Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 180 - 19. september 2001 Nr. 180 - 19. september 2001 3 Jústinus Leivsson Eidesgaard Um 11 tíðina í gjáramorg- unin løgdu 30springarar beinini í Sandagerði í Havn. Bólkurin av spring- arum var funnin út fyri Hvítanesi. Talan var um eitt ólógligt springaradráp hesuferð. Viðvíknandi springarum, so er tað soleiðis, at sýslu- maðurin skal geva loyvi í hvørjum einstøkum føri og hesuferð segði hann nei. Men havnamenn vildu ikki hava á sær sitandi, at ein sýslumaður úr Vestmanna skuldi banna teimum at halda springarar til og teir løgdu sektin á boðini úr Vestmanna. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá sýslumanninum í Vest- manna, Ivan Klein Olsen, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Vanliga verða springarar býttir millum teir sum eru í drápinum og nakrar skip- aðar reglur eru ikki fyri býtinum. Ttað vil siga, at tann sum sterkastur og frekastur er fær mest av hesum átliga tvøsti Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra dóttir, kona, mamma og vermamma Jensina Elisabeth Simonsen doyði og varð jarðað. Tøkk til tykkum, ið sendu blómur og kransar og tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara síðsta hvíldarstað. Tøkk til sangarar og berarar og til tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á B5 á Landssjúkrahúsinum, Bjarna Bæk dómpróvst og Marit Holm Petersen. Mo, Kim, Mariann, Beinta og Magnus Syrgilig vóru tey boðini vit fingu tá tú so brádliga varð tikin frá okkum, bert 18 ára gamal. Tað er so ringt at vita, at tú ikki er ímillum okkum meir, men øll tey góðu minnir, vit hava um teg góði Pauli, tey eru góð at eiga. Frá fyrsta degi eg sá teg nýføddan, hvat var tú ikki fittur. So fluttu tit norðureftir at búgva. Omman var fleiri ferðir og ferðaðist hjá tykkum, og sum eg eri so glað fyri. So sendi mamma tín teg at ferðast til ommuna ofta, takk góða Leila fyri tað. Góði Pauli, tað er eitt sár í hjartanum hjá okkum øllum, at tú so brádliga bleiv kallaður heim til Harran. Omman og vit øll lýsa frið um øll tey góðu minnini um teg elskaði. Farvæl farvæl, men ikki ævugt nei ein stokkut stund, eitt lítið tíðarskeið har møtast vit, hvar skilnaður er ei og inntil tá farvæl. Omma tín í Froðba Minningarorð um okkara elskaða Paula Holmsund, Kambsdal Drupu springarar hÛast s˝slumaður segði nei ñ Tað er vandamikið at fara lÊttliga um muslimsku hÛttanina, og vit eiga Ì framtÌð- ini at vara okkum meira fyri muslim- um. Men fer vestur- heimurin at hevna seg og drepa fleiri Ûsek, so eru vit einki petti frÊgari enn tey, sum framdu ·lopini Ì USA, heldur Jenis av Rana, tingmaður MUSLIMSK HÓTTAN Eyðun Klakstein Fyri einum ári síðani fekk hann ein amerikumann at taka mynd av sær og fam- ilju síni ovast á World Trade Center í New York. Nú øtast um ræðuliga álopið á sama bygning, sum eftir øllum at døma hevur kravt fleiri túsund manna- lív. – Hetta er verri, enn tú nakrantíð hevði kunna ímyndað tær fór at henda. Tað er blint hatur, sum fær fólk at gera slíkt, og tað vís- ir, at vit eiga at taka musl- imsku hóttanina í nógv størri álvara, enn vit hava gjørt. Tað sigur Jenis av Rana, sum er tingmaður fyri Mið- flokkin. Hann er eisini lim- ur í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum og hevur stór- an áhuga fyri átrúnaðarlig- um viðurskiftum. – Tað er vandamikið at fara lættliga um muslimsku hóttanina. Vit verða noydd at verja okkum og vera meira varin. Teirra hugsun- arháttur og trúgv er so av- skeplað, at tað er vanda- mikið fyri fría heimin, heldur hann. – Tað sigur nógv um hes- ar fundamentalistar, at tú kanst fáa fólk at trúgva, at um tey renna eitt flogfar inn í ein bygning í USA, so sleppa tey beinleiðis í para- dís. Stórur munur á trúgv Tingmaðurin fyri Mið- flokkin heldur, at musl- imska hóttanin alt ov leingi hevur verið bagatelliserað. – Vit síggja børn og ung- fólk steina í Miðeystri, men so verður bara sagt, at hatta hevur einki at týða, tí hatta hava ísraelsmenn uppibor- ið. Hinvegin var ein týskari tikin í Svøríki, tí hann hevði tveitt við gróti, tá ein aljóða fundur var har. Hann fekk eitt hálvt ár í fongsli. – Hetta vísir, hvussu stór- ur munur er á samfeløgum, og hvussu ymiskur hugsan- arhátturin og trúgvin er. Eg veit væl, at allir muslimar eru ikki eins, men teirra skriftir læra, at teir skulu drepa fyri sína trúgv. Tað er í stórari mótsøgn til kristnu trúnna, sum byggir á kær- leika og fyrigeving, sigur Jenis av Rana. Ósek mugu ikki líða Jenis av Rana heldur, at tey, sum framdu og høvdu ábyrgdina av álopinum í USA, eiga at finnast og verða drigin til svars fyri sínar gerðir. – Men fer vesturheimurin nú at hevna seg inn á ósek fólk, so eru vit einki petti frægari enn tey fólkini, sum framdu álopið í USA, sigur hann avgjørdur. – Tað eigur at bera til hjá einum framkomnum her- valdi at finna tey seku, utt- an at tað skal ganga út yvir ósek fólk í til dømis Afghanistan. Fólk har á leið líða nóg mikið sum er. Jenis av Rana heldur tó, at føroyingar eiga at stuðla teimum, sum stríðast fyri fólkaræðinum. – USA gongur við øllum sínum feilum og manglum á odda fyri fólkaræðinum, og tí skulu vit stuðla teim- um. Víst er tað neyðugt, at vit verja okkum betri, og víst er tað neyðugt, at vit stríðast ímóti teimum, sum leypa á fólkaræðið, sigur Jenis av Rana. Vit skulu vara okkum fyri muslimum Tey, sum framdu álopið í USA, skulu finnast, men fer vesturheimurin nú at hevna seg inn á ósek fólk, so eru vit einki petti frægari enn tey fólkini, sum framdu álopið í USA, sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin DANSUR Turið Kjølbro Í nøkur ár hevur verið dansað og undirvíst í dansi í Hósvík. Í vetur byrjar nýtt skeið í fólka- dansi. Byrjað verður sunnukvøldið 30. sep- tember kl. 19.00 í Bygd- arhúsinum. Tey, ið fara at stíla fyri dansinum í vetur, verða Matilda og Tom Nielsen. Hesi bæði hava undirvíst í fleiri ár og dansað í Dansifrøi. – Øll eru vælkomin, roynd og óroynd, men fyri at fáa dansin at ganga sum hann skal, er skilabest, at tvey og tvey møta, sigur ein av stig- takarunum. Fyri alt dansiskeiðið í vetur kostar tað 400 krónur fyri parið. Til- meldingar á tlf. 422291 og 422425. FÛlkadansur Ì HÛsvÌk Savnsmynd Tíðindaskriv: Mánadagin lat Gallarí Vágsbotn upp stóra sølu- framsýning á Torginum í SMS. Fyrr í ár hevði Noomi Juul, sum eigur Gallarí Vágsbotn, søluframsýning í SMS, og hendan varð rættiliga væl vitjað. Hetta komst serliga av tí, at lutirnir, hon tá hevði, júst vóru komnir úr Danmørk. Hesaferð verður ikki nógv øðrvísi. Noomi sigur, at hon júst hevur verið í Danmørk og keypt inn til framsýningina í SMS. – Eg fái eina rúgvu av lutum í gomlum sniði heim til framsýningina í SMS. Og eftirspurningurin eftir hesum lutum er støðugt hækkandi, sigur Noomi Juul, sum vónar, at mong koma at vitja søluframsýn- ing hennara á Torginum. Framsýningin hjá Gallarí Vágsbotn verður opin til leygardagin 22. septembur. Noomi Juul Ì SMS C M Y K 3 2