Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2009 11 Danmark hevur fingið ta undarligu lagnu at vera eitt satt feitilendi hjá føroysk­ um loysingarmonnum. Vit hava havt ørgrynni av sam­ anbitnum føroyskum parti­ sanum, sum hava søkt sær skjól og trygd í tí brosandi danska idyllinum, meðan teir miðvíst hava strítt fyri føroyskari loysing frá so­ nevndari danskari kúging. Ein av okkara mest aktivu og stálsettu donsku loysingarmonnum er fyrr­ verandi grannskoðari og løgmaður, harra Jógvan Sundstein. Hann situr nú kúrrur við tann vakra Ise­ fjørðin í Holbæk og berjist manniliga fyri føroyskari loysing, alt meðan hann afturvið roynir at revidera sína egnu politisku fortíd! Hetta er hansara demo­ kratiski rættur, men tað er kortini ótrúligt, at hann troystar sær! Tann mytan, sum ábyrgd­ arleysir og óvitandi fjøl­ miladreingir saman við føroyskum poltiskum fantastum royndu at skapa um danska konspiratión móti føroyskum penga­ stovnum í 90´unum varð effektivt punkterað m.a. av Rikard Mikkelsen, Astrup og fleiri í síni tíð, men kort­ ini roynir J.S. nú einaferð enn (í Sosialinum 5/1­ 2009), uttan nakra doku­ mentatión at válka sær í núverandi fíggjarkreppu við at postulera, at ”Færø­ gruppen” við vilja skuldi hava roynt at forkomið Sjóvinnubankanum í 1992! Tann treiska lygnin Hetta er loddrøtt lygn! Sundstein kann ikki við einum komma prógva sítt postulat. Sjálvt tann skelk­ aði Birgir Danielsen mátti erkenna, at Sjóvinnubankin var eitt totalt og vónleyst trotabúgv í 1992, og hann handladi eisini hareftir, men nú roynir J.S. aftur at blása lív í mytuna um, at ”illavorðnir” danskarar skuldu noyða Sjóvinnu­ bankan til fallit! Hetta er konspiratoriskt tvætl og hartil ein álvarsom krimi­ nell ákæra móti fleiri danskarum, sum enn eru á lívi! Nei Sundstein, Sjó­ vinnubanka­fallittið skuldi ikki framprovokerast; tað kom heilt av sær sjálvum, av tí, at bankin hvørki hevði likviditet ella solvens! Men fyrrverandi politikarar, sum fortvivlað ir royna at bjarga sær eitt betri eftirmæli blíva ofta við at trútta og træta, og hetta hevur verið lagið hjá Jógvani Sundstein líka síδani ta famøsu bankakreppuna í 90´unum. Hann hevur bæði í bók og bløðum roynt at bagatellisera, sminka og káva útyvir sín politiska passivitet og sítt finansiella talentloysi. Men hvørki hansara mongu greinir, hansara fyrilestrar í Dan­ mark ella hansara politi­ serandi slagsíðu­bók hava enn dokumenteraδ nakran av hansara sjáldsomu pá­ standum, og tí má hansara journalistiski aktivitetur, nú hann er rýmdur til Danmarkar mest roknast sum desperat søgulig eftirrationalisering og persónlig terapi. Men tað klæðir honum illa at sita í sínum lýggja danska otium og kasta runubløk eftir Danmark. Men hann skal kortini vera vælkomin her, og vit donsku skattaborgarar, sum hýsa honum, hava ikki heilt sørt av nostalgiskari samkenslu við honum. Ótroyttiligur marathonmeistari í eftirrationalisering Virgar T. DalsgaarD Hetta má sigast at verða niðurstøðan, nú landsins leiðsla hartar tey, sum hava borðreitt við tí grind, sum onnur við kravi frá somu myndugleikum, hava veitt. Føroya Landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind. Landsstýrið kann tí eisini áseta bráðfengis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum, tá hetta verður hildið neyðugt. Hetta bann hevur lands­ stýri ikki sett. Og tí hevur bátur, sum sær grind framvegis skyldu beinanvegin, at hava upp á mastur og um tilber boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møgu­ ligt forboð fyri at drepa grind. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt. Tvs boðað verður sýslumanninum frá. Alt hetta er ásett í kunn­ gerð um grind, sum kom í gildi fyri 10 árum síðani. Eisini er greitt ásett í somu kunngerð, hvussu grindin skal skiftast og leggjast út. M.a eiga Kommunustýrini ella aðar samskipanir, at skipa fyri, at seðlarnir uppá heima­ partar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi/samskipanini sum skjótast. Nú verða leiðslurnar fyri sjúkrahúsini hartaðar fyri at geva sjúklingum grind og spik. Tá ið tey á sjúkrahús­ unum skulu áleggjast ser­ ligar reglur fyri borðreiðing av grind og spik, so skal tað væl skiljast, sum at hesi, sum eru innløgd, hava eina lægri immunverju enn onnur. Og tí skal matgerð á sjúkrahúsi gerast við ser­ ligum umhugsni. Tá sjúkrahúsini verða hartaði, eiga kommunurnar so ikki eisini at taka hædd fyri teimum borgarum, sum hava eina lægri immunverju enn onnur. Kommunurnar eru í kunngerð álagdar at geva fólkinum sín part av grindini. Hvat so við teim­ um gomlu og óhjálpnu, og øllum teimum, sum hava eina ella aðra diagnosu ( nú eru ikki nógv eftir) skulu tey so ikki fáa sín part av grindini, og hvat við teim­ um gomlu á ellis og røktar­ heimum og á sambýlum kring landið. Og hvat við barnagørðum og øðrum almennum stovnum, sum javnan borðreiða við heit­ um mati. Skulu hesi heldur ikki hava sín part av grindini. Eg skilji óalmindiliga væl, at Hans Pauli Strøm hevur virðing fyri teimum tilmælum sum koma frá heilsufakkunnleikanum. Men eg haldi eisini, at reakiónin hjá Hans Paula Strøm móti leiðslunum á teimum tveimum sjúkra­ húsunum, krevur eina víðari viðgerð av allari kunngerðini um grindadráp. Tað er í øllum førum í andsøgn, at sama lands­ stýri, sum átalar tey, sum borðreiða við tvøsti og spiki, heldur fast um eina kunngerð, sum krevur at sædd grind verður veidd. Høvuðstreytin fyri veiðu av djórum er væl saktans, at tey verða etin. Vit fáa átalu fyri at eta ta grind, vit eru áløgd at veiða! anniTa á Fríðriksmørk Her er eitt ræðandi ekkó av tøgn frá einum sy­ stemi, ið situr og bíðar. Hvør tryggjar okkara vinnuligu og samfelags­ ligu áhugamál í sam­ bandi við bankapakkan? Um landsstýrið arbeiðir við hesum, so er tað sera undrunarvert, at flokk­ arnir í Løgtinginum ikki hoyra eitt kis um málið Ímeðan danski búskapar­ málaráðharrin, Lene Espersen, nú er farin undir samráðingar við donsku flokkarnar um sonevnda bankapakka II, frætta politisku flokkarnir her heima hvørki orð ella eið. Løgmaður segði í nýggj­ ársrøðuni: “Málið er, at peningastovnarnir eisini fáa møguleika at gerast partur av næsta bankapakkanum, har umhugsað verður at seta 100 milliardir í fíggjar­ kervið, fyri at fáa gongd aftur á búskapin”. Hvat er tað, sum verður gjørt frá føroyskari síðu? Er uppskriftin fyri at fáa føroyska búskapin í gongd veruliga hin sama, sum fyri danska búskapin?? Løgmaður tosar sum um Føroyar eru fult integrer­ aður partur av danska búskapinum. Hetta er vandamikil tankagongd, tí føroyski búskapurin er munandi øðrvísi saman­ settur enn tann danski. Føroysku bankarnir eru fáir í tali og treytir, ið fara at verða settar bankunum, hava ikki somu ávirkan á føroyska bankakervið og harvið okkara vinnulív, sum á tað danska. Er tað klókt? Løgmaður og landsstýris­ maðurin í fíggjarmálum mugu greiða Løgtinginum og Føroya fólki frá, um og hví tað er skilagott at gerast partur av tí næsta danska bankapakkanum. ­ Á hvønn hátt verður tikið atlit til føroyska bankakervið og føroyska búskapin? ­ Á hvønn hátt fer danski bankapakkin at tryggja føroyskum fyri­ tøkum atgongd til kapital? Hetta seinasta má vera aðalendamálið við einum trygdarnetið undir før­ oysku vinnuni. Okkum tørvar ikki eina skipan, sum bara bjálvar bankar­ nar, men eina, sum veru­ liga tryggjar væl riknum fyritøkum atgongd til neyðugan kapital, so hesar ikki noyðast at niðurlaga sítt virksemi ella í ringasta føri fara á húsagang. Kann tað hugsast, at tað er betri at tryggja okkara fyritøkum atgongd til kapital á ein heilt annan hátt – til dømis gjøgnum eina føroyska skipan fyri útflutningskapitali? Manglandi ávirkan og opinleiki Landsstýrið var ikki partur av fyrireikandi arbeiðinum við fyrra bankapakkanum (hóast løgmaður pástóð tað øvugta). Er veruleikin – enn einaferð – at lands­ stýrið als ikki eru við í fyrireikandi arbeiðinum, og harvið kann tryggja, at skipanin kann brúkast hjá okkum? Í desember skrivaði løgmaður til danska stats­ ministaran: “landsstyret er nu gennem pressen blevet opmærksom på, at den danske regering er i færd med at forberede endnu en bankpakke, der skal komme de mere veldrevne banker til undsætning”. Orðini siga søguna um eitt landsstýri, sum ikki fær heilt grundleggjandi kunning frá dønum, men kortini tykist leggja okkara búskapar­ og vinnupolit­ isku framtíð í teirra hendur! Politisk viðgerð bráðneyðug Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur biðið um at sleppa til samráðingar við danska búskaparmála­ ráðharran um bankapakk­ an. Men úr landsstýrinum er framvegis sigandi tøgn. Málið varð, sambært heimasíðu løgmans, ikki viðgjørt á fyrsta lands­ stýrisfundin í ár. Málið stendur ikki á skrá fyri komandi løgtingsfundirnar. So vit noyðast øll at fylgja við í donsku pressuni fyri at finna útav, hvussu leikur fer við bankapakkanum. At tryggja, at vinnu­ hjólini ikki steðga upp, er týdningarmesta politiska avbjóðingin í løtuni. Vit tosa um okkara búskap­ arligu framtíð. Fari tí inniliga at heita á løgmann um at taka stig til eina breiða politiska viðgerð av málinum sum skjótast. Talandi tøgn um bankapakka II løgtingskvinna BjørT samuelsen viðmerkingar