mánadagur 12. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 7 - 12. januar 2009 ]
Chelsea-spælarar purraðir út
Klokkan var ikki meira enn 7 sunnumorgunin, tá ið spælararnir hjá
Chelsea, sum búðu á gistingarhúsi í Manchester, vórðu purraðir út.
Orsøkin var, at ein brandalarmur fór í gongd, og so máttu allir gestirnir av
hotellinum. Chelsea-spælararnir máttu bíða í 50 minuttir, áðrenn teir
sluppu inn á gistingarhúsið aftur – ikki júst besta fyrireikingin til
toppdystin ímóti Manchester United.
Zlatan bjargaði Inter
Tað gekk einki hjá italska toppliðnum Inter um
vikuskiftið. Liðið hevði vitjan av Cagliari, og tað var
um reppið, at gestirnir fóru við øllum trimum
stigunum. Cagliari legði seg á odda í seinna hálvleiki,
men eitt korter fyri leiklok bjargaði svenski
álopsspælarin Zlatan Ibrahimovic Inter, tá ið hanns
koraði til 1-1. Dysturin endaði við javnleiki, men Inter
er framvegis væl á odda í italsku kappingini.
Guðjón Þórðarson
stóð ovarliga á ynski
listanum hjá FSF, men
íslendingurin við
góðu úrslitunum og
harða sinnalagnum
tók av, tá venjarastarv
hjá Crewe Alexandra
stóð honum í boði
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ein av teimum, sum stóð
heilt ovarlaga á listanum
hjá Fótbóltssambandinum,
nú nýggjur landsliðsvenjari
skal finnast, var Guðjón
Þórðarson.
Hesin hevur eitt stórt
venjaranavn í Íslandi. Eitt
nú var hann í trý ár lands-
liðsvenjari hjá Íslandi, og
tað
var
undir
hansara
leiðslu, at Ísland var so sera
nær við at vinna seg til EM-
endaspælið í 2000. Avger-
andi dystin ta ferðina tapti
Ísland móti heimsmeistar-
unum úr Fraklandi við 3-2
á Stade de France í Paris.
Tað var ikki fyrr enn í yvir-
tíðini, at heimaliðið skoraði
málið, sum sendi Frakland
fram um Ísland, og so siga
søgubøkurnar annars, at
Frakland seinni vann enda-
spælið.
Men eisini í aðrar mátar
hevur Þórðarson gjørt um
seg. Umframt at hava vant
fleiri íslendsk feløg, var
hann venjari, tá íslendskur
kapitalur
yvirtók
Stoke
City, sum eisini vann sær
uppflyting til næst bestu
ensku deildina við Þórðar-
son sum venjara. Í Onglandi
hevur hann eisini vant
Barnsley og Stoke, umframt
at hann eitt skifti vanda
norska Start. Og jólaaftan
kundi Crewe Alexandra
boða frá, at hann teir høvdu
sett íslendingin í starv sum
venjara.
Høgni í Stórustovu, FSF-
forseti, váttar, at Guðjón
Þórðarson stóð á teirra lista,
men vil í aðrar mátar bert
staðfesta, at nú hesin er
vorðin venjari hjá enska
Crewe Alexandra, er hann
ikki longur aktuellur.
Tað skilst tó, at tá íslend-
inginum stóð í boði at ger-
ast venjari í Onglandi aftur,
vildi hann hava greitt at vita
frá FSF, um hann kundi
rokna við starvi í Føroyum,
ella um hann skuldi taka av
enska tilboðnum. Og hóast
partur av starvsnevndini
fegin vildi geva honum
hetta lyftið, so var tað ikki
nóg mikið, og tí valdi hann
at taka av tryggaru loysn-
ini.
Um Þórðarson verður
annars sagt, at hann er ein
sera harður hálsur sum venj-
ari. Og meira enn eina ferð
er hann endaður í bredd-
anum fyri viðurskifti, sum
ikki ganga fyri seg innan
fyri hvítu strikurnar. Eina-
mest er hann ikki bangin
fyri at siga sína hugsan, og
so leggur hann annars vertin
á, hvat onnur halda.
Og at fótbólturin er í blóð-
inum, er eingin ivi um. Guð-
jón Þórðarson hevur tríggjar
synir, sum allir royna seg
sum yrkisspælarar. Teir eru
Joey, Bjarni og Þórður
Guðjónsson.
Hondbóltsútisetarnir
hava hildið jólafrí,
men tóku kappingina
upp aftur sunnudagin
HONDbóltur
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Menninir hjá ÍF Føroyum
vunnu 24-20 á VHC/Vidar,
har hálvleiksstøðan var 13-
13.
Við trimum mansverjum
á bakkspælararnar órógvaði
VHC/Vidar føroyska álops-
spælið, samstundis sum teir
sjálvir vóru effektivir og
løgdu seg á odda við fýra
málum.
Føroysku
leikararnir
skuldu hava eina løtu, áðr-
enn teir megnaðu at svara
aftur. Men hvørja ferð ÍF
Føroyar nærkaðist VHC/
Vidar í málum, so høvdu
hesir eitt aftursvar, og tískil
høvdu danir leiðsluna fleiri
ferðir við fleiri málum stór-
an part av fyrra hálvleiki.
Men tá so føroyingarnir
funnu upp á at mansverja
stórskjúttan hjá VHC/Vidar,
vísti tað seg, at føroyska lið-
ið stóð danska liðnum kurl,
og stutt fyri steðgin kom ÍF
Føroyar upp á javnt.
Eftir steðgin koyrdu før-
oysku leikararnir á. Rani
Slættanes og Heini Bendt-
sen syrgdu fyri flestu av
føroysku málunum, meðan
Ragnar Mouritsen vardi
væl fyri í hinum endanum.
Hetta hevði við sær, at ÍF
Føroyar vann dystin við
fýra málum, 24-20.
Av teimum 24 málunum
gjørdi Heini Bendtsen 6,
Rani Slættanes 5, Leif
Hákun Jacobsen 4, Ári
Rouch 3, Leif Mikkelsen 2,
Hjalti Jacobsen 2, Magnus
Poulsen 1 og Róar Akralíð
1.
Sigurin merkir, at ÍF Før-
oyar yvirtaka oddasessin og
hava 15 stig. Team Nørre-
bro, ið er argasta kappingar-
neytin, hevur 14 stig við
einum dysti til góðar.
Føroysku hondbóltskvinn-
urnar hava framvegis í jóla-
frí.
Valdi Crewe fram
um Føroyar
Komandi landsliðs
venjarin fær helst
ovurstóra ávirkan
á føroyskan fót
bólt. Tí er alneyð
ugt, at tað eru
venjaradygdirnar,
sum verða settar
allarovast, tá valt
verður
ÍtróttarklummaN
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er alla æru vert, at Fótbóltssambandið hevur sett
sær sum mál, at ein komandi føroyskur landsliðs-
venjari ikki bert skal hugsa um A-landsliðið.
Samlaða føroyska landsliðskonseptið verður eisini
undir hansara veingjabreiði, eins og talan helst skal
verða um ein venjara, sum gjøgnum virki sítt er førur
fyri at virka sum íblástur hjá føroysku Formula-
venjarunum.
Hóast tað altíð verður so, at úrtøkan hjá A-lands-
liðnum verður tann vágskáin, sum landsliðsvenjarin
verður vigaður á, so er tað fyri føroyskan fótbólt, at
júst seinasti parturin av omanfyristandandi postulati
verður røktur væl og virðiliga.
Sjúklingatekinini í føroyskum fótbólti hava verið
mong seinnu árini. Venjararnir eiga avgjørt ikki
størsta partin av skuldini fyri hesum, men nú leitast
skal aftur á beint, eru tað venjararnir, sum koma at
standa við sínum heilt stóra parti av ábyrgdini.
Spælaramenning av egnum tilfeingi er nevnliga
lykilin hjá einum og hvørjum felagi, sum komandi
tíðina ætlar at vinna sær fram á leið, og í hesum kann
ein komandi landsliðsvenjari fáa ovurstóran týdning.
Júst tí er tað beint nú av serstakliga stórum
týdningi, at ein komandi landsliðsvenjari eisini hevur
sínar dygdir í lagi á tí økinum.
Tað kann væl vera, at fleiri vilja hava ein hálvgum
svakligan mann við stýrisvølin. Ein venjara, sum fær
spælarar sínar at trúgva, at teir eisini hava møguleika
at basa sjálvt størstu fótbóltstjóðunum. Ta trúnna
skulu spælararnir sjálvandi eisini hava, men við
teknaðu vangamyndini av landsliðsvenjaranum hevur
FSF sent týðiligt signal um, at landsliðsarbeiðið
eisini skal medda longur enn bara til dagin í morgin.
Og júst tí verða venjaradygdirnar av minst líka
stórum týdningi sum psykologisku coaching-
dygdirnar. Sjálvandi vilja vit hava ein venjara, sum
kann røkka tí ógjørliga her og nú. Men her og nú
hevur føroyskur fótbóltur eisini tørv á nógv meira
enn bara løtuvinningi.
Dygdirnar
í hásæti
Útisetar løgdu fyri við sigri
14