fríggjadagur 9. januar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2009
29
lýsingar
Søkt verður eftir einum stuðulsfólki 3–4 tímar um dagin, 15–20 tímar um vikuna. Uppgávan verður
at fylgja tveimum børnum í vøggustovu um morgunin og heinta tey aftur seinnapart.
Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann ið settur verður, hevur viðkomandi royndir innan økið.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
saman viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar Kommunu,
Barnaverndartænastuna, Postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin
26. januar 2009.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Baranverndartænastuna á tlf. nr. 30 20 60.
Stuðulsfólk
til børn
Tórshavnar kommuna
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur um hendi almennar lønir og setanartreytir. Høvuðsuppgávurnar eru at samráðast við fakfeløg um sáttmálar og
avtalur fyri størv hjá landinum. Vit umsita tænastumannalóggávuna, flokka størv og góðkenna individuellar treytir. Vit ráðgeva ráðunum í
arbeiðsrættarligum og setanar-rættarligum spurningum. Lønardeildin heldur til í Figgjarmálaráðnum saman við øðrum stovnum. Her eru góðar
arbeiðsumstøður og kantinuviðurskifti. Lønardeildin hevur eina flekstíðarskipan. Sí annars www.lnd.fo
STEPHANSSONS HÚS
Vit eru ein lítil deild, sum hevur brúk fyri einum skriv-
stovunæmingi. Umframt at læra um hentleikar, sum
hoyra nútímans skrivstovuni til, kemur tú tí at læra nógv
um lønir, sáttmálar og sáttmálatrætur, eins og tú kemur
í mangar aðrar krókar í almennu fyrisitingini. Upp-
gávurnar eru fjølbroyttar og vit hava við mestsum allar
samfelagsbólkar at gera. Hvussu long lærutíðin er, veldst
um, hvørja útbúgving tú hevur. Skúlagongdin er í Dan-
mark.
Førleiki
Vit vænta, at tú hevur miðnámsprógv, at tú dugir væl at
skriva og rokna, og ert tú teldusnillingur, so er tað bara
ein fyrimunur.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Súsonnu í Stórhúsi, tlf. 352210 ella Snorra Fjallsbak, tlf.
352220.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um
útbúgving og royndir, skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mikudagin tann 14. januar 2009 klokkan 14.00.
Send til:
lnd@lnd.fo
ella
Fíggjarmálaráðið, Lønardeildin
Kvíggjartún 1, Postsmoga 2039, 165 Argir
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum
- søkir eftir skrivstovunæmingi