fríggjadagur 9. januar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 6 - 9. januar 2009
lýsingar
Grundskeið í lóg á
Fróðskaparsetri Føroya
Í vár verður væl umtókta Grundskeiðið í lóg aftur á
Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri
Føroya.
Grundskeið í lóg er partur av samfelagsútbúgvingini
á Fróðskaparsetrinum.
Skeiðið er eisini ætlað fólki, ið ikki eru lógkøn (ikki
hava cand. jur. ella líknandi útbúgving) og vilja
menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa
betri fatan av lógum og juridiskum teksti.
Undirvíst verður tvær ferðir tríggjar tímar aðru
hvørja viku, mánadag og mikudag, kl. 10.00 –
13.00.
Skeiðið byrjar mánadagin 9. februar 2009 og endar
við eini 4-tímars skrivligari próvtøku mikudagin
27. mai 2009.
Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av
lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg, men í
serliga partinum verður hugt nærri at evnum innan
stjórnarlóg og fyrisiting.
Fróðskaparsetrið hevur í nøkur ár boðið skeiðið út,
og tilsamans sjey flokkar hava lokið prógv. Sera
stórur áhugi hevur verið fyri skeiðnum.
Ábyrgd av skeiðnum hevur Kári á Rógvi LL.M.,
lektari í løgfrøði.
Fyri uttansetursfólk (tey, ið ikki lesa á Fróð-
skaparsetrinum) verður skeiðsgjald kravt, kr. 8.000
fyri skeiðið, íroknað skeiðstilfar og próvtøkugjald.
Umsókarblað fæst við at venda sær til Søgu- og
samfelagsdeildina, J. Broncksgøta 25, 4.h., tlf.
352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.
setur.fo
Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 26.
januar 2009.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Nýtt teoriskeið byrjar mikudagin
14. januar 2008 kl. 18:00.
Tilmelding hjá:
Jari Lykke
590500
Mikkjal Hansen
722578
Hugo Kristiansen 225225
Andrea Isaksen
211687
Koyrikort?
Eysturoyar tEoriskúli
Skattalistin fyri 2007
liggur frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni við Gøtugjógv
frá 9. januar 2009 til 23. januar 2009
báðir dagar íroknaðir.
við Gjónna 2 · Postrúm 40 · FO- 510 Gøta
Tel 471000 · Faks 471001 · gota@gota.fo
NámsfrøðiNgur
til látipípuNa
Søkt verður eftir námsfrøðingum til Látipípuna,
einum til Útíbarnagarðin og einum til Frítíð
arstovuna, at byrja 1. mars ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, men talan
kann vera um fleiri tímar.
Um eingin námsfrøðingurin søkir, verður hjálpar
fólk sett í tíðaravmarkað starv.
Vit vænta, at:
• tær dámar at vera úti saman við børnum, og
at tú dugir at síggja styrkirnar hjá hvørjum
einstakum barni
• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
• tú hevur góð samstarvsevnir
• tú ert opin og erlig/ur í samskiftinum við
onnur
Vit kunnu bjóða:
• ein grønan stovn í náttúruumhvørvi við
góðum møguleikum fyri túrum í á, haga
og fjøru
• ein stovn, har dentur verður lagdur á alla
tíðina at menna arbeiðið við børnunum
• ein starvsfólkabólk, sum er opin fyri nýggjum
avbjóðingum
lønar- og setanarviðurskifti
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært sátt
mála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjar
málaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Núverandi setanarstaður er Látipípan. Setanar
økið er dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til
Annu Dalsgaard, leiðara, á tlf. 230 145.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og
viðmælum skal vera Vestmanna Kommunu í
hendi í seinasta lagi fríggjadagin 23. januar
2009 kl. 12.
látipípan er ein stovnur við útbarnagarði til 57 ára gomul børn
og frítíðarstovu til børn í 1.2. flokki.
Frítíðarstovan er inni á Fjørð – tætt við Fossá, fjøruna og sandin.
Dentur verður lagdur á at geva børnunum fjølbroyttar upplivingar
saman við javnaldrum, og at læra tey at virða hvønn annan.
Útibarnagarðurin er í Miðalsbrekku í vøkrum náttúruumhvørvi
millum Hórðará og Gjógvará – tætt við hagan.
Dentur verður lagdur á at geva børnunum upplivingar úti í
náttúruni, og at búgva tey til at fara í skúla.
VestmaNNa KommuNa
Bakkavegur 16 | Postboks 91 | 350 Vestmanna
SkattaliStin fyri 2008
Skattalistin fyri Vestmanna Kommunu liggur
frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni
frá 9. januar – 23. januar 2009.
Skrivstovan er opin:
mánadag til fríggjadag kl. 9.00 – 15.00
Vestmanna kommuna
Fráboðan um
umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan
tann 7. januar 2009, við heimild í grein 26 í løgtingslóg
nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og
kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, nr. 4 og 4a,
seinni broytt í grein 5, nr. 1 og 4 í kunngerð nr. 90 frá
28. september 2007, hevur góðkent:
virkið hjá P/F seanergy á eiði
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvis
stovuni. Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna
við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast
Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO165 Argir, í
seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni
hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo.
Umhvørvisstovan
Boks 2048 · Tlf. 342400
FO165 Argir · us@us.fo
www.us.fo
EnvironmEntal agEncy
Umboðsmannaval
Sambært grein 28 í høvuðssamtyktini verður lýst
til umboðsmannaval í Fuglafirði 11. februar 2009.
4 umboð skulu veljast.
Uppskot um – minst 6 valevni – skulu vera
sjúkrakassanum í hendi innan 25. jan. 2009.
Sjúkrakassi Fuglafjarðar Læknadømis