mikudagur 19. september 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 180 - 19. september 2001
Nr. 180 - 19. september 2001
5
F¯royska fiskivinnan
skal leggjast saman Ì
st¯rri og fÊrri eindir.
Tað fer at hava við
sÊr eina meira
effektiva vinnu, sum
kann endurn˝ggja seg
sj·lva, men tað slepst
ikki undan, at tað so
verða fÊrri arbeiðs-
pl·ss Ì vinnuni Ì
framtÌðini, sigur
J¯rgen Niclasen,
landsst˝rismaður við
fiskivinnum·lum
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Tað fer at kosta
arbeiðspláss, at fiskvinnan
á landi og sjógvi fer at eff-
ektivisera seg í framtíðini.
Men tað er neyðugt, at
vinnan leggur saman í færri
og størri eindir, so hon
kann
endurnýggja
seg
sjálva.
Hetta var boðskapurin frá
Jørgen Niclasen, landsstýr-
ismanni við fiskivinnumál-
um, tá hann mánakvøldið
greiddi norðoyingum frá
framtíðar fiskivinnupolit-
ikkinum, sum landsstýrið
hevur sett út í kortið.
– Tað er ein fyrimunur
fyri bæði samfelagið og
vinnuna, at fiskivinnan
verður effektivisera, kann
vinna meira pengar og har-
við kann endurnýggja seg
uttan almennan stuðul, sig-
ur Jørgen Niclasen.
– Sum støðan er í løtuni
skulu vit ikki stúra fyri, at
tað verða færri arbeiðspláss
í fiskivinnuni framyvir, tí
tað er trupult at finna ar-
beiðsfólk í fleiri pørtum av
vinnuni.
Taka hædd fyri
miðsavnan
Landsstýrismaðurin er av-
gjørdur í, at myndugleik-
arnir skulu ikki gera av fyri
vinnuna, um hon skal
leggja fiskiloyvi saman ella
keypa og selja virki, men
karmarnir
skulu
verða
greiðir og strangir.
– Vit skulu ikki nokta
fólki at keypa ella selja skip
ella virki. Tað skal eisini
bera til at leggja fiskiloyvi
hjá skipum saman, so vit
fáa fulla nyttu burtur úr
teimum skipum, sum vit
skulu brúka framyvir, sigur
Jørgen Niclasen.
– Hinvegin skulu vit í
fiskivinnupolitikkinum
taka hædd fyri spekulatión
og miðsavnan av fiskiloyv-
um. Tað royna vit eisini at
gera, tí eingin er áhugaður
í, at vit fáa greivabarónar
og fólk, sum spekulera í
fiskivinnuni. Verður spek-
ulatión í vinnuni, so fáa vit
ikki neyðuga lønsemi í
hana.
Vinnan hevur
ábyrgdina
Landsstýrismaðurin leggur
stóran dent á, at vinnan so
vítt gjørligt sjálv skal loysa
trupulleikarnir, sum eru í
vinnuni.
– Tað tænir ongum enda-
máli, at politikarar lova, at
teir skulu taka sær av øllum
trupulleikum í vinnuni. Vit
skulu skapa karmarnar og
gera politikkin, og síðani
liggur ábyrgdini hjá fiski-
vinnuni sjálvari at fáa tað at
bera til. Soleiðis fært tú eitt
sterkt og sunt vinnulív, sig-
ur Jørgen Niclasen.
Hann óttast ikki fyri, at
samanleggingar fara at
kosta arbeiðspláss í ávísum
økjum av landinum.
– Tað verður upp til tey,
sum eiga skipini og virkini
at tryggja, at tað ikki verða
ávís øki, sum verða serliga
rakt av samanleggingum í
størri eindir. Eg dugi heldur
ikki at ímynda mær, at eitt
nú norðoyingar fara at selja
øll skipini hjá sær. Fólkini í
vinnuni mugu hava ábyrgd-
ina av, at virksemi er í teirra
øki, sigur Jørgen Niclasen.
– Landsstýrið kann ikki
áleggja vinnuni, hvar skip-
ini skulu hoyra heima og
hvar virkini skulu liggja.
Tað skal vinnan sjálv
kunnu gera av, og eg havi
eisini tað álit á henni, at
hon dugir tað best sjálv.
Bert minstaløn
Seinastu árini er stuðulin til
fiskivinnuna skorin niður í
einki, og Jørgen Niclsen
helt, at vinnan skuldi verða
errin av hesum, hóast partar
av vinnuni ikki vinna nóg
nógvar pengar til at kunna
endurnýggja seg sum er.
– Vit skulu klára at
endurnýggja okkum uttan
almennan stuðul. Partar av
fiskivinnuni klára tað sum
er, men vit eru ikki komin á
mál enn. Men eg havi fult
álit á, at vinnan fer at koma
hartil, at hon kann endur-
nýggja seg uttan stuðul,
sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísti á, at føroyska
fiskivinnan
fær
meira
burturúr nú, hóast allur al-
mennur stuðul er tikin av.
Einasta
ískoytið,
sum
landskassin letur til fiski-
vinnuna, er minstalønin til
manningarnar, men her er
bert talan um stívliga 20
milliónir krónur.
– Minstalønin skal eisini
í framtíðini verða ein trygd
í vinnuni, men tess betri og
effektivari
fiskivinnan
gerst, tess meira fáa fiski-
menn og arbeiðsfólk burtur
úr, og so minkar ella dettur
minstalønin burtur. Men
skipanin skal verða har sum
ein trygd í framtíðini eisini,
sigur Jørgen Niclasen.
FÊrri arbeiðspl·ss Ì fiskivinnuni
– Vit skulu klára at
endurnýggja okkum uttan
almennan stuðul. Partar av
fiskivinnuni klára tað sum
er, men vit eru ikki komin á
mál enn. Men eg havi fult
álit á, at vinnan fer at koma
hartil, at hon kann
endurnýggja seg uttan
stuðul, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður.
Mynd: Eyðun Klakstein
– Tað verður upp til tey, sum eiga skipini og virkini at tryggja, at tað ikki verða ávís øki, sum verða
serliga rakt av samanleggingum í størri eindir, sigur Jørgen Niclasen.
Mynd: Jóannes Poulsen
ñ Landsst˝rið fer n˙
at viðgerða, um tað
skal geva TÛrshavnar
Kommunu stuðul til
at byggja havnarlagið
˙t.
SAMFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Landsstýrið fer nú at taka
støðu til, antin Tórshavnar
Kommuna skal fáa stuðul
til at byggja havnarlagið út
fyri.
Nú bæði nýggj Norrøna
og nýggja suðuroyarferjan
kemur, verður neyðugt at
byggja samferðsluhavnina
á Bursatanga út fyri yvir 60
milliónir.
Skal havnin bara byggj-
ast út til nýggja suður-oyar-
skipið, fer tað at kosta góð-
ar 30 milliónir.
Tórshavnar Býráð heldur
ikki, at tað skal betala hesar
útbyggingarnar einsamøll.
Harafturat heldur hon, at
tann parturin, sum komm-
unan skal betala, ikki skal
takast av útbyggingarkvot-
uni hjá kommununi upp á
70 milliónir.
Tórshavnar Býráð vísir á,
at á Tvøroyri ætlar Lands-
stýrið at byggja nýggja
samferðsluhavn til nýggju
suðuroyarferjuna og tað
heldur Býráðið eisini, at
landið skal gera í Havn.
Harafturat eru útbygging-
arnar til Norrønu fyri alt
landið og tí heldur Býráðið
ikki, at tað er rímiligt, at tað
verður tikið av útbygging-
arkvotuni.
Til viðgerðar
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
sigur, at málið er nú til við-
gerðar. Hann hevur sent
málið til Landsverkfrøðing-
in, sum nú skal gera eina
meting.
Fyrrenn hon er komin,
vil Bjarni Djurholm onki
siga.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, hevur heldur onki
greitt svar nú.
Hann vísir tó á, at hann er
settur at arbeiða fyri før-
oyska búskapinum sum
heild og tað ætlar hann sær
at gera.
Hann vísir eisini á, at vit
skulu vera serliga varin við
at byggja út í høvuðsstaðn-
um, tí her er búskapurin
heitast frammanundan.
Hinvegin vísir hann á, at
so gott sum allir inn- og
útflutningur í Føroyum
gongur um Havnina og tað
setir sera stór krøv til út-
byggingar.
M·nakv¯ldið vÛrðu
seinastu forðingarnar
beindar av vegnum og
n˙ skulu borgararnir
spyrjast til r·ðs
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at tað verð-
ur arbeitt víðari við ætlan-
ini at leggja Runavíkar- og
Skála kommunu saman.
Tað gjørdust greitt eftir
bygdaráðsfundir á Skála
fríggjakvøldið og mána-
kvøldið.
Bygdaráðið á Skála hev-
ur annars verið eitt sindur
ivingarsamt um samanlegg-
ing.
– Hetta er ein stór avgerð
at taka. Skulu vit leggja
saman við Runavík, verður
tað talan um, at ein lítil
kommuna skal leggja sam-
an við eini stórari komm-
unu. Og spurningurin, vit
hava sett okkum, er, hvussu
vit koma at síggjast aftur í
tí stóru heildini, ella um vit
fara at hvørva, sigur Kári
Johannesen, borgarstjóri á
Skála.
Men hann sigur, at eftir
fundirnar fríggjakvøldið og
mánakvøldið, er bygdaráð-
ið komið til tað niðurstøðu,
at tað er rættast at arbeiða
víðari við samanleggingini.
Sostatt verður borgara-
fundur á Skála 1. oktober
um
samanlegging
við
Runavík og umleið 8. okto-
ber verður fólkaatkvøða.
Dagurin fyri fólkaat-
kvøðuna er ikki heilt greið-
ur enn, men tað verður um-
leið 8. oktober.
Nøkunlunda samstundis
verða eisini borgarafundir
og fólkaatkvøða í Runavík.
Ætlanin er, at bygdirnar
báðar skulu verða ein
kommuna frá 1. januar
2005 at rokna, tvs. eftir
kommunuvalið í 2004.
Fyrimunur
Kári Johannesen sigur, at
hann væntar, at ein saman-
legging verður ein fyrimun-
ur fyri Skála.
– Vit hava útbyggingar,
sum vit ætla okkum í holt
við og tað vera vit betri før
fyri, um vit eru í einari stór-
ari kommunu. Vit vera eis-
ini betri før fyri at bjóða
okkum fram úteftir, um vit
eru í eini
Hann vísir eisini á, at tá
ið kommunurnar eru sam-
anlagdar, ráða tær yvir at
kalla øllum Skálafjørðinum
og tað gevur teimum heilt
aðrar møguleikar at leggja
virksemi og útbyggingar til
rættis, so at tað tænir øllum
økinum og sostatt eisini
Skála bygd.
Tað er eitt nú onki at ivast
í, at vit vera betri før fyri at
bjóða okkum fram til ymisk
endamál, um vit eru í eini
stórari eind, heldur enn í
tveimum minni eindum.
Ongin avgerð um ˙tbygging Ì Havn
Sk·la og RunavÌk eru n˙
til reiðar at leggja saman
Næstan allur inn- og útflutningur í Føroyum gongur um havnina og tað setir stór krøv til útbygging. men enn er óvist um landskassin vil betala ein part
Mánakvøldið gav Bygdaráðið
á Skála grønt ljós fyri at
arbeiða víðari við
ætlanunum at leggja Skála-
og Runavíkar kommunu
saman. Gongst sum ætlað,
verða kommunurnar
samanlagdar 1. januar
2005.Tá verður tað mesta av
Føroya longsta fjørði í somu
kommunu
C
M
Y
K
5
4