara við aftur í odda- stríðnum eftir lítla afturstig- ið seinast. Seinasti dysturin hetta umfarið er í Havn, har Kynd- il tekur móti KÍF. Tey bæði liðini hava fyri mesta stríðst um at sleppa undan botn- plássinum, men seinastu umførini hevur Kyndil tog- að seg burtur, og ivaleyst ætla teir grønu sær at økja enn meira um munin sunnu- dagin. VB kann koma undir trýst frá Tjaldri, um tær ikki fáa nak­ að við sær, tá tær vitja í Klaksvík um vikuskiftið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til seinasta umfarið undan jólasteðginum tókt- ust bæði VB og Stjørnan at hava beina kós móti FM- finaluni í kvinnuhondbólti. Tapið hjá VB í Runavík gjørdi tó, at Tjaldur fekk sær eina lívlínu at halda fast í, og tann línan kann styrkjast um vikuskiftið, tá oddabrak verður í Klaks- vík. Sum er, so er VB fýra stig framman fyri Tjaldur á triðja plássinum, og tann munurin kann altso kutast niður í tvey stig, um VB ikki fær nakað við sær úr Klaksvík. Tað fekk VB fyrr í ár, tá tær vunnu tepran sigur á Stjørnuni, og tað er uttan iva einum sigri, sum tær aft- ur hesa ferð fara eftir. Fram til dystirnar í lands- og steypakappingini í Runavík fyri jól tóktist eisini, sum var VB best koyrandi kvinnuliðið í landinum, men teir báðir dystirnir settu stórt spurnartekin við, um venjingarstøðan hjá lið- num er optimal. Stjørnan tykist hinvegin vera í ferð við at leita sær aftur á beint. Munurin niður til VB er bara eitt stig, men megna tær at vinna dystin sunnudagin, hava tær mest sum konsolidera sín odda- sess, og uttan iva er tað eis- ini tað, sum tær hava í kvitt- anini. Tjaldur bíðar Ein annar dystur verður sunnudagin. Hann verður á Skála, har StÍF tekur móti Neistanum. Í nógvar mátar tykist dysturin ikki hava so heilt nógv at siga. StÍF hev- ur serstakliga góð kort á hondini í royndini at halda Kyndli undir sær, meðan Neistin ikki tykist hava veruligan møguleika at røkka einum finaluplássi. Hinvegin er setningurin hjá StÍF støðugt at fáa í minsta lagi eitt stig frá onkrum av ovaru liðunum, soleiðis at fjarstøðan til Kyndil kann kennast enn tryggari. Kyndil spælir mánakvøld- ið móti Tjaldri, sum altso væl kann hava møguleikan at stytta sær enn meira um fjarstøðuna upp til oddin tá. VB undir trýsti Seinasta útkall hjá StÍF Strandingar taptu móti øllum hinum odda­ lið­unum í heyst, men vinna teir á Neistanum sunnudagin, kunnu teir aftur blanda seg í oddin Oddabrak verð­ur í Klaksvík um vikuskiftið­ millum Stjørnuna og VB