Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 7 - 12. januar 2009 - Skulu vit fáa føroyingar at flyta heim aftur, so skulu vit ikki gera tað truplari. Tað er gaman í smálutir, at nøgdin av flytigóðsi verður avmarkað, men hetta sendir út skeiv signalvirði, sigur Ben Arabo ÚTISETAR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað verður tosað nógv í hesum døgum um, hvussu vit fáa føroyingar at venda heim aftur eftir loknan lesnað. Triði partur av kann­ ingini, sum Sjúrður Skaale tók stig til, at júst almanna­ kunngjørdur, og eisini Ben Arabo hevur eina meining um, hvat vit eiga at gera, fyri at fáa útisetarnar heim aftur. ­ Generelt havi eg lagt til merkis, at nógv verður tos­ að um at fáa útisetar heim aftur, og tað er sjálvandi gott. Men tað er bara øgiliga løgið, at samstundis sum man tosar um tað, so ger man í 2008 tað meiri trupult hjá útisetum at flyta heim aftur við einum lógarupp­ skoti, sum kom úr Fíggjar­ málaráðnum, og sum varð samtykt í Løgtinginum, og sum ger tað meiri møtimikið hjá útisetum at flyta heim aftur, sigur Ben Arabo. Tað, hann sipar til, er, at reglurnar fyri, hvat man kann hava heim við av flytigóðsi, eru broyttar. ­ Nú er hetta í sjálvum sær ikki nakað stórt ting, men signalvirðið er ikki til at taka feil av. Signalvirðið er tað, at tað skal avgjørt ikki verða lættari at flyta aftur til Føroya. Tað er eitt signalvirði um, at her ganga vit í ógvuliga trongum skóm, sigur Ben Arabo. Hann heldur, at tað er stórt spell, tí tað undir­ minerar øll tey føgru orðini, sum søgd verða. Ikki danskar loysnir ­ Tað er ein spurningur um signalvirði. Tá tú ger hetta í eini tíð, tá øll tosa um at fáa útisetar heim aftur og um, hvussu nógvir føroyingar ongantíð koma heim aftur. Bara tað, at onkur situr og smíðar lógir, sum ger tað truplari at koma heim aftur, sigur mær so mikið, at tað lekur millum teori og praksis, sigur Ben Arabo. Hann sigur, at tað ber ikki til at samanlíkna okk­ um við Danmark. ­ Tað ber ikki til at avrita danskar loysnir og flyta tær til Føroya. Ikki tí, man kann læra nógv av dønum, teir duga nógv ógvuliga væl og tað er eingin ivi um, at vit kunnu læra nógv um, hvussu teir skipa samfelag­ ið. Men hinvegin skal man ikki púra ókritiskt avrita alt, sigur Ben Arabo. Úr London situr Ben Arabo og hyggur heim og má bert ásanna, at tað verð­ ur ógvuliga nógv avritað úr Danmark og ført yvir til føroysku skipanina. ­ Danmark hevur jú heimsins størsta almenna sektor. Tað er sjálvandi eitt ríkt land í nógvar mátar, men um vit avrita tað í Føroyum, so endar galið, tí vit hava ikki inntøkugrund­ arlagið til tað. Tí haldi eg, at vit heldur eiga at fokus­ era upp á livilíkindini í Føroyum, sigur Ben Arabo. Livilíkindi Hann sigur, at tað er neyð­ ugt at hava samband út eftir, og at tað er neyðugt at fáa útisetarnar heim aftur, og at tað hevur serliga nógv at siga í hesum krepputíðum. Og so hevur tað eisini nógv at siga, hvussu livilíkindini eru, hvussu fólk hava tað yvirhøvur. ­ Eg var heima um jólini, og var ein túr á flogvøllinum, har børnini keyptu eina eskju av lakreds. Hon kost­ aði 80 krónur. Eg hugsaði við mær sjálvum, at eg taki synd í barnafamiljum. Tað eru slík ting, sum hava nógv at siga, tá tað kemur til, hvussu man klárar seg, sigur Ben Arabo. Hann sigur, at sjálvandi er kreppa um allan heim í løtuni, men tað er eingin orsøk til at falla í fátt kortini, og tað heldur hann heldur ikki, at fólk gera. ­ Tað er bara tað, at tá man ger nøkur tiltøk í Før­ oyum, so má man saman­ bera við øll grannalondini. Serliga í hesum tíðum, tá fleiri hundrað ungir før­ oyingar leita sær aðrastaðni enn Danmark at lesa. So má man minnast til, hvat hesi fólkini blíva von við, og hvussu man skal fáa hesi fólkini at koma heim aftur, sigur Ben Arabo. Senda út skeiv signal Ben Arabo heldur, at føroyingar senda út óheppin signal til føroyingar, sum æta at flyta heim aftur Stirvnar skipanir ­ Eg taki ofta synd í almennum stovnsleiðarum, tí vit hava eina stirvna skipan, sum avgjørt ikki stuðlar undir at verða sparsamur, og at gera rakstrarsparingar. Tað er slíkt, vit mugu hyggja upp á og koma til lívs, sigur Ben Arabo. Tað er eitt gott høvi at gera hetta nú, tá tað satsar at fíggjarliga, sjálvt um tað allarbesta hevði verið at gjørt tað í góðum tíðum, heldur hann. – Tað merkir eisini nógv fyri vinnuna. Vinnan kundi verið latin nakrar rationaliserings uppgávur ella nakrar KT­uppgávur. Tað er ikki nóg gott at avrita danskar skipanir ókritiskt, sigur Ben Arabo. Á ferð síni til Liberia hevur Jørgen Niclasen havt fund við útbúgv- ingarráðharran í land- inum, sum nýtti høvið at takka føroyingum fyri stuðulin, skrivar heimasíðan hjá uttan- ríkismálaráðnum ÚTlAndShjálp Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jørgen Niclasen, uttan­ ríkisráðharri, var leygar­ dagin á fundi við Joseph Korto, útbúgvingarráðharra í Liberia. Hetta í sambandi við at Føroyar stuðla skúla­ bygging í Liberia. Joseph Korto fegnaðist um ta hjálp, føroyingar hava veitt, og kunnaði um tørvin, landið hevur á útbúgving innan flest øll økir. Jørgen Niclasen, uttan­ ríkisráðharri, fekk staðfest, at útbúgvingarmálaráðið í Liberia góðkennir bæði lestrarætlanir og lærararnir á skúlanum. Harumframt hevur Jørgen Niclasen verið á fundi við Johnson N. Gjwaikolo, varauttanríkisráðharra, sum somuleiðis takkaði Føroy­ um og øllum føroyingum stórliga fyri stuðulin. Hann vísti á, at tað eftir fimtan ára borgarakríggj er sera umráðandi, at eisini borgarar í landinum, eins og ABC barnahjálp, taka stig til at byggja uppaftur landið. Johnson N. Gwaikolo boðaði frá, at Liberia ynskti at styrkja og víðka sambandid við Føroyar. ­ Vit kunnu nú staðfesta, at skúlabyggingin er um at vera liðug og somuleiðis hava vit fingið vissu fyri, at stuðulin Føroyar lata er fult í samsvar við politikkin hjá stjórnini um at byggja upp­ aftur landið, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkis­ málaráðharri. Liberia takkar Føroyum Uttanríkismálaráðharrin saman við ferðalagi Landið má yvirtaka oljuinnflutningin Magnus Tausen, formaður í Lærarafelagnum, fýltist í Skúlablaðnum harðliga á høgu oljuprísirnir í Føroyum. Hann vísir á, at onkur vinnur nógvan pening við at selja brennievni í Føroyum, men at fólkið má gjalda alla rokningina. Hann greiðir frá, at oljan hevur sera stóran týdning, bæði fyri flotan og fyri húsarhaldini, og at tey kunnu ikki liva við prísunum, sum eru. ­ Tí eigur oljuinnflutningur ikki at verða latin ússaligum privatum feløgum at taka sær av. Tað má verða politisk uppgáva hjá Føroyum at samráða seg fram til góðar avtalur við onnur lond um oljuveitingar, og so byggja so mikið stórar goymslur, at samfelagið kann hava kappingarførar prísir og nóg nógva olju niðurfyri. Privatu feløgni kundu so rikið oljusøluna og bensinstøðirnar.