mánadagur 12. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 7 - 12. januar 2009
Seinastu dagarnar
hava fleiri fólk fingið
ein sms, sum sigur
seg vera frá Nokia. Í
sms’inum verður sagt,
at tú hevur vunnið
110.000 bretsk pund.
Men hetta er Spam,
ávarar Føroya Tele.
ÁVARING
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Síðan 4. januar hava alsamt
fleiri føroyingar fingið eitt
undarligt sms sendandi frá
einum útlendskum numm
ari. Í smsinum stendur
soleiðs:
»Congrats! Your mobile
no. Has won 110,000 GBP
on this year Nokia mobile
reward scheme. To claim
call
+447045757280
or
email: claims_nokia@live.
co.uk«
Tað byrjaði tann 4. januar,
tá 55 slík smsir komu til
landið. Síðan vakst tað til
137 dagin eftir, og víðari til
241 tann 6., 204 tann 7.,
101 í gjár og 159 smsir í
dag klokkan 13.59.
Tað sum mest sannlíkt
hendir, tá tú ringir til hetta
nummarið, er at tú verður
beindur inn á onkra tænastu,
sum so kostar tær eina rúg
vu, og sum brotsmennirnir
vinna pening við.
Teir fyrstu dagarnir sær
tað út, sum tað kemur frá
TDc men eftir 6/1 bleiv tað
broytt til india. Hetta er nøk
ur følsk nummur, so tað er
næstan ómøguligt at finna
fram til teir í senda tað, men
tað sum vit vanliga gera er
at taka hetta upp við veitar
an sum teir brúka, sigur Jan
Mortensen frá Føroya Tele
Vit hava sostætt fejl
melda hetta til TDC í Dan
mark. Vit vilja víðari meta
um vit skulu lukka fyri tí
veitarinum, sum SMSini
koma frá. Vansin er, at man
eisini lukkar fyri øllum ørð
um SMS og møguliga roam
ing/reiking
samtalum
í
koma frá tí veitarinum,
greiðir hann frá.
Jan Mortensen greiðir
eisini frá, at hetta ikki hevur
verið nakar stórur trupul
leiki higartil, men at tað er
ein vaksandi trupulleiki, og
at
Føroya
Tele
hava
umhugsað at gera íløgu í
eitt »spam« filtur til teirra
smssentral í 2009.
Heath Ledger vann Golden Globe
Í gjárkvøldið var árliga Golden Globe handanin, og sum væntað fekk Heath
Ledger, sáli, eina heiðursløn fyri sín leiklut sum Jokarin í Batmanfilminum
”The Dark Knight”. Christopher Nolan, sum stjórnaði filminum, tók ímóti
prísinum til Ledger, og hann staðfesti, at við deyða Legders er eitt stórt gapan
di hol rivið í framtíðina hjá biografunum. Kate Windslet vann tvær heiðursløn
ir fyri hjáleiklutin í ”The Reader” og fyri høvuðsleiklutin í ”Revolutionary
Road”. Mickey Rourke gjørdi comeback, tá hann fekk ein Golden Globe fyri
sín høvuðsleiklut í ”The Wrestler”. ”VickyCristinaBarcelona” varð kosin
besta komedia, men heilt stóri vinnarin gjørdist bretski filmurin ”Slumdog
Millionaire”, sum fekk fýra prísir.
Sviar høvdu valt broyting
Var val til svenska Ríkisdagin í dag, høvdu sviar fingið eina
sosialdemokratiska miðvinstrastjórn. Meiningakanningar í
seinastuni hava víst, at tað gongur niður á bakka hjá teimum
smáu flokkunum á høgravonginum, og at ein teirra, Kristen
demokratarnir, høvdu rokið út úr Ríkisdegnum, var val nú.
Hinvegin hava teir smáu flokkarnir vinstrumegin miðjuna
framgongd, og sambært teirri seinastu meiningakanningini
eru vinstraflokkarnir umleið sjey prosentstig framman fyri
flokkarnar høgrumegin miðjuna.
Spam við far
telefonum
gera um seg
Fríggjadagin 16. janu
ar 2009 verður fram
sýning í Smiðjuni í
Lítluvík við Anniku
Hjalt Jacobsen.
Hetta er fyrsta almenna
framsýningin, sum Annika
hevur einsamøll. Fyrstu
ferð vit sóu málningar henn
ara, var á Sandi í juli 2006.
Hetta var sera væleydnað, tí
allir málningarnir vórðu
seldir. Annika, sum málar
akrýlmálningar, hevur eisi
ni sýnt fram á sølustevnu
hjá B71 á Sandi og á Ólav
søkuframsýningini
hjá
Lions Club í 2008.
Málningaframsýningin
hjá Anniku Hjalt Jacobsen
fer av bakkastokki fríggja
dagin 16. januar kl. 15 og
heldur fram til mánadagin
19. januar 2009.
Annika í Smiðjuni
TíðINdAskRIV
Feløgini í Samtak heita á
landsstýrið og serliga for
mannin í Javnaðarflokkinum
um at leggja allar ætlanir
um bústaðarskatt til viks.
Bústaðarskattur fer at raka
skeivt og fer at tyngja ser
stakliga nógv um hjá fólki
við lágum og meðalinntøk
um, hjá barnafamiljum,
pensjónistum og fólki, ið
nýliga hava sett búgv.
Bústaðarmynstrið í Før
oyum hevur verið, at flest
øll hava síni egnu sethús.
Húsini kunna metast sum
meir enn bara ein bústaður
hetta er heimið, sum
familjan við bit og slit
hevur stríðst fyri. Peningur
in, ið latin verður fyri húsini
er skattaður, mvg verður
rindað av tilfarinum, rindað
verður
fyri
grundstykki
o.s.fr – hetta skuldi verið
nóg mikið.
Samtak metir hugsanina
handan bústaðarskattin vera
grundleggjandi skeiva at
seta í verk í Føroyum. Hetta
hevði eisini verið serstakliga
tyngjandi fyri tey, ið ikki
hava fastar javnar inntøkur
gjøgnum árið.
Samtak heitur heldur á
landsstýrið um at skipa
bústaðarmarknaðin betri, at
tryggja fólk, ið seta búgv, at
seta eina leigulog í gildi, at
seta treytir við meklaravirk
semi og ikki minst at leggja
uppskot fram um lutaíbúðir.
Hetta eru tiltrongdar broyt
ingar, ið kunna vera við til
at kollvelta føroyska bústað
armarknaðin, sum í dag er
merktur av, at tað eru alt ov
fá rættindi til keyparar og
leigarar, og at fólk í veru
leikanum hava lítið og einki
val, tá ið tey seta búgv.
Bústaðarskattur er ikki
loysnin.
Nei takk til bústaðarskatt
Stríðið um starvsfólk
ið í Kringvarpinum
harðnar alsamt og
bakkar leiðslan í
Kringvarpinum ikki
fyri Starvsmanna
felagnum, er ógvuliga
sannlík, at Kring
varpið verður stevnt
kRINGVARpIð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bakkar leiðslan í Kringvarp
inum ikki fyri Starvsmanna
felagnum, er tað ógvuliga
sannlíkt, at Kringvarpið
verður stevnt.
Tað
staðfestir
Selma
Ellingsgaard, forkvinna í
Starvsmannafelagnum.
Stríðið um starvsfólkið í
Kringvarpinum
harðnar
alsamt og nú er tað komið
hartil, at Starvsmannafelag
ið hevur sett Kringvarpinum
treytaleys krøv.
Í fyrra lagi hevur Starvs
mannafelagið
kravt,
at
Kringvarpið
afturkallar
ætlanarskrivini um at siga
sjey starvsfólkum, sum eru
limir í Starvsmannafelag
num, upp.
Samstundis setti Kring
varpið ein journalist í starv
nýggjársaftan og Starvs
mannafelagið krevur eisini,
at tann starvssetanin verður
ógildað.
Hinvegin hevur Kring
varpið tvíhildið um, at onki
skeivt er farið fram og allar
ásetingar eru hildnar og at
tað eru sparingar, sum eru
orsøkin til uppsagnirnar.
Somuleiðis
staðfestir
Kringvarpið
at
ætlaðu
sparingarnar og tað, at ein
journalistur er settur, kunnu
ikki samantvinnast.
Journalisturin er settur
tí at eitt starvsfólk á Degi &
Viku segði seg úr starvi í
november mánaða, hevur
stjórin í Kringvarpinum
sagt.
Onki grundarlag
Starvsmannafelagið er av
teirri ivaleysu sannføring,
at haldgott grundarlag er
ikki fyri uppsagnunum.
Kringvarpið hevur ført
fram, at uppsagnirnar eru
neyðugar fyri at spara, men
okkara áskoðan er, at upp
sagnartíðin er so long, at
lítil og ongin sparing stendst
av uppsagnunum.
Hinvegin hevur Kring
varpið onki gjørt fyri at kan
na eftir um tað ber til at
sleppa undan uppsagnum
við at bjóða fólki at arbeiða
parttíð ella við at gagnnýta
ásetingarnar í eldrapolitikk
inum í sáttmálanum nakar.
Talan kann eisini verða
um nátúrliga frágongd í ein
um ári.
Eisini hevur Kringvarpið
sett nýtt fólk í starv, sam
stundis sum arbeitt verður
við at siga átta fólkum upp,
hóast vit heittu á leiðsluna
um at lata vera við at seta
starvið.
At nýtt fólk verður sett,
samstundis sum arbeitt verð
ur við uppsagnum, vísir, at
tørvur er ikki á at siga fólki
upp fyri at spara.
Tá ið hetta nýggja fólkið
varð sett, varð starvið bara
lýst á heimasíðuni hjá
Kringvarpinum og tað held
ur Starvsmannafelagið ikki
er nøktandi.
Treytin er, at øll størv
skulu lýsast leys og tí halda
vit, at tað er sáttmálabrot, tá
ið eitt starv bara er lýst á
heimasíðuni hjá Kringvarp
inum.
Tað er eisini sáttmálabrot
og brot á almenna setanar
politikkin, at álitisfólkið á
stovninum ikki hevur fingið
málið til ummælis og skal
vera við í setanarbólkinum.
Stevna
Selma Ellingsgaard stað
festir, at Starvsmannafelagið
góðtekur
undir
ongum
umstøðum at sáttmálin verð
ur brotin, uttan at tað fær
avleiðingar
Tað er eitt ógvuliga prin
sippielt mál fyri okkum,
leggur hon afturat.
Forkvinnan
í
Starvs
mannafelagnum sigur, at
hesin spurningurin er so
prinsipiellur, at felagið vil
ikki lata hetta fara afturvið
borðinum.
Men um talan verður at
seta tiltøk í verk ímóti
Kringvarpinum, vil hon
ikki siga nakað um enn.
Hinvegin staðfestir hon,
at slakar Kringvarpið ikki,
er tað ógvuliga sannlíkt, at
Starvsmannafelagið fer at
stevna Kringvarpinum.
Sigur tú við hesum, at
Starvsmannafelagið hevur
gjørt av, at fær tað ikki við
hald, verður Kringvarpið
stevnt?
Tað er í øllum førum
ógvuliga sannlíkt. Vit eru
sannførd um, at vit hava
rættin á okkara síðu so vit
fara at gera alt, sum stendur
í okkara makt fyri at fáa
okkara rætt, sigur Selma
Ellingsgaard.
Endar hetta við stevning,
verður kravið í fyrra lagi, at
setanin nýggjársaftan, tá ið
nýggjur journalistur varð
settur, verður ógildað.
Ì øðrum lagi verður krav
ið, at uppsagnirnar verða
tiknar aftur.
Selma Ellingsgaard sigur,
nú fara teir sjey limirnir,
sum ætlanin er at siga upp,
at geva sítt svar upp á
ætlanarskrivini og har verð
ur fyrivarni tikið fyri at fara
víðari við málinum.
Endar tað við, at talan
verður um stevning og at
vit fáa viðhald í, at uppsagn
irnar eru ógrundaðar, veður
sjálvandi eisini talan um at
krevja endurgjald, sigur for
kvinnan í Starvsmannafe
lagnum.
Kringvarpið verður stevnt
Stríðið um Kringvarpið
harðnar og tað er ógvuliga
sannlíkt, at posturin kemur
við eini stevning fyrsta dagin,
sum kann fáa víttfevndar
avleiðingar fyri stovnin