Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-09, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. januar 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein av fyrireikarunum í Ársins Songrødd 2009, staðfestir at aftur í ár verður Ársins Son- grødd, og byrja verður í februar. Mark Joensen, ein av fyrireikarunum til Ársins Songrødd sigur við Sosialin, at Ársins Songrødd 2009 ferð av bakkastokki í februar mánað. Sum árini hava liði eru vit vorðin von við kappingina um at gerast Ársins Songrødd, men kap- pingin í 2009 verður ikki júst sum tann vit kenna – hon skal nevniliga verða meira umfatandi. Mark Joensen sigur, at fyri at røkka út til allar krókar í landinum verður kappingin víðka, og tað við tí endamálið at økja um møguleikarnir at finna júst tað rætta talentið. Til Ársins Songrødd 2008 vóru tey inn- leiðandi umførini í ávikavist Kambsdali, Tvøroyri og Tórshavn. Hesu ferð er tó ætlanin at umframt hesi innleiðandi umførini, verða eisini umfør hildin í Vágunum, Klaksvík og á Sandi. Vinningarnar eisini meira umfatandi Sum partur av vin- ninginum slapp Ársins Songrødd 2008, Anna Nygaard, at framføra á einum av teimum, ella kanska tí størsta tónleikafestivalinum í Føroyum, nevniliga Summarfestivalinum. Fyrireikararnar siga, at skal kappingin verða meira umfatandi, skulu vinningarnar eisini geva størri møguleikar fyri songrøddini 2009, og tískil verður arbeitt við at fáa vinnaran av kappingini til allar festivalarnar í Føroyum, ikki bert Summarfestivalin. Áhugavert verður at vita, um tað eydnast fyrireikarunum at fáa hetta í rætt lag. Sum tíðin er liðin eru nógv ungdóms og mentanar hús op- naði kring Føroyar. Eitt teirra er Stóra Pakkhús í Vági, ið hevur húsa nógvum at bestu tónleikarunum í Føroyum. Stóra Pakkhús hevur, eins og aðrar líknandi barrir í Føroyum, lagt seg eftir tí enska “pub”stílinum, og húsið er í stóran mun varðveitt frá tí tíðini, tá húsið veruliga var eitt pakkhús, tó við øllum nútímans hentleikum. Hetta hevur avgjørt økt um hugnan í húsinum, og eftir øllum at døma er Stóra Pakkhús eitt veruligt frístað fyri suðuroyingar. Í 1999 keypti eitt felag í Vági Stóra Pakkhús við tí fyri eyga at seta húsið í stand og gera tað til eitt mentanar- hús við tiltøkum fyri øllum aldursbólkum og einum so breiðum skara av fólki sum gjørligt. Og síðan 2001 hevur Stóra Pakkhús virka sum eitt marg- mentanarhús við einari langari røð av tiltøkum av ymiskum slagi á skránni. Nóg ymisk tiltøk hava verið í Stóra Pakkhúsið gjøgnum ár og dag, tó skal sigast, at tað ið hevur skapt jaliga umdømið hjá húsinum, eru tónleika- tiltøkini. Ein ørgrynna av dugnaligum og vælumtóktum tónleika- rum hava leita sær til Vágs, og millum teirra eru t.d. Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Finnur Jensen, Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe og nógv onnur. Í januar mánaði er sum vanligt aftur tón- leika tiltøk á skránni, við m.a. Finnur Jensen, Kim Hansen og Terja Rasmussen. Meira kann er at frætta heimasíðuni www.storapakkhus.com Loyniligar dómarar í X-Factor Tað eru ikki øll ið fáa møguleikan at framføra fyri dómaratrioini í X- Factor, hóast tað sær soleiðis út. Luttakararnar skulu nevniliga trína frammanfyri einum øðrum dómaraliði áðrenn. Tá vit hyggja eftir X- Factor kappingini hvørt fríggjakvøld, rennur tað mangan okkum í huga, hvussu løgið tað tykist, at ein og hvør sleppur at framføra. Men soleiðis er veruleikin ikki. Tað sum ikki verður víst á skíggjanum er, at handan pallin situr ein útvald dómaranevnd, ið skal avgera hvør hóskar til sjónvarpsframførsluna og ikki. Leiðarin fyri undirhaldið hjá DR Jan Lagerman Lundme sigur soleiðis við “gratisavisen”. - Vit gjøgnumganga luttakararnar áðrenn, soleiðis at áskoðararnar og dómararnar skulu megna at gjøgnumganga luttakararnar uttan at tað gerst ov rúgvismikið. Víðari sigur hann, at dómararnar hava røtur í tí professionella tónleikaheiminum, og hava tískil teir neyðugu førleikarnar. Við einum eyka dómaraliði kann ein lættliga seta spurnartekin við summum av luttakarunum vit hagartil hava sæð, men tað er tað sambært Lundme ein orsøk til. - Vit vilja geva fólkið eina fatan av hvørji fólk koma til upptøkuroyndina, og tey sum sleppa víðari til sjónvarpi eru umboð fyri tann breiða skaran av fólkið, ið hava verið til upptøkuroynd hjá dómaraliðinum. Sambært Lundme er tað týdningarmikið hjá dómaraliðinum, at tey sum verða send víðari til sjónvarpi hava so nógv av “X-Factor” í sær sum gjørligt. Tað snýr seg sostatt ikki bert um at duga at syngja, tað er eisini týdningarmikið at hava onnur serlig evni, ið ein ikki sær hvønn dag. Stóra Pakkhús í Vági Ársins Songrødd 2009 av bakkastokki Sonur John Travolta jarðaður Hósdagin 8. Januar varð minnisguðstænasta hildin fyri Jett Travolta. Familja og vinir hjá John Travolta vóru hósdagin savnaði fyri at minnast Jett Travolta. Ein lítil, privat guðstænasta varð hildin í Florida, har familjan býr. Jett Travolta, ið bara varð 16 ára gamal, doyði fyri viku síðan av einum hjartaslagi, meðan familjan var og ferðaðist á Bahamas. Nógv ivamál hevur verið um heilsuna hjá Jett, av tí at hann alt sítt lív hevur haft nógv hjartasløg. Tað einasta John Travolta og kona hansara, Kelly Preston kunnu siga um tað, er at sonur teirra hevði tað sokallaða Kawasaki-syndromið. Sagt verður, at Jett, ið varð kremeraður fyrr í vikuni á Bahamas, skuldi havt fingið eina guðstænastu, ið hevði samband við átrúnaðin Scientology. John Travolta og kona hansara eru nevniliga limir av Scientology, ið hevur ta fatan, at hvørki himmal ella helheimur eru til. (skriva hevur Annika Lamhauge Mortensen, pratikantur hjá Sosialinum)