mánadagur 12. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 7 - 12. januar 2009
Seinastu dagarnar
hava tilsamans sjey
línuskip landað í
Klaksvík, men nøgdir
nar eru smáar. Veiðan
hjá skipunum liggur
úr 30.000 pundum
upp í sløk 60.000 pund
Fiskiskapur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini í Klaksvík hava
verið inni og landað.
Túrarnir hava ikki allir
verið líka langir, men sum
heild
verður
sagt
frá
smáligum fiskiskapi.
Seinasta fríggjadag land
aðu tvey skip, og í dag
landa fimm skip.
Kvik og Fugltúgvan, sum
landaðu
fríggjadagin,
høvdu 30.000 pund í part.
Í dag eru so fimm skip
inni. Tey eru Klakkur við
54.000 pundum, Jákup B
við 57.600, Polarstjørnan
við 30.000, Grani við 37.200
og
Morgunstjørnan
við
sløkum 11.000 pundum.
Blandað veiða
Pól Fuglø, landingarfor
maður í Klaksvík, sigur, at
fiskurin hjá línuskipunum
er blandaður.
Av veiðini hjá Klakki er
umleið ein góður triðingur
toskur, meðan restin er
hýsa, brosma og annar
fiskur.
Hann vísir á, at hjá
onkrum skipi er umleið ein
helmingur av veiðini toskur,
og síðan eru fiskasløgini
blandað við eitt nú hýsu,
brosmu og øðrum.
Grani, sum hendan túrin
hevði sløk 40.000 pund,
hevur roynt á Íslandsrygg
inum, og hjá teimum var at
kalla øll veiðan toskur,
sigur Pól.
Sum skilst, hevur línu
skipið Helena verið á bed
ing í Klaksvík, men ætlandi
fer skipið avstað aftur í
morgin.
Eg vænti, at øll línu
skipini fara útaftur í morgin
og mikudagin, sigur land
ingarformaðurin.
Smálig veiða
Landingartølini siga okk
um, at línuskipini ikki hava
verið
í
nógvum
fiski.
Veiðan er sum heild smálig,
tó at fleiri túrar ikki hava
verið so drúgvir og seturnar
lutfalsliga fáar.
Veðrið seinastu dagarnar
hevur eisini verið óstøðugt
og heldur buldrasligt.
Nei, eg haldi, at línu
skipini sum heild lata illa at
fiskiskapinum hesar fyrstu
dagarnar av árinum, sigur
Pól.
Fiskaprísurin hevur eisini
verið órógvaður av markn
aðarviðurskiftunum
og
keypiorkuni hjá føroysku
fiskavirkjunum, men land
ingarformaðurin
heldur
ábendingar vera um, at prís
irnir nú eru á veg uppeftir
aftur.
Tað merkist
Síðan
jólaog
nýggjárs
høgtíðina hevur lítil útróður
verið í Klaksvík, men fyrra
partin í síðstu viku vóru
nakrir bátar úti.
Pól heldur annars, at
fiskiskapurin hjá bátunum,
sum hava verið onkran túr í
ár, hevur verið brúkiligur.
Spurdur um tað merkist,
at teir seks trolararnir, sum
Maru Seafood hevði, nú
ikki longur eru partur av
fiskiskipaflotanum í Klaks
vík, sigur hann:
Jú, tað merkist væl, og
vit kunnu bara harmast um
støðuna, soleiðis sum hon
er vorðin.
Pól
Fuglø,
landingar
formaður, sigur, at munandi
minni landing hevur verið á
Kósini, og seinni seldir á
tvingsilssølu í fjør heyst.
- Tað merkist týðiliga, at
teir seks partrolararnir
ikki longur eru partur
av skipaflotanum í
Klaksvík, sigur landingar-
formaðurin, Pól Fuglø
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskiskapurin hjá línuskipunum er smáligur. Av
teimum fimm skipunum, sum landa í Klaksvík í dag,
hevur Jákup B størstu nøgdirnar, 57.600 pund
Mynd: Vilmund Jacobsen
Maersk undir ákæru í Kina
Korruptión, arbeiðsumstøður, sum eru vandamiklar fyri heilsuna, og mannminkandi arbeiðsreglur eru
gerandisdagur hjá teimum, ið starvast hjá A.P Møller, byngjufabrikkini hjá Maersk í Kina. Tað er manna
rættindafelagið Globalization Monitor, sum hevur kastað ljós á arbeiðsumstøðurnar hjá kinesiska starvs
fólkinum hjá Maersk. Tað skrivar Politiken. Sambært rapportini líða starvsfólkini av lungnatrupulleikum
orsakað av nógvum støvi, hoyriskaðum orsakað av ov nógvum larmi, og tey verða kropsliga straffað, um
tey ikki akta boðini frá yvirfólkinum. Og fara tey í verkfall, er ógvuliga sannlíkt, at tey missa arbeiðið.
Korruptiónin hjá millumleiðarum er stór, og teir gjalda seg til hægri leiðarastørv, verður sagt í rapportini.
Stjórin á bingjuverksmiðjuni vísir ákærunum aftur, og sigur, at umstøðurnar eru nógvar ferðir betri hjá
Maersk enn tey eru á øðrum verksmijum í Kina.
Ikki færri enn seks
ísfiskatrolarar land
aðu í Saltangará
leygardagin, og hetta
hevði við sær, at heili
18 mans vóru til
arbeiðis á landingar
miðstøðini í Saltang
ará í vikuskiftinum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá arbeiðsorkan er stór, og
væl verður skipað fyri, letur
nógv seg gera, tá neyðugt
er at taka tøk.
Soleiðis var í Saltangará í
vikuskiftinum.
Fríggjadagin og leygar
dagin landaðu ikki færri
enn 10 ísfiskatrolarar í Salt
angará. Allir høvdu nógvan
fisk, og hetta merkti, at
neyðugt var við nógvum
fólki til arbeiðis á landing
armiðstøðini í Saltangará.
Landað varð við trimum
holdum, har 4 eru í hvørjum
holdi, umframt menn í
krana og á trucki.
Soleiðis
telir
hvørt
landingarlið tilsamans seks
mans, og á trimum liðum
eru teir tá 18 í tali.
Nógvur fiskur
Fríggjadagin
landaðu
leirvíkstrolararnir, Polarhav
og
Stjørnan,
umleið
350.000 pund og Jaspis og
Ametyst 220.000 pund.
Leygardagurin var hin
stóri dagurin. Tá vóru ikki
færri enn seks skip inni, øll
við nógvum fiski.
Skipini,
sum
hendan
dagin høvdu størstu nøgd
irnar, vóru Heykur og
Falkur, sum høvdu stívliga
400.000 pund tilsamans.
Hini bæði pørini hjá
Faroe Seafood, Stelkur og
Bakur og Rókur og Lerkur,
høvdu ávikavist 320.000
pund í part.
At kalla øll veiðan hjá
ísfiskatrolarunum er upsi.
Váðasteinur landar
Á
landingarmiðstøðini
verður ikki roknað við tí
nógva í hesi vikuni, nú allir
partrolararnir hava verið
inni.
Væntandi
er
tó,
at
línuskipið
Váðasteinur
kemur inn at landa.
Teir hava roynt á Íslands
rygginum, og væntandi er,
at Váðasteinur fer at hava
stívliga 50.000 pund, tá teir
koma inn at landa.
Nógv landing í Saltangará í vikuskiftinum
Fríggjadagin og leygardagin
landaðu 10 ísfiskatrolarar í
Saltangará
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskip smáligan fiskiskap