mánadagur 12. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 12. januar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Prógv
Tann 29. novembur 2008
fekk Rani Djurhuus
Jakobsen prógv sum
bachelor í Business
Management &
Administration frá
University og Sunderland.
Prógv
Rógvi Absalonsen hevur 17.
desember 2008 tikið prógv
sum Master of Science in
Culture and Society við
London School of Economics
and Political Science (LSE).
Týsdagin 13. januar rundar
Kaj Pauli Mortensen tey
seksti.
Kaj er føddur hin 13. jan
uar 1949 á Brekkunum í
Trongisvági. Hann er sonur
Frits og Henrikku Morten
sen.
Hann gekk í skúla á Tvør
oyri, og sum 15 ára gamal
fór hann í summarfrítíðini
til skips fyri fyrstu ferð við
Westward Ho. Hetta kveikti
áhugan hjá honum fyri sjó
num, og eftir at hava siglt
við ymsum bátum m.ø. við
Gudmundi av Tvøroyri sam
an við pápa sínum, fór hann
til Havnar á navigatørskúla
og gjørdist skipsførari á
jólum 1972. Hann fór at
sigla úti í stóru verð, til
hann í 1976 gjørdist fyrsti
skipari umborð á nýggja
vaktar og bjargingarskipin
um Tjaldrið.
Í 1984 fór Kaj upp á land
at arbeiða fyri landsskúla
fyrisitingina. Tó slepti hann
ikki sambandi við fiskivinn
una, tí hann arbeiddi burtur
av innan fiskivinnuøkjum.
Hann hevur arbeitt í Fiski
málaráðnum í nógv ár, bæði
sum fulltrúi og aðalstjóri í
fiskivinnumálum, og arbeið
ir hann í dag í Uttanríkis
ráðnum. Í hesum sambandi
er hann komin víða runt í
heiminum, tá fiskivinnu
samráðingar hava staðið á
skránni.
Kaj er giftur við Sigrun
Mortensen, f. Jacobsen, úr
Havn á 35 ári og saman
eiga tey 4 børn og eitt abba
barn.
Kaj verður burturstaddur
á 60 ára degnum.
Dagurin
12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist
munkur í Köln, men varð myrdur sv steinhøggar
unum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í
arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum
merkir tann, sum hevur vald á Gudum
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Trongisvágsingur
í Havn 60 ár
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
góði maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Kristian Martin Johannessen
vanliga nevndur Kristian í Miðstovuni á Sandi
andaðist á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 9. januar,
91 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
týsdagin 13. januar kl. 12.30.
Fyri tey avvarðandi
Minni, Ásvør og Tórur
Í Sosialinum hósdagin 12.
januar 1989 sigur sigur
Sune Joensen, stjóri á Før
oya Brunatrygging, at talið
av skaðum eftir jólaódnina
21. og 22. desember í 1988
er komið upp um 2000.
Hann vísir á, at fyribils
metingin um at skaðarnir
fara at kosta 50 milliónir,
als ikki fer at halda. Hann
roknar við at talið verður
nógv hægri.
Blaðið skrivar eisini, at
ruddingin av viðarlundunum
er byrjað. Viðarlundirnar í
Havn, Hoydølum, Selatrað
og Kunoy hava fingið sera
stóran skaða. Landsskógar
vørðurin, Tróndur Leivsson,
metir at tað eru átta ársverk
hjá vonum fólki at rudda,
umvæla og planta afturí
aftur.
Fyri 20 árum síðan:
Skaðar fyri
yvir 50
milliónir
Skaðar fyri yvir 50
milliónir hendu í
jólaódnini í 1988
Viðarlundirnar
kring landið
fingu stóran
skaða