fríggjadagur 9. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 • 9. januar 2009
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
23
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
31 ára gamli kokkurin og
føðslu-serfrøðingurin Oscar
Umahro Cadogan, ið eisini he-
vur akademiskar førleikar innan
biokemi gav fyri nøkrum árum
síðani út bestseljarin ”Køkken-
revolution på høje hæle”, har
hann borðreiddi við skjótum,
vælsmakkandi og ikki minst
heilsugóðum uppskriftum til
modernaðu kvinnuna, ið hevur
nógv um oyruni.
Herfyri kom so ”Køkkenre-
volution for hele familien” á
marknaðin. Uppskriftirnar eru
familjuvinarligar. Aftur hesaferð
snýr tað seg um at ansa eftir ov
nógvum sukri, at eta rætta feit-
tið og nakað so einfalt sum at
eta regluligar máltíðir. Tað er jú
ikki so lætt við okkara samfel-
ags-bygnaði, har øll – næstan
eftir lóg – skula hava skund.
Bókin upplýsir, leiðbeinir og
greiðir frá hvussu familjan
– tvørir tannáringar íroknaðir
- á rættiliga ómakaleysan hátt
kann gera og eta fjølbroyttan,
lekran og heilsugóðan mat.
104 uppskriftir eru í vøkru
bókini, ið Oscar hesuferð
hevur skrivað saman við 14 ára
gomlu Telmu Pil Jespersen, ið
er dóttir navnframu íslendsku
Thorbjörg Hafsteinsdottir. Tel-
ma hevur millum annað givið
Umahro prei um, hvussu vit fáa
børnini at eta heilsugóðan mat.
Tað er jú ikki altíð so lætt.
Uppskriftir eru um morgunmat,
matpakkar, døgurða, nátturði,
lystimeti, bakstur, góðgæti og
dessertir. Dentur er lagdur á at
hevja natúrliga søta smakkin
í rávørunum við kryddi heldur
enn við sukri. At brúka fullkorn
í staðin fyri raffinerað mjøl har
tað ber til. Og so er Umahro
fullvísur í, at tað ber til at gera
góðan vælsmakkandi mat ut-
tan sukur, smør og róma.
Nógvir góðir upplýsingar um
heilsu og føðslu standa í bókini
og ikki minst eru leiðbeingarnir
um hvussu vit gera matin á
skjótan og góðan hátt sera
hentar.
Køkkenrevolution for hele
familien, Oscar Umahro Cado-
gan, Pretty Ink, 271 blaðsíðir,
innbundin, uml. kr. 229 í bók-
handlunum
Umahro koll
veltir nú alla
familjuna