Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2009 Friðargonga fyri Gaza Í óveðrinum leygardagin savnaðust eini 60 fólk í Havn fyri friði í Gaza. Gingið var úr Gundadali og oman í Mettustovu á Reyni, har Tinganest framførdi nøkur løg og Elisabeth Olsen flutti fram røðu. Ein av stigtakarunum til friðargonguna var Helgi Gudmundsson, sum var vælnøgdur við tiltakið. Hann hevði fingið hugskotið úr Íslandi, har kallað varð inn til friðargongu yvir Facebook. Eisini í Føroyum varð tiltakið lýst yvir Facebook og síðani í útvarpinum. Luttakararnir tóku hvørki partí við Ísraelar ella Palestinar, men ynsktu at friður skal aftur valda í økinum. Farmaskip rendi á Smyril Fríggjakvøldið um midnáttartíð rendi farmaskipið Celia á Smyril, sum lá við kei í Havn. Tað var nakað av vindi, tá Celia, sum siglir fyri Faroe Ship, kom inn móti og skuldi leggja seg frammanfyri Smyril. Av Havnarskrivstovuni verður sagt, at tá hann svingar inn móti keikantinum, kemur hann ov nær og gelendarin har afturi tekur í gronina á Smyrli. Úrslitið er, at Celia brestir inn móti keikantinum undir Havnarskrivstovuni. Ongin álvarsligur skaði hendi, men bæði Smyril og keiin fingu smærri snuddir og farmaskipið fekk eina buglu. Politiið og Skipaeftirlitið skulu nú taka støðu til, um meira verður gjørt við málið. Hóast tað vísir seg sum ein stóran trupulleika, at frísk fólk liggja á Landssjúkrahúsinum, hevur Rósa Samuelsen onga bráðfeingisloysn til trupulleikan, men hon arbeiðir við málin­ um. Serliga Suður­ streymur megnar ikki at nøkta tørvin. Halla Samuelsen vísir á, at landið ikki hevur verið serliga hjálpsamt Heilsuverk Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært Rósu Samuelsen, ber ikki til hjá henni at loysa trupulleikan við, at so nógv liðugt viðgjørd fólk liggja á Landssjúkrahúsin­ um. Tað ber heldur ikki til at nýta barakkina til eina tílíka loysn. ­ Vit kunnu ikki fara í barakkina nú, tí hetta er ein gomul avgerð, sum er ein partur av útbyggingini av Landssjúkrahúsinum. Og tað kann eg ógjørligt fara at broyta, sigur Rósa Samuel­ sen. Hon hevur somuleiðis hug at brigsla kommunum fyri hendan trupulleikan, tí serliga Suðurstreymur hevur alt ov fá røktarheimspláss. Halla Samuelsen, for­ kvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar kommunu, kennir væl til trupulleikan og harmast almikið, at støð­ an er soleiðis, at Tórshavnar kommuna ikki megnar at nøkta tørvin við røktar­ heimsplássum. Tó heldur hon, at landið hevur gjørt ov lítið fyri at hjálpa til, soleiðis, sum tey eiga at gera. Hon leggur somuleiðis dent á, at Tórshavnar komm­ una fleiri ferðir hevur biðið um at sleppa at yvirtaka eldraøkið, og hava fingið noktandi svar hvørja ferð. ­ Eg haldi ikki mann skal ganga og skylda uppá hvønn annan, men kanska hevur landið prioritera skeivt í hesum førinum, sig­ ur Halla Samuelsen. Sum tó greiðir frá, at landið hevur játtað 12 milliónir til røktarheimið á Boðanesi. Langtíðarloysnir ávegis Hóast Rósa Samuelsen onga loysn hevur til trupul­ leikan á Landssjúkrahúsin­ um beint nú, nevnir hon fleiri langtíðarloysnir, sum eru ávegis. ­ Um eina tíð vera tilsam­ ans 72 nýggj røktarheims­ pláss klár, og av hesum vera 24 í Suðurstreymi, har tørv­ urin er størstur. Vónandi kann hetta verða við at loysa støðuna á Landssjúkra­ húsinum, greiðir Rósa Sam­ uelsen frá. Mann fær nokk ongantíð nøktað tørvin heilt, men meiningin er sjálvandi, at fólkini fáa tað, tey hava tørv á. Sambært Rósu Samuel­ sen, er tað ein trupulleiki, at hon hevur ov lítla játtan, til at kunna loysa trupul­ leikan. Men samstundis er politiski viljin, at kreppan ikki skal ganga útyvir borgaran. ­ Mann hevur í fíggjarlóg­ ini fingið nøkur ting uppá pláss. Eg kann játta Nær­ verkinum pening, so tey betri fáa loyst trupulleikan, men eg fái ikki flutt pening­ in júst, sum eg vil, greiðir almannamálráðharrin frá. Hon hevur sitið saman við Nærverkinum seinastu dag­ arnar, fyri at finna útav, hvussu peningurin verður best býttur á økinum hjá Nærverkinum, soleiðis at borgarin ikki fær eina verri tænastu. Arbeiða við fyribilsloysn Landsstýriskvinnan í al­ mannamálum greiðir somu­ leiðis frá, at tað hevði verið ynskiligt við eini fyribils­ loysn, nú trupulleikin er so akuttur. Tó veit hon ikki heilt hvussu hetta skal ger­ ast, men hon leggur dent á, at hon er í støðugum sam­ skifti við Nærverkið. Um­ framt, at hon og Hans Pauli Strøm, skulu tosa saman um tingini. Tí mann ikki kann gera nakað tilvildarliga fyribilsloysn. Spurd um tað ikki hevði verið lættari, um eitt lands­ stýrisfólk til bæði ráðini hevði verið betri til júst hendan trupulleikan, noktar hon blankt. ­ Eg og Hans Pauli Strøm hava eitt gott samstarv, og vit hava fleiri felags­ funktiónir, so eg dugi ikki at síggja nakran trupulleika, sigur Rósa Samuelsen. Hans Pauli Strøm, heilsumálaráðharrin, leggur stóran dent á, at støðan á Lands­ sjúkrahúsinum er ótolandi, og tí má ein loysn finnast beinanvegin. Orsøkin til hetta, er, at um­ byggingar skulu fara í gongd á Landssjúkra­ húsinum tíðliga í vár, og tá má hesin trupul­ leikin við frískum á sjúkrahúsinum vera loystur Heilsuverk Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo ­ Landssjúkrahúsið eigur ikki at hava til uppgávu at røkja frísk fólk. Hetta er ein ólukkulig støða, sum vit mugu loysa sum skjótast, sigur Hans Pauli Strøm. Hann greiðir somuleiðis frá, at heimarøktin hevur havt ein trupulleika at fáa neyðugu játtanina. ­ Tey arbeiða alla tíðina. Alt døgnið, hvønn dag í árin­ um. Men tá mann tosar um fíggjarlóg sær mann, at heimarøktin hevur fingið eina og tepra játtan, metir Hans Pauli Strøm. Hann legg­ ur afturat, at hann á ongan hátt fer at siga, at Rósa Sam­ uelsen ikki hevur verið nóg røsk at útvega sær pening. Ein ónd ringrás Hans Pauli Strøm metir, at mann er í einari óndari ring­ rás, sum ger støðuna á Landssjúkrahúsinum ótol­ andi. ­ Hetta er ein stórur trupulleiki, sum hevur ótol­ andi fylgjur fyri øll, sum eru innvolveraði í málinum. Har meini eg eisini við tey avvarðandi, sum ikki vita síni livandi ráð í hesi van­ lukkuligu støðu, sum bara er vorðin verri, síðan barakk­ in varð afturlatin, staðfestir Hans Paulis Strøm. Sjúkrahúsið gjørt sítt Fyrr hevur Nærverkið leiga seg inn í barakkina fyri fimm milliónir um árið, men frá 1. januar í ár, gavst hetta samstarv. ­ Landssjúkrahúsið hevur latið tær fimm milliónirnar aftur til Nærverkið, og tað skal alt annað líka betra um støðuna hjá Nærverkinum, vísir heilsumálaráðharrin á. Hann leggur afturat, at aft­ urlatingin av barakkini hev­ ur gjørt trupulleikan enn verri, har mann misti hesi tíggju plássini, sum vóru í barakkini. Somuleiðis vísir hann á, á sama hátt sum øll onnur í málinum, at barakkin ikki kann latast uppaftur, tí hon skal nýtast til onnur enda­ mál, tá umbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer í gongd í vár. Kendi til trupulleikan Hans Pauli Strøm greiðir frá, at Landssjúkra­ húsið gjørdi vart við henda stóra trupulleika fyri jól, men tá var ikki møguleiki at taka málið upp, tí fíggj­ arlógin var fyri. Men hann sigur seg skula á fund við sjúkrahúsið í morgin, har mann skal tosa um ymiskar møguleikar fyri útslúsing av liðugtviðgjørdum sjúk­ lingum, tí trupulleikin hjá leiðsluni á Landssjúkra­ húsinum er, at ongin er at taka ímóti hesum liðugt viðgjørdu sjúklingunum. Tí serliga Suðurstreymur manglar røktarheimspláss. ­ Í fyrstu syftu mugu vit finna útav, hvørjir møgu­ leikar eru, men tað er eyð­ sýnd, at ein loysn má finnast beinanvegin. Evsta mark er tá umbyggingin av Lands­ sjúkrahúsinum fer í gongd, men hetta eigur ikki at taka so langa tíð, sigur Hans Pauli Strøm. Mugu finna útav onkrum ­ Eg og Rósa Samuelsen mugu syrgja fyri, at ein loysn verður funnin, tí vit hava skyldur mótvegis okk­ ara borgarum. Og tað kann heldur ikki loysa seg, at sjúkrahúsið verður nýtt til røktarheim, staðfestir heilsu­ málaráðharrin. Loysn til sjúkra­ húsið má finnast beinanvegin Rósa Samuelsen hevur onga loysn Rætting Tá Sosialurin skrivaði um Landssjúkrahúsið megnaðu vit at fáa 4000 ferðir 3000 at geva 1,2 milliónir krónur. Hetta skal sjálvandi vera 12 milliónir krónur, sum Landssjúkrahúsið nýtir, til at hava frísk fólk liggjandi á Landssjúkrahúsinum. Hósdagin í seinastu viku skrivaði Sosialurin um, at Landssjúkrahúsið hevur ein so stóran trupulleika av frískum fólkum á staðnum, at ein leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur segði seg úr starvið, tí hon ikki kundi liva við støðuni. Hans Pauli Strøm heldur, at ein loysn má finnast beinanvegin Frísk fólk fylla sjúkrahús Útisetar kunnu fáast heimaftur Lisbeth Nebelong: Góð spariráð í kreppuni Ása Poulsen hevur sagt upp sum leiðandi sjúkrarøktarfrøði medisinska deplinum á Landssjúkrahú i ið vánaligu um t ð Síða 6 leiðari rýmir undan kaos Síða 2 Nr. 5 • Hósdagur • 8. januar 2009 • 83. árg. • Kr. 20,00 Síða 7 Rósa Samuelsen dugir ikki at síggja nakra loysn til trupulleikan beinanvegin, men heldur, at kommunurnar ikki hava gjørt nokk