Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 180 - 19. september 2001 Nr. 180 - 19. september 2001 7 M·nadagin varð sjÛnvarpsmaðurin Zacharias Hammer heiðraður fyri serligt mentanaravrik. Hetta var fyri at hava givið hyggjarum innlit Ì gerandisdag f¯royinga við sÌnum sjÛnvarpssendingum VIRÐISLØN Stefan í Skorini – Eg eri ógvuliga fegin um, at mítt arbeiðið sum sjón- varpsmaður verður virt sum mentan. Tað er ógvu- liga fløvandi, at fáa slíka virðisløn, segði Zacharias Hammer, sum annars segði seg hava torført við at seta orð á kenslurnar við eitt slíkt høvi. – Myndatólið hevur altíð verið mín besti blýantur, segði Zacharias í takkar- røðuni. Nevndin segði í grund- gevingini fyri at hava givið honum virðislønina, at Zacharias hevur við sjón- varpssendingum sínum givið hyggjarum innlit í fjølbroytta livihátt føroy- inga. Við frá byrjan Zacharias Hammer hevur verið við í Sjónvarpi Før- oya heilt frá byrjanini. Fyrst í 1979 við Sjónvarps- felagnum og síðani í almenna sjónvarpinum, sum varð sett á stovn í 1984. Hann hevur seinastu árini verið í farloyvi, har hann hevur siglt úti við ymsum skipum, og hóast hann hevur verið sjómaður, so hevur hann eisini gjørt sendingar frá sínum túrum. Nú arbeiðir hann aftur í sjónvarpinum, og tað er hansara lívsstarv, sigur hann sjálvur. – Eg var heppin at vera við frá byrjan í sjónvarp- inum, og eg eri takksamur fyri møguleikan, eg havi fingið, at vísa føroyingum tann stórsligna urtagarð, sum vit eiga her, segði Zacharias í røðuni. Hann legði tó afturat, at einsamallur hevði hann ikki fingið nógv av skafti, og hann vildi fegin luta heið- urin við teimum, hann hevði arbeitt við í sjónvarp- inum hesi mongu árini. At enda segði kendi verturin, at sjónvarpið er sum ein knívur. Hann kann vera nýttur til gott og ilt. Tí hava fjølmiðlafólk eina stóra ábyrgd at bera reint og satt tilfar. Barnasendingar Zacharias Hammer hevur seinastu árini lagt seg eftir at gera náttúrusendingar, har hann fer við til bjarga og onnur støð, har eingin sjónvarpsmaður fyrr hevur hættað sær at farið. Tað er fyrst og fremst hesar sendingar, sum hann hevur fingið virðisløn fyri. Hann stóð eisini fyri barnasendingunum í sjón- varpinum í fleiri ár. Hvør minnist ikki Gyðu og Grana, fjørutrøllið í Fugloy, dølgarnir frammi við Gjónna og hinar jólaløtur- nar, tá smábørnini sótu sum límað til skermin. Tey flestu í sjónleikar- húsinum vóru á einum máli um, at tað var rætt at lata Zachariasi virðislønina, sum er 20.000 krónur. Rigmor Restorff fekk hesa virðislønina í fjør. Grundgevingin »Zacharias hevur við sjónvarpssendingum sínum givið hyggjaranum innlit í fjølbroytta livihátt føroyinga. Við upptøkutóli sýnir hann dirvi, tá hann saman við bakkamonnum søkir bjørgini, fer við seyði í illgongdar skorar ella greiðir frá gerandisdegnum umborð á skipi. Við gløggum eyga fyri upptøkulistini, evnar hann at rúnabinda fólk. Hann tvinnar nátúrmyndir og veruleika, so tú gerst partur av hesum mangan vandamikla arbeiði.« Í nevdini fyri Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens eru fimm limir. Teir eru Egon Hansen, Jákup Jacobsen og Erling Isholm, valdir av býráð- num. Gunnar Hoydal er valdur av Rithøvunda- felagnum og Turið Sigurðardóttir er vald av Fróð- skaparsetrinum. Zacharias Hammer fær virðisløn: MyndatÛlið er mÌn besti bl˝antur Zacharias Hammer fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri serligt mentanaravrik. Hann fekk virðisløn fyri at hava givið hyggjarum innlit í fjølbroytta livihátt føroyinga Mynd: Jens Kristian Vang Maud Heinesen hevur fingið barnabÛka- heiðursl¯n b˝r·ðsins fyri at barnaskald- skap hennara. Maud sigur, at hon Ì sÌnum barnabÛkum roynir at skriva um n˙tÌðar viðurskifti VIRÐISLØN Stefan í Skorini Maud Heinesen fekk mána- dagin Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Maud hevur millum ann- að skrivað barnabøkurnar “Marjun og tey” og “Abbi og eg”. Harumframt hevur hon skrivað hópin av stutt- søgum í barnablaðnum, Mín jólabók og Gluggan- um. Maud segði, at orsøkin til at hon fór undir at skriva var, at so fáar barnabøkur, sum snúðu seg um nútíð- ina, vóru á føroyskum. Børn tímdu ikki bara at lesa um tað farna, og tí valdi hon at fara undir bókaút- gávur. – Hetta gevur mær mót og skyldu at halda fram við at skriva, segði Maud Heinesen í røðuni. Hon legði afturat, at tað er gott at fáa eitt herðaklapp sum hetta á vegnum. Bogi og Annfinnur burturstaddir Tveir av teimum virðis- løntu vóru ikki til staðar á samkomuni í Sjónleikar- húsinum. Teir vóru Ann- finnur í Skála og Bogi Hansen. Annfinnur í Skála fekk virðisløn fyri fagrar bók- mentir. Tað var fyri bøk- urnar um Heimin Forna, “Hjá dvørgum í Niðafjøll- um” og “Ferðin til Zam- bora”. Nevndin metti, at hesar bøkurnar hava brotið upp úr nýggjum í føroyskum bókmentum. Bøkurnar eru um tvey ung, sum fara ígjøgnum tíðarlið inn í ævintýraheim, og tær sam- eina hegnisliga gamla søgn við nútíðar frásøgu. Annfinnur er í Bretlandi og arbeiðir við eini nýggj- ari orðabók, og tí var hann ikki hjástaddur, men Jon- hard Mikkelsen las røðu hansara upp. Annfinnur helt skemti- liga fyri, at hansara bøkur vóru tær einastu skaldsøg- urnar, sum vóru komnar út í farna árið, og tað mátti vera orsøkin til, at hann hevði fingið virðislønina. Tað var í 1958, at býráðið valdi at lata mentanar- virðislønir M.A. Jacobsens. Tá var Sigfried Skaale borgarstjóri, og Annfinnur er sonur hansara. Bogi Hansen fekk virðis- løn fyri yrkisbókmentir. Bogi er í Grønlandi og skipar fyri einum skeiði, og tí barst honum frá at vera við. Grundgevingin var, at Bogi í bókini “Havið” á høgum vísindaligum stigi savnar alla sína vitan um lív og náttúru í heimshøv- um og á heimaleiðum. Hetta verður gjørt á ein hátt, at hetta stóra á torg- reidda evnið eisini hjá vanligum fólki verður skill- igt í øllum sínum mongu lutum og . Allar virðislønirnar eru á 20.000 krónur. Maud Heinesen um virðislønina: Gevur mÊr mÛt at halda fram Maud Heinesen fekk virðisløn fyri barnaskaldskap, sum stundum nemur við viðkvom evni Mynd: Jens Kr. Vang Õ sÌðstu viku vitjaði ein sendinevnd ˙r Japan Ì F¯royum. Endam·lið var at hyggja eftir f¯roysk- um viðurskiftum VITJAN Heri á Rógvi Millum ár og dag hava japanarar nakrar ferðir víst áhuga fyri Føroyum. Sein- asta tekni um áhuga vístu japanarar í farnu viku, tá ein sendinenvnd vitjaði í Føroyum. Sendinevndin taldi 12, allir menn. Hetta vóru allir eldri menn, sum umboða størri fyritøkur, sum allar arbeiða við havnagerðum burturav. Tílíkar sendi- nevndir hava eisini vitjað í øðrum londum, har hugt verður eftir ymiskum við- urskiftum. Í Føroyum vitj- aði sendinevndin í Vest- manna og í Fuglafirði. Henda sendinevndin hev- ur verið og vitjað í hinum Norðanlondunum. Ein av luttakarunum á túrinum hevði sett sær fyri at vitja Føroyar, tá hann einaferð fyri nógvum árum síðani kom í samband við ein før- oying. Fyrispurningurin um at sleppa at vitja í Føroyum kom til Føroya umvegis Føroysku Viðskiftastovuna í Keypmannahavn og jap- ansku ambasaduna í Keyp- mannahavn. Tað var eftir egnum ynski, at sendinevndin valdi at fara til Vestmanna á vitjan. Umstøðurnar Sendinevndin, sum vitjaði í Føroyum í farnu viku, um- boðaði fyri tað nógva jap- anskar havnir. Hetta skal skiljast soleiðis, at umboð- ini, ið vitjaðu fyri kortum, burturav fáast við havna- gerð og viðlíkahald av havnum eins og øðrum virksemi í hesum sam- bandi. Onkur av teimum vitjandi hevði eisini stóran áhuga fyri alivinnuni, sum verður rikin munandi øðr- vísi yviri í Japan. Tað var heldur ikki tann stóri steðgurin, ið japanar- arnir vóru í Vestmanna, men teir fingu tó høvi at síggja eitt sindur av hvørj- um. Endamálið hjá teimum útsendu var fyrst og fremst at hyggja nærri at umstøð- unum í Føroyum. Sum áður nevnt, so hevur sendi- nevndin vitjað í hinum Norðanlondunum, har teir eisini hava skoðað, hvussu verður gjørt við hetta og hatta. Tá sendinevndin vitjaði í Vestmanna nýttu teir høvi at hyggja nærri at havna- umstøðunum í Vestmanna. Eisini varð vitjað á Fiska- virking eins og alibrúkini vórðu hugd at. Tað var eftir egnum ynski, at japanararnir valdu at leggja leiðina til Føroya, og eftir hvat Sosialurin skil- ir, so vóru teir eisini væl nøgdir við túrin. Tá vit royndu at fregnast, um hvørja ávirkan hetta fær á framtíðina hjá bæði Japan og Føroyum, so er heldur trupult at fáa eitt greitt svar. Víst verður á, at hesin túr- urin var umbiðin av japan- arunum sjálvum, og teir fyrst og fremst vildu kunn- að seg um føroysk viður- skifti. Ì øllum higartil eru ongar framtíðarætlanir sett- ar út í kortið millum japan- ararnar og vestmenningar. Dámdu spik Tá sovorðið fólk kemur á vitjan, so verður oftani nógvur og góður matur borðreiddur fyri teimum, og í so máta var henda vitj- anin einki undantak. Skipað varð m.a. fyri ein- um betri bita fyri gestunum og teimum, sum vóru kom- in at taka ímóti. Borðreitt varð fyri sushi gjørt burturúr føroyskum fiski. Eisini fingið gestirnir høvi at smakka grind og spik. Sosialurin veit at siga, at spikið varð etið sum var tað bomm. Kanska hetta fer at taka gestirnar úr Ásia aftur til Føroya. Japanarar fingið eyguni upp fyri Vestmanna Nógv fólk var til staðar, tá forkunnugu gestirnir úr Japan vitjaðu vestmenningar í farnu viku. Japanararnir vístu stóran áhuga fyri Føroyum. Eisini dámdi teimum væl føroyskan mat Leygardagin 22. septem- ber byrjar Skótahjálpin 2001. Hetta er 17. ferð, at skótar kring alt landið fara at gera sítt fyri at stuðla teimum, ið hava tørv á stuðli. FH- skótarnir, Føroya Skótasamband, Føroya KFUK-skótar og KFUM-skótarnir í Føroyum eru saman um Skótahjálpina. Í ár stuðlar Skótahjálp- in »Føroyska ljóð- bókaútgávu« og »Girl Hostel« í Liberia. Harumframt fer 1/3 av Skótahjálpini í grunn, sum er tøkur til tess at veita bráfeingis stuðul ymsa staðni í heiminum. Tað ber til at læna ávís- ar ljóðbøkur í bóka- søvnunum ella keypa tær í bókahandli. At fyrireika ljóðbóka- útgávuna verður gjørt ókeypis, men ljóð- bókanevndin hevur tó søkt um og fingið út- gávustuðul frá stovnum og grunnum, ið vanliga veita stuðul til tílík endamál. Tann útlendska verk- ætlanin stuðlar eitt barnaheim fyri gentur í Liberia, »Girls Hostel«. Tað er Frelsunarherurin í Liberia, sum rekur barnaheimið við stuðli frá Frelsunarherinum í Noregi. Tey, sum skipa fyri barnaheiminum, miða eftir at fáa eitt rúmligari barnaheim, sum er nærri skúlanum, har genturnar ganga. Skótar fara at ganga hús úr húsi og bjóða seg fram at hjálpa við ymiskum. Ætlanin er, at fólk skulu lata eina ávísa samsýning afturfyri. Samsýningin fer óskerd at stuðla áður nevndu verkætlanum. Skótahjálpin vísir á, at tað hevur týdning at stuðla, og at hvør sær kann gera mun. Eisini vil Skótahjálpin fegin takka fyri stuðulin, sum var givin í fjør. -hr SkÛtahj·lpin fyri 17. ferð Heilsufrøðiliga starvs- stovan boðar í tíðinda- skrivi frá, at Amerada Hess hevur fingið loyvi til nýtslu og burtur- beining av evnum og tilfari í sambandi við boring í føroyskum øki. Eftir ætlan byrjar Amerada Hess at bora fyrsta dagin, og nú eru at kalla øll loyvini fingið í rætt lag. Ì loyvinum verða eisini settar treytir fyri, hvørji evni kunnu nýtast í sambandi við boringina. Amerada Hess fingið loyvi C M Y K 7 6