mánadagur 12. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 7 - 12. januar 2009 ]
Arsenal vil hava Arshavin
Russiska felagið Zenit úr St. Petersborg váttar, at Arsenal hevur
latið felagnum eitt alment boð upp á álopsspælaran Andrei
Arshavin, men leiðslan í Zenit er ikki nøgd við boðið, sum var 85
milliónir krónur. Felagið sigur, at einki annað felag hevur boðið
upp á Arshavin, og at tað skulu meira pengar enn teir, sum
Arsenal hevur boðið, áðrenn felagið selir álopsspælaran. Nú
sigst, at eisini Manchester City er áhugað í Arshavin.
Milan vil keypa Beckham
AC Milan tekur nú ítøkilig stig fyri at fáa eina varðandi avtalu í
lag við bretska fótbóltsspælaran David Beckham, sum annars er
sáttmálabundin við amerikanska felagið LA Galaxy. AC Milan
hevur leigað Beckham úr LA Galaxy í tríggjar mánaðir, meðan
amerikanska kappingin liggur still. Nú sigur AC Milan, at tað fer
at seta seg í samband við LA Galaxy fyri at keypa Beckham.
Kandidatarnir til
landsliðsvenjara
starvið eru nú
tríggir í tali. Annan
hósdag ger FSF
endaliga av, hvønn
venjara teir fara í
realitetssamráðingar
við
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um ársskiftið boðaði FSF-
forsetin, Høgni í Stórustovu
frá, at komandi føroyski
landsliðsvenjarin í fótbólti
helst verður settur um mán-
aðarskiftið, januar-februar.
Og nú vit skriva 12. janu-
ar tykist hendan tíðarætlan
at halda, sigur Høgni í
Stórustovu.
- Um vit tosa kappróð-
rarmál, so eru málið gott og
væl hálvt rógvið, og tríggir
bátar hava togað seg undan
restini, nú vit eru komnir
móti einum av hesum mol-
unum hjá Jógvani Arge.
Og ber til at siga, hvørjum
bygdum hesir tríggir bátar-
nir eru úr?
- Tað fái eg ikki sagt í
verandi løtu. Men talan er
um eitt breitt felt, sum hev-
ur umboðan úr trimum yms-
um londum, sigur Høgni í
Stórustovu.
Avgerð um 12 dagar
Takið komandi dagarnar
hjá FSF er at fáa heilt neyvt
at vita, um teir tríggir, sum
nú eru á listanum, eru til
reiðar at taka við, um starv-
ið stendur teimum í boði.
- Vit hava sjálvandi sam-
skift nakað við allar. Nú
ræður um at staðfesta, at
okkara
krøv
og
ynski
stemma við teirra ditto.
Snøgt sagt at vita, um hesir
eru til reiðar at koma til
samráðingarborðið.
Vit
hava so starvsnevndarfund
tann 22. januar, og tá er so
ætlanin, at nevndin skal
seta navn á tann, sum vit
helst vilja hava, sigur Høgni
í Stórustovu.
Starvið sum før
oyskur landsliðs
venjari skal seljast
sum ítróttarliga
avbjóðandi heldur
enn fíggjarliga
gevandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er greiði boðskapurin
hjá FSF, nú komið er til
endaspurtin í landsliðsvenj
arasetanini.
- Vit hava ikki pengarnar,
sum veruliga kunnu lokka
nakað stórt navn til Føroya.
Men vit halda okkum kort-
ini hava aðrar lutir, sum
kunnu lokka røttu nøvnini
til okkara, sigur Høgni í
Stórustovu, FSF-forseti.
- Fyrst og fremst, so eru
tað bara nøkur og háltrýsj
landslið í Europa, so bara
tað í sjálvum sær er ein stór
avbjóðing.
- Og sum føroyskur lands-
liðsvenjari hevur tú eisini
nakrar møguleikar, sum tú
ikki hevur aðrastaðni. Ítrótt-
arliga liggja vit niðarliga,
sum er, og tí skuldu møgu-
leikarnir verið góðir at
skapt nøkur góð úrslit. Har-
til hevur ein føroyskur
landsliðsvenjari tann fyri-
mun fram um allar aðrar, at
hann kann savna mest sum
allar sínar spælarar upp á
ein góðan tíma ella tveir.
Og tað gevur møguleika
fyri nøkrum heilt øðrum
arbeiðsumstøðum,
enn
landsliðsvenjarar aðrastaðni
eru vanir við, sigur Høgni í
Stórustovu.
Saman við restini av
starvsnevndini
leggur
Høgni í Stórustovu annars
dent á, at ein komandi
landsliðsvenjari eisini verð-
ur ein maður, sum kann
ávirka meira enn bara A-
landsliðið.
- Okkara ynski er, at vit
fáa ein venjara, sum kemur
at hava ábyrgdina av saml-
aða landsliðskonseptinum
hjá
føroyskum
fótbólti.
Hann sleppur at seta sítt
egna venjaralið saman, og
vit vóna sjálvandi, at hetta
eisini verður av slíkum slag,
soleiðis at tað kann virka til
gagns fyri heimligu venjar-
arnar eisini, sigur Høgni í
Stórustovu.
Tað verður ikki sett sum
krav frá FSF, at ein komandi
landsliðsvenjari skal seta
búgv í Føroyum. Men hann
skal uppihalda seg í Føroy-
um stóran part av árinum,
og soleiðis verður staðfest,
at talan ikki verður eina
loysn, har landsliðsvenjarin
pendlar til oyggjar okkara
við jøvnum millumbilum.
Trý nøvn eftir
á listanum
Fær fríar teymar
Tann 22. januar er ætlanin,
at starvsnevndin hjá FSF
skal seta navn á fremsta
kandidatin sum føroyskur
landsliðsvenjari
15