Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 6 - 9. januar 2009 Lektari í søgu á Fróðskaparsetri Føroya Á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum er eitt granskingar- og undirvísingarstarv í søgu leyst at søkja. Starvið verður sett sum lektarastarv, og tann ið sett/ur verður, skal virka fyri at menna gransking, útbúgving og undirvísing í søgu á deildini. Starvsøki Granskingarparturin verður tengdur at serøki umsøkjarans. Samstarv innan- og uttanseturs er týdningarmikið í starvinum. Undirvísingarparturin fevnir um at hava ábyrgd av útbúgvingini í søgu og at undirvísa. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu umframt kandidatútbúgving í søgu hava granskaraførleika á ph.d. stigi og undirvísingarroyndir. Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í føroyskari søgu. Við umsóknini skulu umframt CV fylgja avrit í fýra eintøkum av vísindaligum avrikum, eins og umsøkjarar skulu lýsa undirvísingarroyndir sínar. Sett verður metingarnevnd at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum. Gjørt verður vart við, at um- søkjari fær sendandi metingina um sínar førleikar. Umsókn Umsóknarfreist er 16. januar 2009. Starvið verður sett 1. apríl 2009. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til deildarleiðaran Elin Súsonnu Jacobsen, tlf. 352583, elinsj@setur.fo ella til rektaran, Jóan Pauli Joensen jopajo@setur.fo Umsóknir við avriti av prógvum, ævisøgu (CV) v. m. skulu sendast til: FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan, tlf. 35 25 00 J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 110 Tórshavn www.setur.fo FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo PHD-SKEIÐ Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA - várið 2009 HEITI: HAV OG VEÐURLAG Lestrarstig 7,5 ECTS Upptøkukrav Bachelor heiti í náttúruvísind (ella samsvarandi) Endamál At geva eina breiða lýsing av tí leikluti, sum havið hevur í veðurlagsskipanini; hvussu havið verður ávirkað av náttúrligum og mannaelvdum veður- lagsbroytingum, og hvussu tað er við til at gera og ávirka hesar broytingar. Ábyrgd av phd-skeiðnum Bogi Hansen, professari við Fróðskaparsetur Føroya Skeiðsstað Fróðskaparsetur Føroya, Náttúruvísindadeildin, Nóatún 3, 100 Tórshavn Skeiðsbyrjan Vika 5/2009 Evni Skeiðið verður skipað eftir bókini “The oceans and climate” hjá Grant Bigg, men verður útbygt við brotum úr IPCC frágreiðingini frá 2007 og vísindaligum ritgerðum. Viðgerðin er heims- umfatandi, men við serligum denti á havleiðirnar kring Føroyar. Innihald: Veðurlagsskipanin, sambandið millum hav og luft, havsúrgan, ENSO, NAO, AMO, AO, havið og náttúrligar veðurlagsbroytingar, hav- leiðirnar kring Føroyar í veðurlagshøpi, termohalint rák og veðurlag, rákini tvørtur um Grønland- Skotlands ryggin, Arktis, náttúrlig og mannaelvd ávirkan á veðurlagið, komandi veðurlag. Undirvísing 60 fyrilestrar + umrøða av frágreiðingum og fram- løgum. Døming Skeiðið verður mett sum Staðið ella Ikki staðið. Tvær ferðir undir skeiðnum og eina ferð aftaná lata tey lesandi inn frágreiðingar og hava eina framløgu um uppgivin evni. Verða hesi øll góðkend, er skeiðið staðið. Arbeiði Tey lesandi mugu rokna við at brúka 200 tímar (íroknað fyrilestrar, frágreiðingar, framløgur og fyrireiking). Tilmelding Tilmelding á setur@setur.fo áðrenn 20. januar 2009 (Tikin útbúgving skal upplýsast). Nágreiniligari upplýsingar um skeiðið eru at fáa á Setursskrivstovuni. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Hús ynskjast til leigu í Suðurstreymi. Bill. mrk. 070109-001 Aðalfundurin 2009 Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum leygardagin 21. mars 2009 Skrá: smb. viðtøkum felagsins – sí viðtøkur á heimasíðu felagsins www.pedagogfelag.fo Val av nevndarlimum Vísandi til § 8, skulu uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1. feb. 2009 – Nevndin kann útseta freistina til 5. feb. 2009 Uppskot til aðalfundin Vísandi til § 8 - Ynskir limur uppskot við- gjørt á aðalfundinum, skal uppskot latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.febr.2009 Brævatkvøðugreiðsla Vísandi til § 8,stk.7 ber til at brævatkvøða um nevndarval. Teir limir, ið ynskja at greiða brævatkvøðu til nevndarvalið, fáa við at venda sær til felagið sendandi atkvøðuseðil. Brævatkvøðuseðilin skal vera nevndini (advo- kati felagsins) í hendi í seinasta lagi vikudagin undan aðalfundinum – t.e. leygardagin 14.mars 2009. Skal sendast til: Føroya Pedagogfelag Postsmoga 318 110 Tórshavn Nevndin DANSK INSTITUT FOR KROPSORIENTERET PSYKOTERAPI – Instituttet grundlagt 1988 Ønsker du personlig og faglig udvikling? Eller en psykoterapeut uddannelse? NYHED: Nordatlantisk 3 årig psykoterapeutuddannelse Start juni 2009 på Færøerne. Årligt: 20 dage Pris årligt: kursus kr. 27.000, samt kost og logi Indhold: fordybelse, selvudvikling, faglig kompetence, karakteranalyse, omsorgssvigt, chok og traumer, supervision, coaching, konfliktløsning og lederskab For yderligere oplysninger mail info@difkp.dk eller ring tlf. 0045 43 62 28 79 www.difkp.dk Lesið -so eru tit við!