fríggjadagur 9. januar 2009síða 40
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í hesum døgum eru
25 ár liðin, síðan teir
vælkendu Frændur
menninir settu seg í
studio fyri fyrstu ferð,
og hetta skal sambært
Steintór Rasmussen
hátíðarhaldast.
Vit kenna teir øll, og
løg teirra hava runga
kring Føroya land
seinastu 25 árini. Teir
hava fyri nógv verið
ímyndin av frælsis
stríðnum, umframt
at sangir teirra eru at
kalla sera tjóðskapar-
sinnaðir. Teirra løg
hava merkt føroyskan
sang í stóran mun, og
fáa eru tey, ið ikki hava
verið til eina veitslu,
har Frændur løgini
hava merkt sangin.
Fyrstu løgini í
Frændur góvu út
vóru millum annað
tey vælkendu løgini
“Hundurin Brúni”
og “Lívsmynd”, og
hava hesi løg hava
serstakan týdning fyri
menninir í Frændum.
Vit hava tosa við
Steintór Rasmussen,
og hann sigur soleiðis
um løgini.
- Undrunarvert var
tað, at Frændur vóru
sera væl móttiknir frá
byrjan tíð. Ólavsøkuna
eftir okkara fyrstu
útgávu, gingu fólk runt
í býnum við ghettobla-
starum, og úr teimum
rungaðu okkara løg.
Tað var ein ótrúliga
løgin kensla, sigur
Steintór.
Í 1986 komu síðani
onnur sera væl kend
løg á gøtuna, nevniliga
“Eros” og “Føroyar”,
og aftur tá rungaði
løgini hjá Frændum
runt landið.
Fyri Steintór hava
farnu 25 árini havt sera
stóran týdning, og
tíðin hevur, sum verða
man, verið heldur
serstøk.
- Tað hevur verið
serstakt at uppliva í
livandi líki, hvussu
væl fólk hava tikið
ímóti okkum. Vit hava
havt nógvar stórar
konsertir, og ser-
liga minnist eg eina í
Norðurlandahúsinum,
har fólk stóðu á stólu-
num og sungu við.
Eisini hevur tað verið
sera lívsjáttandi, at
okkara løg hava verið
prentaði í nógvum
sangbókum o.s.fr. ,
sigur Steintór
25 ára hátíðarhald
Spurningur ein situr
eftir við, er hvussu fara
Frændur menninir at
hátíðarhalda 25 ára
dagin? Spurdur um
hetta sigur Steintór, at
teir í komandi døgu-
num fara at hittast og
práta um hvussu árið
skal hátíðarhaldast.
Sambært Steintór
er møguleiki fyri, at
Frændur fara at geva
eina serliga útgávu út,
umframt at teir spæla
á Summarfestivalinum
2009.
- Um vit náa at geva
eina fløgu út, so kunnu
vit eisini geva fólkið
eitt serligt upplivilsi á
Summarfestivalinum,
greiður Steintór frá.
Spennandi verður at
síggja, um ætlanirnar
hjá Steintóri verða til
veruleika, og meira
verður at frætta um
hetta í komandi døgu-
num.
Beyoncé til Danmarkar
Tann vakra poppprinsessan, fer nú til Danmarkar. Í samband við síni stóru Evropa rundferð, kemur Beyoncé Knowles til Dan-
markar. Tann 10. mai fer hon nevniliga at vitja Messecenter Herning. Fyri minni enn einum mánaða síðan, gav hon út fløguna
“I Am ... Sasha Fierce”, ið er triðja fløga hennara. Hetta er eitt slag av koncept-fløgu, har hon hevur ein annan leiklut, sum ein
heldur vill genta. Hendan leiklutin hevur hon eisini, tá ið hon fer at framføra á sínari rundferð, ið byrjar í Kroatia.
Messecenter Herning hevur enn ikki almannakunngjørt konsertina, men meira kunning fæst á heimasíðuna hjá teimum
www.messecenter.dk, har tað stendur meira um bílegging av atgongumerkum o.ø.
(skriva hevur Annika Lamhauge Mortensen, pratikantur hjá Sosialinum)
Frændur
25 ár
Fólkaheilsuráðið:
Nógv
rúsevni á
festivalunum
Rúsevnini eru nógv á
festivalunum, og SSP-
samskipanin vil fara uppí
fyrireikingarnar til
festivalarnar fyri at
fyribyrgja hesum sum
mest møguligt.
Sambært
fundarfrágreiðing hjá
Fólkaheilsuráðnum frá
12. november í 2008, eru
festivalarnar karmar um
nýtslu av rúsevnum.
Sambært frágreiðingini
eru ætlanirnar hjá SSP-
samskipanini at gerast
partur av fyrireikingunum
av festivalunum, soleiðis
at fólk verða meira
tilvitaði um støðuna.
Eisini er ætlanin hjá SSP-
samskipanini, at
fyrireikararnar av teimum
ymsu festivalunum skulu
í størri mun verða við til
at fyribyrgja rúsevnis
nýtsluna á festivalunum.
Hørðu rúsevnini
populerast
Beinta Joensen,
fyribyrgingarráðgevi,
hevur nógvar royndir
innan rúsevnismisnýtslu.
Fyri tíð síðan hevði
Sosialurin samrøðu við
Beintu, og sambært
henni var tað serliga tey
sokallaðu hørðu
rúsevnini, ið vóru at finna
á festivalunum. Heroin
og annað líknandi herjaði
á festivalunum, meðan
tey bleytu rúsevnini, sum
til dømis hash, vóru eftir
øllum at døma farin út av
móta.